← Løgtingsmál

52-073/2023

Fíggjarpolitiskt haldføri

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 31. jan. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
073.23 Svar frá A. V. Johannesen til J. Dahl - Figgjarpolitiskt haldførigrein.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 31. jan. 2024

Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Løgtingið
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. 073/2023 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann,
frá Johan Dahl, løgtingsmanni, um fíggjarpolitiskt haldføri
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Hevur landsstýrið lagt eina ítøkiliga ætlan fyri, hvussu fíggjarliga haldførið hjá tí almenna kann
betrast, vísandi til nýliga framløgdu haldførisfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum?
Um ja, hvørji mál/nýskipanir er ætlanin at arbeiða við og seta í verk?
Um nei, hví fyriliggur ongin ætlan, og nær verður ein ætlan gjørd?
2. Hvørja støðu hevur landsstýrið til álvarsliga innihaldið og fíggjarligu útlitini fyri føroyska
samfelagið, sum verða lýst í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum?
3. Hvørjum tilmælum tekur landsstýrið undir við í haldførisfrágreiðingini frá Búskaparráðnum, og
hvørjum tilmælum tekur landsstýrið ikki undir við?
Svar:
Til spurning 1
Av níggju høvuðsmálum, sum samgongan hevur sett í samgonguskjalið, er tað fyrsta at tryggja ein
haldføran og sjálvberandi búskap fyri okkum og komandi ættarlið, venda halli til avlop í almennu
fíggjarstýringini, og hvørt ár røkka nærri málunum fyri langtíðarhaldførinum í búskapinum. Samgongan
er eisini samd um, at allur okkara politikkur skal vera fult fíggjaður. Tað merkir, at vit kunnu einans fremja
vallyftini so hvørt sum vit hava funnið fígging til tey. Harumframt hava vit eisini bundið okkum til í
samgonguskjalinum, á hvørjum ári at taka miðvís stig, sum tryggja, at vit røkka langtíðarjavnvágini í
búskapinum.
Til spurning 2
Nú nýggja haldførisgreiningin er løgd fram í hesum mánaðinum, fer landsstýrið sjálvsagt at viðgera
greiningini í størsta álvara. Tey tilmæli, sum Búskaparráðið er komið við, eru sjálvsagt partur av politisku
viðgerðini.
Landsstýrið hevur avtalað við Búskaparráðið og Landsbankan at fáa eina framløgu av frágreiðingini hjá
Búskaparráðnum, og verður hendan í næstum.

-- 1 of 2 --

L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Til spurning 3
Tilmælini frá Búskaparráðnum verða sjálvsagt partur av víðari politisku viðgerðini. Hvørjum tilmælum
landsstýrið tekur undir við er ov tíðliga at siga enn.
Frágreiðingin vísir, at tørvur er at taka stig at betra um haldførið. Undirskotið yvir tíð er so mikið stórt,
at broytingarnar mugu eisini gerast yvir fleiri ár.
Talan er um langsiktað mál, og samgongan vil tí fegin gera breiða politiska semju um hvørji átøk skulu
fremjast. Nevnast kann í hesum sambandi, at Landsbankin hevur bjóðað allari politisku skipanini til
framløgu um haldførisgreiningina í mars. Hetta verður eitt gott grundarlag fyri politiskum samráðingum
millum politisku flokkarnir.
Í Tinganesi, 31. januar 2024
Aksel V. Johannesen
løgmaður

-- 2 of 2 --
073.23 spm. til A. V. Johannesen frá J. Dahl - Figgjarpolitiskt haldførigrein.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. jan. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Aksel Vilhelmsson Johannesen, løgmaður
Evni: Fíggjarpolitiskt haldføri
Spurningar:
1. Hevur landsstýrið lagt eina ítøkiliga ætlan fyri, hvussu fíggjarliga haldførið hjá
tí almenna kann betrast, vísandi til nýliga framløgdu haldførisfrágreiðingina
hjá Búskaparráðnum?
Um ja, hvørji mál/nýskipanir er ætlanin at arbeiða við og seta í verk?
Um nei, hví fyriliggur ongin ætlan, og nær verður ein ætlan gjørd?
2. Hvørja støðu hevur landsstýrið til álvarsliga innihaldið og fíggjarligu útlitini
fyri føroyska samfelagið, sum verða lýst í haldførisfrágreiðingini hjá
Búskaparráðnum?
3. Hvørjum tilmælum tekur landsstýrið undir við í haldførisfrágreiðingini frá
Búskaparráðnum, og hvørjum tilmælum tekur landsstýrið ikki undir við?
Viðmerkingar:
Búskaparliga gongdin hjá tí almenna er greið - tað er við at gerast ein stór permanent
ójavnvág millum inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna, har útreiðslurnar við fullari ferð
fara at yvirhála inntøkurnar. Vit vita eisini nú, at vit kunnu ikki framleiða, virðisøkja
ella vaksa okkum burturúr trupulleikunum við fíggjarliga haldførinum hjá tí almenna.
Spurningurin er so, hvat verður neyðugt at gera upp á stutt sikt og upp á longri sikt fyri
at bøta um fíggjarliga haldførið og verja samfelagið móti einum búskaparligum skrædli.
Umframt at tosa um hægri pensjónsaldur og effektiviseringar á eldraøkinum, kann
eisini verða neyðugt at viðgera og taka støðu til bygnaðarligar broytingar,
rationaliseringar og effektiviseringar í almenna geiranum, kommunusamanleggingar,
útjavning o.a. – við øðrum orðum reformpolitikki.
Útlitini fyri føroyska búskapin og samfelagið eru óviss, og tað er ikki líkamikið, hvat
verður sett í verk, nær og mótvegis hvørjum. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 19. januar 2024
Johan Dahl

-- 1 of 1 --