52-072/2023
Skerjing í fiskidagatalinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. jan. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
072.23 Svar frá D. Holm til Á. Skaale - Skerjing av døgum - Januar 2024.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 29. jan. 2024
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 26. januar 2024 Mál: 24/01389-2 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 52-072/2023 Svar til § 52 a fyrispurning nr. 52-072/2023 frá Árna Skaale, løgtingsmanni, til Dennis Holm, landsstýrismann, um skerjing í fiskidagatalinum Spurningar: 1. Hvør er væntaða ávirkanin á fiskivinnuaktørarnar, nú fiskidagatalið verður ásett eftir einari endurbyggingarreglu? 2. Hvørji eru høvuðsargumentini fyri, at endurbyggingarætlanin kemur til júst 20% niðurskurð og 10% niðurskurð? 3. Nær metir Havstovan, at stovnarnir aftur eru á nøktandi støði við verandi endurbyggingarætlan? 4. Eru nakrir fiskivinnuaktørar, sum verða so nógv ávirkaðir av hesum niðurskurðinum, at teirra rakstur sannlíkt ikki fer at hanga saman í ár? 5. Hvussu nógvir veiðudagar eru brúktir í 2023 hjá hesum bólkunum, samanborið við tillutaða dagatalið? a) Bólkur 2: (trolarar yvir 500 HK) – Ytru- og innaru leið b) Bólkur 3: (línuskip yvir 110 BT) c) Bólkur 4: (útróðrarbátar yvir 15 tons) d) Bólkur 4T: (trolarar við loyvi at veiða á landleiðini) e) Bólkur 5: (útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu) Svar: Til spurning 1 Fyrst er at siga, at sambært sjófeingislógini skal landsstýrismaðurin áseta fiskidagatalið eftir eini umsitingarætlan og veiðireglu, sum hevur meginreglur fyri burðardygga stovnsrøkt. -- 1 of 4 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 2/4 Í 2021, 2022 og 2023 var dagatalið sett eftir eini umsitingarætlan, sum ein arbeiðsbólkur legði lunnar undir í mai 2019, og sum landsstýrið seinni tók undir við. Bulurin í umsitingarætlanini er veiðireglan, ið sigur, hvussu fiskidagatalið skal stillast, alt eftir, hvussu stovnarnir av toski, hýsu og upsa eru fyri, og hvussu nógv vit fiska av stovninum (veiðilutfallið). Eftir veiðiregluni, sum var fyri 2021, 2022 og 2023, kundi dagatalið verða sett sum fimm prosent hægri ella lægri enn í fiskiárinum frammanundan ella vera óbroytt. Hendan veiðireglan skuldi eftirmetast triðja hvørt ár og í seinast lagi, áðrenn fiskidagar verða ásettir fyri 2024. Niðurstøðan í eftirmetingini var, at neyðugt er at broyta veiðiregluna, so hon betri leggur upp fyri støðum, har stovnar á landgrunninum eru illa fyri. Tí er eitt niðara vandamark (Blim) fyri støddina á stovninum sett inn afturat soleiðis, at um ein ella fleiri av stovnunum verða mettir at vera illa fyri og niðan fyri hetta markið, skal dagatalið fyri komandi fiskiár hjá bólki 3-5 skerjast við 20 prosentum og fiskidagatalið hjá bólki 2 við 10 prosentum. Fiskidagatalið í 2024 var ásett eftir endurskoðaðu veiðiregluni. Stovnsmetingarnar vísa, at toskastovnurin á landgrunninum er niðan fyri vandamarkið, Blim. Tí var fiskidagatalið hjá bólki 3-5 skert við 20 prosentum og fiskidagatalið hjá bólki 2 við 10 prosentum. Viðmerkjast skal, at endurbyggingarreglan í fyrsta umfari bert er galdandi fyri áseting av fiskidøgum í 2024. Hon skal