52-076/2023
Bíleggingarskipan hjá SSL
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. feb. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
076.23 Svar frá D. Holm til S. K. Poulsen - Bíleggingarskipan hjá SSL.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 8. feb. 2024
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 7. februar 2024 Mál: 24/02185 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 52-076/2023 Svar til § 52 a fyrispurning frá Steffan Klein Poulsen, løgtingsmanni, settur Dennis Holm, landsstýrismanni í fiskivinnu- og samferðslumálum, um bíleggingarskipanina hjá Strandferðsluni Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Í apríl í 2021 gav Løgtingið eina heimild á 1,85 mió. kr., ið var eyðmerkt til at gera eina bíleggingarskipan lidna til SSL. Er henda heimilaða játtanin brúkt? 2. Um ja, hvat er hon brúkt til? 3. Um nei, er hesin peningur so førdur aftur til landskassan og hvar er hetta skrásett? 4. Hví bleiv bíleggingarskipanin ongantíð roynd á eini royndarleið, ið skuldi vera klár í 2021/2022? 5. Hvat er samlaði kostnaðurin nú og næstu árini av at «uppstiga» ferðaseðlaskipanina FARA, sum er nevnd í ársfrágreiðingini fyri 2022 frá Landsgrannskoðanini, og hvussu er hetta sundurgreinað? 6. Hvat hava núverandi skipanirnar FARA og skipanin til Skopun-Gomlurætt kostað til dags dato, og hvussu er hetta sundurgreinað? 7. Hví er uppgávan av nú nýggju ferðaseðlaskipanini ikki bjóðað út? Svar til spurning 1 Av umrøddu eykajáttan á 1,85 mió. kr eru í 2021 brúktar 498 tkr. uppá rokningar frá veitaranum. Harumframt eru í 2021 avsettar 1,056 mió. kr. uppá rokningar, ið eru komnar frá veitaranum í 2021, men sum Strandferðslan hevur avvíst. Samanlagda upphæddin, sum er brúkt í 2021, er sostatt 1,55 mió. kr. Í 2022 eru goldnar 107 tkr. fyri rokningar frá veitaranum og avsettar 262 tkr. aftrat uppá rokningar frá veitaranum, sum Strandferðslan hevur avvíst. Í 2022 eru sostatt brúktar 369 tkr. íalt. Tann 7. oktober 2022 stevndi veitarin av umrøddu bíleggingarskipan Strandferðsluna eftir endurgjaldi. Málið er í løtuni til viðgerðar í rættarskipanini. -- 1 of 3 -- Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið 2/3 Svar til spurning 2 og 3 Sí svar til spurning 1 Svar til spurning 4 Skipanin bleiv ikki royndarkoyrd, tí semja var ikki ímillum veitaran og Strandferðsluna, hvørt skipanin var búgvin at royndarkoyra. Semja var heldur ikki um, hvørjar veitingar vóru latnar fyri tær upphæddir, sum veitarin hevði sent rokningar fyri. Av tí, at veitarin síðani hevur stevnt Strandferðsluna eftir peningi orsakað av hesi ósemju, metir Strandferðslan tað ikki vera rætt at leggja fram meiri nágreinaðar upplýsingar, tí hetta kann fáa ávirkan á málið, sum er í rættarskipanini. Svar til spurning 5 Metti kostnaðurin av at dagføra FARA-ferðaseðlaskipanina er 3,55 mió. kr. Størsta íløgan liggur í sum skjótast at skifta út alla útgerð í bussum og ferjum, tí Strandferðslan hevur í løtuni onga brúkiliga eyka útgerð til hesa skipan. Verandi útgerð er í rættiliga ringum standi. Kostnaðurin til keyp av útgerð (hardware) er mettur til 2,44 mió. kr, og dagføringin av forritum (software) er mett at kosta 1,11 mió. kr. Haraftrat skal annað arbeiði gerast, so sum at knýta skipanina upp í Samleikan hjá Talgildu Føroyum og menna eina app. Síðst nevndu arbeiðini verða boðin út til føroysku kt-vinnuna. Tað er ikki greitt enn, hvat metti kostnaðurin er av hesum. Svar til spurning 6 Strandferðslan skifti í 2012-13 finsku ferðaseðlaskipanini Buscom út við núverandi norsku ferðaseðlaskipan frá veitaranum FARA. Kostnaðurin av FARA-skipaninini hevur í høvuðsheitum verið haldaragjald umframt kostnaðir til smærri tillagingar. Síðani 2014, tá ið Strandferðslan kom inn í Búskaparskipan Landsins og tíggju ár fram, eru goldnar í miðal 1,3 mió. kr. um árið í haldaragjaldi fyri FARA-ferðaseðlaskipanina og 155 tkr. um árið fyri ymsa menning. Fyri eitt tíggju ára tíðarskeið eru goldnar íalt 14,2 mió. kr. fyri FARA-skipanina. Plássbíleggingarskipanin, sum av fyrstantíð varð ment í 2016-17 til Sandoyarleiðina, er nú eisini sett í verk á Kalsoyar- og á Mykinesleiðunum, og verður sum skjótast sett í verk á hinum sjóvegis farleiðunum. Tann fyrsta verður eftir ætlan Smyril. Tá ið Herjólfur avloysti Smyril, meðan hesin var í dokk í 2022, bleiv plássbíleggingarskipanin brúkt til bæði bilar og farm. Skipanin verður eisini brúkt til farmabílegging umborð á Smyrli. Arbeitt verður