52-074/2023
Barnaverndartænastur og barnaverndarlógin
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. feb. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
074.23 Svar frá D. N. Joensen til L. Weihe - Barnaverndartænastur og barnaverndarlógin.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 2. feb. 2024
Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo Løgtingið 2. februar 2024 Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-63 110 Tórshavn Viðgjørt: MM Svar upp á fyrispurning nr. 52-074/2023, eftir tingskipanini § 52 a, frá Liljan Weihe, løgtingskvinnu, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í barna- og útbúgvingarmálum. Fyrispurningur um børn og ung, sum føroyskir myndugleikar senda til Danmarkar – um barnaverndartænastur og barnaverndarlógina Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu vil landsstýrismaðurin tryggja, at barnaverndirnar kring landið halda Barnaverndarlógina og liva upp til ásetingarnar í lógini um eftirlitsvitjanir og barnasamrøður? 2. Hvussu vil landsstýrismaðurin tryggja, at tænastustøðið hjá barnaverndartænastunum er á sama støði um alt landið? 3. Hvat hevur Barna- og útbúgvingarmálaráðið gjørt fyri at tryggja, at barnaverndarlógin verður fylgd, eftir at Løgtingsins Umboðsmaður hevur víst á, at ásetingar í lógini ikki verða hildnar? Svar Til 1, 2 og 3: Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum hevur sambært § 67 í barnaverndarlógini skyldu til at hava eftirlit við, at kommunurnar og Barnaverndarstovan fylgja ásetingunum í barnaverndarlógini. Endamálið við eftirlitinum er at tryggja, at lóggávan á barnaverndarøkinum verður nýtt rætt og á ein slíkan hátt, ið fremur endamálið við barnaverndarlógini. Talan er um eitt rættargildiseftirlit (legalitetstilsyn), sum merkir, at ráðið fremur eftirlit við, at lóggávan á økinum verður hildin, eins og ráðið av sínum eintingum kann útinna eftirlit við barnaverndartænastunum kring landið. Í 2021 framdi táverandi Almannamálaráðið (núverandi Barna- og útbúgvingarmálaráðið) eftirlit við útvaldum barnaverndartænastum kring landið. Yvirskipað vísti hetta eftirlit, at barnaverndartænasturnar leggja dent á at fylgja lóggávuni á økinum, og at lóggávan verður fylgd. -- 1 of 2 -- B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo 2/2 Ætlanin er framhaldandi at fremja hesi eftirlit við barnaverndartænastunum fyri at tryggja, at barnaverndarlógin verður fylgd. Harumframt er ætlanin framhaldandi at arbeiða við at menna barnaverndarøkið, soleiðis at øll umsorganaryvirtikin børn í Føroyum kunnu trívast og mennast í einum samfelagi, har dentur verður lagdur á at raðfesta børn og ung, ið hava brúk fyri serligum stuðli. Felagsreglur í barnaverndarlógini og eftirlit eru við til at tryggja, at barnaverndarøkið verður umsitið eins, og at tænastustøðið í ymisku kommununum er á sama støði. Grundað á frágreiðingina hjá Løgtingsins Umboðsmanni um barnasamrøður, er Barnaverndarstovan í ferð við at gera eina mannagongd um, hvussu barnasamrøður skulu verða framdar. Hetta fyri at tryggja, at barnaverndarsamrøður verða framdar einsháttaðar og sambært barnaverndarlógini. Vinarliga Djóni Nolsøe Joensen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
074.23 spm. til D. N. Joensen frá L. Weihe - Barnaverndartænastur og barnaverndarlógin.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 22. jan. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum Evni: Barnaverndartænastur og barnaverndarlógin Spurningar: 1. Hvussu vil landsstýrismaðurin tryggja, at barnaverndirnar kring landið halda Barnaverndarlógina og liva upp til ásetingarnar í lógini um eftirlitsvitjanir og barnasamrøður? 2. Hvussu vil landsstýrismaðurin tryggja, at tænastustøðið hjá barnaverndartænastunum er á sama støði um alt landið? 3. Hvat hevur Barna- og útbúgvingarmálaráðið gjørt fyri at tryggja, at barnaverndarlógin verður fylgd, eftir at Løgtingsins Umboðsmaður hevur víst á, at ásetingar í lógini ikki verða hildnar? Viðmerkingar: Løgtingsins Umboðsmaður hevur í mars 2023 almannakunngjørt úrslitið av eini kanning av, um barnaverndartænasturnar gera tær eftirlitsvitjanir og hava tær barnasamrøður við børn, sum eru sett heiman, sum eru ásettar í § 16, stk. 3 í Barnaverndarlógini. Umboðsmaðurin kom fram til, at barnaverndartænasturnar alt ov ofta ikki halda ásettu freistirnar fyri eftirlitsvitjanir og barnasamrøður, sum eru ásettar í lógini. Lógin ásetur, at barnaverndartænasturnar skulu gera minst tvær árligar eftirlitsvitjanir hjá børnum, sum eru sett heiman. Tá skal barnaverndartænastan tosa við barnið – helst í einrúmi. Kanningin vísir eisini, at í summum førum vóru ár millum hesar eftirlitsvitjanir og/ella barnasamrøður. Í onkrum førum høvdu als ongar eftirlitsvitjanir verið. Umboðsmaðurin vísir í kanningini á, at hetta als ikki er nøktandi. Endamálið við eftirlitsvitjanum og barnasamrøðum er at tryggja, at barnið hevur tað gott, trívist og mennist – og at fyriskipanin, sum er sett í verk, stuðlar hesum. Harafturat vísir kanningin, at ongar skipaðar mannagongdir eru fyri hesum eftirlitsvitjanum og barnasamrøðum – og skjalfestingin og journaliseringin er tilvildarlig. Fyri at fáa greiðu á, hvør støðan er í hesum týdningarmikla máli, verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 22. januar 2024 Liljan Weihe -- 1 of 1 --