← Løgtingsmál

52-075/2023

Ættleiðingar úr øðrum londum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. feb. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
075.23 Svar frá B. K. Petersen til U. H. Johannesen - Ættleiðingar úr øðrum londum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 2. feb. 2024

Sjá útdrigin tekst
LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
Gongin 7 • Postrúm 377 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 80 80 •  lmr@lmr.fo • www.lmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 2. februar 2024
J. nr.: 24/01853-4
Svar
upp á
fyrispurning nr. 52-075/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um ættleiðingar úr øðrum londum
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu ávirkar tað føroyingar, sum hava ætlað sær at ættleiða, at danir hava steðgað altjóða
ættleiðing?
2. Hvørji rættindi og trygd hava føroyingar, sum m.a. hava goldið fyri at fáa góðkenning sum
ættleiðingarforeldur, men sum framvegis ikki hava fingið møguleikan at ættleiða?
3.Veit landsstýrismaðurin, hvørji líkindini eru fyri, at danir fara at taka altjóða ættleiðing
uppaftur í næstum?
4. Hvat krevst fyri at fáa eina føroyska ættleiðingarskipan, og hvat heldur landsstýrismaðurin um
møguleikan at skipa eina føroyska ættleiðingarskipan?
5. Hvat krevst fyri, at Føroyar kunnu knýta í aðrar norðurlendskar ættleiðingarskipanir, t.d. ta
íslendsku?
Svar
upp á
Spurning 1:
Føroyar hava eins samstarvsavtalu við Danmark um altjóða fremmandaættleiðing. Avtalan
inniber m.a., at tað eru danskir myndugleikar, sum avgera, frá hvørjum londum børn kunnu
ættleiðast til Føroyar og Danmarkar. Danskir myndugleikar kunnu eisini steðga ættleiðing frá
ávísum londum.
Felagsskapurin Danish International Adoption (DIA) er einasti felagsskapur í Danmark, ið tekur
sær av at miðla ættleiðingar í Danmark og harvið eisini í Føroyum. DIA boðaði 16. januar 2024
frá, at tey steðga við at miðla altjóða fremmandaættleiðingar. Hetta merkir, at tað í løtuni ikki ber
til at ættleiða børn til Føroya úr fremmandum londum.

-- 1 of 3 --

LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
2/3
Social-, bolig- og ældreministeriet hevur upplýst, at í teimum førum, har umsøkjarar eru góðkend
sum ættleiðingarforeldur og eru greipaði við eitt barn, verður málið viðgjørt víðari hjá DIA eftir
teimum mannagongum og reglur, sum eru galdandi fyri hetta. Hetta hevur Ankestyrelsen
somuleiðis kunnað um í tíðindaskrivi, sum liggur á teirra heimasíðu.
Ankestyrelsen hevur samstundis eisini kunnað um, at øll hini, sum standa á bíðilista, hava fingið
kunning um, at Ankestyrelsen í samstarvi við DIA er í fer við at finna útav, hvat fer at henda í
teirra máli, og at Ankestyrelsen fer at seta seg í samband við allar umsøkjarar á listanum, tá ið
tey vita meira.
Spurning 2:
Sum nevnt í svarinum til spurning 1 er Ankestyrelsen í samstarvi við DIA í fer við at finna útav,
hvat fer at henda í teirra máli, og Ankestyrelsen fer at seta seg í samband við allar umsøkjarar á
listanum, tá ið tey vita meira.
Spurning 3:
Løgmálaráðið hevur vent sær til Social-, Bolig- og ældreministeriet við fyrispurningi um
sannlíkindini fyri, at Danmark fer at taka altjóða fremmandaættleiðing upp aftur í næstum.
Social-, Bolig- og ældreministeriet hevur enn ikki svarað upp á hendan fyrispurningin, og tað ber
tí ikki til at svara hesum spurninginum í løtuni.
Til kunningar kann upplýsast, at sama støða seg galdandi í Noregi, har myndugleikarnar hava
mælt til at gevast við allari ættleiðing av børnum úr útlondum til Noregs næstu tvey árini, til
liðugt er at kanna allar ættleiðingar.
Spurning 4:
Løgmálaráðið er farið undir at kanna, hvørjir aðrir møguleikar eru, undir hesum eisini hvat skal
til, fyri at Føroyar fáa sína egnu ættleiðingarskipan.
Í Haagersáttmálanum frá 29. mai 1993 om beskyttelse af børn og om samarbejde med hensyn til
internationale adoptioner eru yvirskipaðu treytirnar fyri fremmanda ættleiðing ásettar.
Sáttmálin hevur til endamáls at tryggja, at altjóða ættleiðingar verða framdar til barnsins besta og
við virðing fyri teimum grundleggjandi rættindunum, ið eru viðurkend í altjóða rætti. Tað snýr
seg millum annað um at forða fyri barnaráni, sølu ella handli við børnum.
Yvirskipað skal ein høvuðsmyndugleiki veljast. Høvuðsmyndugleikin skal fremja tær uppgávur,
sum eru álagdar í sáttmálaum og skal tryggja, at ættleiðing ikki verður framd fyri fíggjarligan
vinning, ella at tiltøk verða framd, ið eru í andsøgn við sáttmálan.
Sum nú er, er tað Ankestyrelsen, sum er tilnevndur høvuðsmyndugleiki fyri Føroyar, Danmark
og Grønland. Ein føroyskur høvuðsmyndugleikin skal tí átaka sær aðrar uppgávur, sum
Ankestyrelsen í dag umsitur. Tað er m.a. at gera avtalu við ein ættleiðingarmiðlandi felagsskap
ella myndugleikar um meira nágreinaðar heimildartreytir og at føra eftirlit við einum
ættleiðingarmiðlandi felagsskapi ella myndugleika. Krøvini á ættleiðingarøkinum eru strong, og