harumframt við at fáa plássbíleggingarskipanina at samvirka við dagføringina av FARA-skipanini. Samlaði kostnaðurin til menning av plássbíleggingarskipanini hevur verið 692 tkr, og raksturin hevur kostað 341 tkr, samanlagt 1,03 mió.kr. Strandferðslan bílegði upprunaliga menningina av plássbíleggingarskipanini og eigur og rekur skipanina í dag. Svar til spurning 7 FARA-ferðaseðlaskipanin, sum Strandferðslan hevur havt síðani 2012-13, bleiv niðurraðfest, tá ið gongd bleiv sett á at menna bíleggingarskipanina, sum ósemja nú er um. Strandferðslan luttók tí ikki í teim dagføringum, sum aðrir kundar hjá FARA gjørdu leypandi. Í baksýni er greitt, at mann hevði staðið seg betur við at hava gjørt nevndu dagføringar, tí so var ikki neyðugt við eini so lutfalsliga stórari dagføring her og nú. Tí nú er av álvara komið at evstu mørkum við verandi skipan, og uttan vælvild frá norska veitaranum hevði tað ikki verið gjørligt at hildið gomlu versjónina av skipanini í gongd. Fyri yvirhøvir at hava eitt amboð til at krevja inn 44,2 mió. kr. (2023) í ferðaseðlainntøkum, og eisini grunda á eina ítøkiliga váðameting, var neyðugt beinanvegin at fara undir at dagføra verandi skipan. -- 2 of 3 -- Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið 3/3 Stundir vóru ikki til at bjóða skipanina út, og tí hevur Strandferðslan verið á fundi við Gjaldstovuna um støðuna. Við heimild í rundskrivi nr 9003 frá 1. juli 2019 um keyp av vørum og tænastum søkti Strandferðslan um formligt undantaksloyvi, og er umsóknin blivin játtað. Hetta sæst váttað á Keypsportalinum. Dennis Holm landsstýrismaður -- 3 of 3 --
076.23 spm. til D. Holm frá S. K. Poulsen - Bíleggingarskipan hjá SSL.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 25. jan. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum Evni: Bíleggingarskipanin hjá SSL Spurningar: 1. Í apríl 2021 gav Løgtingið eina heimild á 1,85 mió. kr., ið var eyðmerkt til at gera eina bíleggingarskipan lidna til SSL. Er hendan heimilaða játtanin brúkt? 2. Um ja, hvat er hon brúkt til? 3. Um nei, er hesin peningur so førdur aftur til landskassan, og hvar er hetta skrásett? 4. Hví bleiv bíleggingarskipanin ongantíð roynd á eini royndarleið, ið skuldi vera klár í 2021/2022? 5. Hvat er samlaði kostnaðurin nú og næstu árini av at “uppstiga” ferðaseðlaskipanina FARA, sum er nevnd í ársfrágreiðingini fyri 2022 frá Landsgrannskoðanini, og hvussu er hetta sundurgreinað? 6. Hvat hava núverandi skipanirnar FARA og skipanin til Skopun-Gomlurætt kostað til dags dato, og hvussu er hetta sundurgreinað? 7. Hví er uppgávan av nú nýggju ferðaseðlaskipanini ikki bjóðað út? Viðmerkingar: Heimildin á 1,85 mió. kr. til bíleggingarskipanina var ætlað síðsta partinum av bílegginarskipanini, sum skuldi byrja í juni 2021, samstundis sum byrjað skuldi verða uppá pilottest (Lm. nr. 62 frá 5. mai 2021 um eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2021). Tá so nógvur peningur var nýttur til eina nýggja bíleggingarskipan í mun til verandi ferðaseðlaskipanir (1) FARA og (2) Skopun-Gamlarætt, er áhugavert at vita, hví bíleggingarskipanin ikki varð roynd, og hvat tað var, sum manglaði. Uttan at síggja skipanina er torført at gera eina meting av, hvussu langt bíleggingarskipanin var frá málinum. Sambært Landsgrannskoðanini verður núverandi ferðaseðlaskipanin hjá FARA niðurløgd í ár. Víðari verður sagt, at SSL ætlar at fáa nýggja skipan frá sama veitara í Noregi. Nógv rumbul stóðst av, at bíleggingarskipanin ikki varð bjóðað út. Og hevur hetta eisini verið nógv umrøtt í almennu miðlunum. Tað er tí sera løgið, at SSL, hóast alt rumblið, nú aftur velur at gera avtalu við norska veitaran FARA, uttan at aðrir veitarar, t.d. føroyskir veitarar, hava møguleika at sleppa framat. Serliga merkisvert er tað, at eingin ítøkilig skrivlig avtala er at finna við verandi veitarar. Eisini havandi í huga, at alt yvir 500 t. kr. skal bjóðast út (Rundskriv nr. 9003 frá 1. juli 2019 um keyp av vørum og tænastum, 5.3.1), og upphæddir omanfyri 5 mió. kr. -- 1 of 2 -- skulu fremjast sambært verklagslóg, um hugt verður í kunngerð nr. 84/2011. Í § 1, stk. 5, er ásett, at KT-verkætlanir verða tiknar við undir rakstrarjáttan. Sambært § 7 skulu størri KT-verkætlanir, t.e. verkætlanir fyri 5 mió. kr. ella meira, hava heimild í og fremjast sambært verklagslóg. Tilvísingar til hesi viðurskifti eru tøkar í frágreiðingum hjá Landsgrannskoðanini. Á Løgtingi, 25. januar 2024 Steffan Klein Poulsen -- 2 of 2 --