eftirmetast, áðrenn fiskidagar verða ásettir fyri fiskiárið 2025. Tað er torført í løtuni at meta um, hvør væntaða ávirkanin á fiskivinnuaktørarnar er, nú fiskidagatalið verður ásett eftir einari endurbyggingarreglu. Við endurbyggingarætlanini hava allir bólkar færri fiskidagar enn í 2023. Men sum tølini í yvirlitinum niðanfyri vísa, kann ávirkanin vera ymisk millum bólkarnar. Summir bólkar hava í 2024 eitt dagatal, ið er væl omanfyri tað, teir hava brúkt undanfarnu trý árini. Hinvegin hava aðrir seinastu árini brúkt lutfalsliga nógvar av tillutaðu døgunum, og tí verður rásarúmið í 2024 minni enn hjá øðrum. Ásett dagatal 2024 Brúkt dagatal 2023 Brúkt dagatal 2022 Brúkt brúkt 2021 Bólkur 2: Trolarar 501-3000 HK: a) Innara fiskidagaleið 4.515 2.676 2.597 3.253 b) Ytra fiskidagaleið 1.594 852 532 789 Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons 1.583 1.181 1.471 1.382 Bólkur 4: Útróðrarbátar 15-110 tons á veiðu við línu 1.348 714 779 940 Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons og framtøku minni enn 500 HK á veiðu við troli 1.086 962 1.050 1.143 Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á veiðu við húki, av hesum 1.843 dagar markaðir til ikki fullriknar útróðrarbátar 6.090 4.423 4.037 4.685 Hvussu fiskidagatalið fer at verða stillað frameftir, og hvussu hetta kemur at ávirka vinnuaktørarnar, vita vit ikki. Hetta veldst um, hvussu fiskastovnarnir eru fyri, og hvussu -- 2 of 4 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 3/4 nógv vit taka úr stovnunum og eisini um, hvussu veiðireglan verður sett saman í 2025 og árini frameftir. Til spurning 2 Prosenttølini í veiðiregluni í 2024 byggja á eina meting, har bæði lívfrøðilig atlit og vinnulig atlit eru tikin við. Lívfrøðiliga talaði ringa støðan hjá toskinum fyri at hava møguleika at skerja fiskidagatalið við meira enn teimum fimm prosentunum, ið veiðireglan 2021-2023 legði upp til. Men fyri at vinnuaaktørarnir skulu hava ávísan stabilitet í fiskimøguleikunum, og at teir ikki sveiggjaðu ov nógv millum ár, var í endurbyggingarregluni sett eitt mark upp á 20 prosent fyri, hvussu nógv dagatalið kundi skerjast árliga, hóast onkur lívfrøðilig tilráðing talaði fyri størri niðurskurði. Millumtjóða havrannsóknarstovnurin, ICES, hevur mælt til, at einki verður fiskað av toski á landgrunninum í 2023 og 2024. Havstovan sínumegin mælti til, at fiskidagarnir hjá bólki 2, trolarar, verða 10 prosent minni enn í 2023, og at dagatalið hjá bólki 3-5 verður 20 prosent minni í 2024 enn í 2023. Til spurning 3 Hjá Havstovuni ber illa til at meta neyvt um, nær stovnarnir aftur eru á nøktandi støði við verandi endurbyggingarætlan. Tað, sum hevur mest at siga, fyri at fáa toskin aftur á nøktandi støði, er, at tilgongdin til gýtingarstovnin frameftir verður góð. Og her hava náttúruviðurskifti, føði o.a. týdning – viðurskifti, sum illa ber til siga nakað um frammanundan. Harumframt kann tað eisini hava týdning, hvørji stovnsrøktarátøk verða sett í verk. Í tí samanhangi er endurbyggingarreglan og dagatalið bert eitt av átøkunum. Til spurning 4 Tað er torført at siga frammanundan, um niðurskurðurin í fiskidøgum í 2024 fer at ávirka summar fiskivinnuaktørar so nógv, at teirra rakstur