-- 2 of 3 --

LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
3/3
talan er tí um eitt umfatandi eftirlit. Høvuðsmyndugleikin skal eisini góðkenna samstarvsfelagar
uttanlands.
Harafturat skal ein føroyskur myndugleiki, felagsskapur ella líknandi taka sær av teimum
uppgávum, sum í dag liggja hjá DIA. Tað er í høvuðsheitum at taka sær av miðlingini av
útlendskum børnum til ættleiðarar í Føroyum.
Tær skyldur, sum sambært sáttmálanum eru álagdar einum móttakaralandi eru í stóran mun
skipaðar í galdandi ættleiðingarlóg, m.a. í mun til góðkenning av komandi ættleiðarum,
ættleiðingarfyrireikandi skeiði og ættleiðingarráðgeving. Gigni hevur fyrr skipað fyri
ættleiðingarfyrireikandi skeiðum, men hesi verða í løtuni skipaði av Ankestyrelsen. Gigni veitir
ættleiðingarráðgevin fyri og eftir heimtøku av einum barni.
Verandi støða við altjóða ættleiðing er óheppin og rakar allar viðkomandi partar meint. Tað er
ikki óhugsandi, at ein føroysk ættleiðingarskipan kann verða sett í verk, men enn er óvist, hvør
rætta loysnin á verandi støðu er. Hetta má viðgerast nærri, eisini politiskt, og fer at taka nakað av
tíð.
Spurning 5:
Verandi samstarvsavtala millum Føroyar og Danmark hevur heimild í § 29 í ættleiðingarlógini.
Soleiðis sum lógin er orðað, er samstarvið avmarkað til bara at fevna um Danmark. Umframt at
fáa eina samstarvsavtalu í lag við eitt annað land, verður tí eisini neyðugt við lógarbroyting.
Noregi hevur mælt til at gevast við allari ættleiðing av børnum úr útlondum til Noregs næstu
tvey árini, til liðugt er at kanna allar ættleiðingar. Svøríki er eisini í gongd við at kanna altjóða
ættleiðingar.
Tær avmarkingar, sum danskir og norskir myndugleikar hava sett í verk, fevna um lond, sum
bæði Ísland, Finnland og Svøríki samstarva við, herundir Kolumbia og Kekkia. Svenskir
myndugleikar hava eisini upplýst, at tey hava eftirlitsmál, sum eru í gongd, viðvíkjandi eini røð
av londum, sum Norge nýliga hevur sýtt fyri at geva loyvi til at ættleiða frá.
Tí er eisini umráðandi at fylgja við støðuni í hinum norðurlondunum og ikki at leypa framav í
hesum sambandi.
Sum nevnt í svarinum til spurning 4 er enn óvist, hvør rætta loysnin á verandi støðu er. Hetta má
viðgerast nærri, eisini politiskt, og fer at taka nakað av tíð.
Aðalmálið fyri allar ættleiðingar er fyrst og fremst at tryggja, at tær verða mettar at vera best fyri
barnið. Skal ein samstarvsavtala fáast í lag við eitt av hinum norðurlondunum, er hon tí treytað
av, at viðkomandi land kann tryggja, at teirra skipan virkar samsvarandi galdandi krøvum á
økinum, og at alt fer fram á tryggan og lógligan hátt.
Tórshavn, 2. februar 2024