sannlíkt ikki fer at hanga saman í ár. Niðurskurðurin í dagatalinum í 2024 ávirkar fiskimøguleikarnar eftir botnfiski hjá aktørunum í føroyskum sjógvi. Men tað er ikki bert dagatalið, ið hevur týdning fyri raksturin. Minst líka avgerandi er, hvussu fiskiskapurin fer at hilnast, og hvør prísur fæst fyri fiskin. Oljuprísir, rentur o.tíl. hava eisini týdning fyri raksturin. Ein partur av heimaflotanum hevur verið í ringum sjógvi í nógv ár. Og lítið bendir á, at tann støðan er íkomin, tí skip og bátar hava ov fáar fiskidagar. Til spurning 5 Yvirlitið í talvuni niðanfyri vísir, hvussu nógvir fiskidagar eru brúktir í 2023, samanborið við ásetta dagatalið og dagatalið, sum er tillutað í fiskiloyvi fyri hvønn bólk í fiskidagaskipanini. -- 3 of 4 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 4/4 Ásett í kunngerð Tillutað í fiskiloyvi Brúkt Bólkur 2: Trolarar 501-3000 HK: a) Innara fiskidagaleið 5.017 4.555 2.676 b) Ytra fiskidagaleið 1.771 1.314 852 Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons 1.979 1.974 1.181 Bólkur 4: Útróðrarbátar 15-110 tons á veiðu við línu 1.685 1.318 714 Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons og framtøku minni enn 500 HK á veiðu við troli 1.358 1.358 962 Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á veiðu við húki, av hesum 1.843 dagar markaðir til ikki fullriknar útróðrarbátar 9.456 Felags fiskidagar 4.423 Dennis Holm landsstýrismaður -- 4 of 4 --
072.23 spm. til D. Holm frá Á. Skaale - Skerjing av døgum - Januar 2024.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 15. jan. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Árni Skaale, løgtingsmaður Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum Evni: Skerjing av fiskidøgum Spurningar: 1. Hvør er væntaða ávirkanin á fiskivinnuaktørarnar, nú fiskidagatalið verður ásett eftir einari endurbyggingarreglu? 2. Hvørji eru høvuðsargumentini fyri, at endurbyggingarætlanin kemur til júst 20% niðurskurð og 10% niðurskurð? 3. Nær metir Havstovan, at stovnarnir aftur eru á nøktandi støði við verandi endurbyggingarætlan? 4. Eru nakrir fiskivinnuaktørar, sum verða so nógv ávirkaðir av hesum niðurskurðinum, at teirra rakstur sannlíkt ikki fer at hanga saman í ár? 5. Hvussu nógvir veiðudagar eru brúktir í 2023 hjá hesum bólkunum, samanborið við tillutaða dagatalið? a) Bólkur 2: (trolarar yvir 500 HK) – Ytru- og innaru leið b) Bólkur 3: (línuskip yvir 110 BT) c) Bólkur 4: (útróðrarbátar yvir 15 tons) d) Bólkur 4T: (trolarar við loyvi at veiða á landleiðini) e) Bólkur 5: (útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu) Viðmerkingar: Tað eru rættiliga harðmæltar ákoyringar frá fleiri av aktørunum, nú fiskidagatalið er skert munandi. Tað er áhugavert at fáa at vita, hvussu fiskivinnuaktørarnir verða ávirkaðir, og hvussu útlitini eru fyri, at tingini blíva betri. Í miðlunum hava vit hoyrt fleiri, sum eru dapurskygdir um møguleikan fyri, at raksturin fer at hanga saman, so spurningurin er, um landsstýrið hevur havt hetta við í sínum metingum, nú dagarnir eru ásettir fyri 2024. Eisini er tað áhugavert at fáa at vita, hvussu forholdið er millum tillutaðar dagar og brúktar dagar. Á Løgtingi, 15. januar 2024 Árni Skaale -- 1 of 1 --