Bjarni Kárason Petersen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
075.23 spm. til B. K. Petersen frá U. H. Johannesen - Ættleiðingar úr øðrum londum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 22. jan. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Ættleiðingar úr øðrum londum
Spurningar:
1. Hvussu ávirkar tað føroyingar, sum hava ætlað sær at ættleiða, at danir hava
steðgað altjóða ættleiðing?
2. Hvørji rættindi og trygd hava føroyingar, sum m.a. hava goldið fyri at fáa
góðkenning sum ættleiðingarforeldur, men sum framvegis ikki hava fingið
møguleikan at ættleiða?
3. Veit landsstýrismaðurin, hvørji líkindini eru fyri, at danir fara at taka altjóða
ættleiðing uppaftur í næstum?
4. Hvat krevst fyri at fáa eina føroyska ættleiðingarskipan, og hvat heldur
landsstýrismaðurin um møguleikan at skipa eina føroyska ættleiðingarskipan?
5. Hvat krevst fyri, at Føroyar kunnu knýta í aðrar norðurlendskar
ættleiðingarskipanir, t.d. ta íslendsku?
Viðmerkingar:
Tað kom sera dátt við hjá nógvum føroyingum, at danska ættleiðingarfelagið Danish
International Adoption, DIA, fyribils steðgaði altjóða ættleiðingum í síðstu viku, og at
tað nú ikki ber til at ættleiða til Føroya úr øðrum londum. Orsøkin er, at DIA ikki
kann veita vissu fyri, at allar treytir verða hildnar.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at føroyskar familjur eru raktar av, at danskir myndugleikar
hava steðgað ættleiðing úr øðrum londum. Í 2016 var líknandi støða, tá føroyingar
vóru á bíðilista at ættleiða úr Etiopia, og danska innlendismálaráðið brádliga steðgaði
ættleiðingum úr afrikanska landinum.
Ættleiðing skal sjálvsagt fara fram undir lógligum og skipaðum viðurskiftum. Tá
familjurættarliga økið kom á føroyskar hendur á ólavsøku 2018, var lóggávan um
ættleiðing ein partur av yvirtøkuni. Í Føroyum hava vit eisini ment egnar førleikar at
ráðgeva um ættleiðing, skipað fyri ættleiðingarfyrireikandi skeiðum og annað. Tá, í
2018, var semja um at halda fram við samstarvinum við danir um fremmanda
ættleiðing. Tað ber nú við sær, at ættleiðing úr øðrum londum brádliga er steðgað,
uttan at føroyskir myndugleikar vóru kunnaðir um ættleiðingarbannið.
Avgerðin reisir nógv ivamál, serliga hjá teimum, sum spent hava bíðað eftir at sleppa
at ættleiða úr øðrum londum. Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann hevur sett
seg í samband við danskar myndugleikar um málið, og at hann er farin at kanna aðrar
møguleikar.

-- 1 of 2 --

Fyri at vita, hvussu tað gongur við tí arbeiðinum, verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 22. januar 2024
Uni Holm Johannesen

-- 2 of 2 --