52-071/2023
Støðan í tunlum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. jan. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
_ 24_01185-2 Svar til fyrispurning 52-071_2023 um støðuna í tunlum 1745416_4_0.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 24. jan. 2024
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 24. januar 2024 Mál: 24/01185-2 Tygara skriv: 52-071/2023 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-071/2023 frá Árna Skaale, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um støðuna í tunlum Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu nógvir tunlar í Føroyum hava ikki innlagt el, og hvørjir eru hesir tunlarnir? 2. Hvussu nógvir tunlar hava einans neyðljós og ikki koyribanaljós, og hvørjir eru hesir? 3. Nær kann væntast, at Kunoyartunnilin verður uppgraderaður við koyribanaljósi? 4. Er ein prioriterað ætlan um, hvussu verandi tunlar verða uppstigaðir, soleiðis at teir liva upp til tey krøvini (ella vanligan standard), sum vera sett til tunlar í dag? Svar til spurning 1 Fyri at gera trygdina enn betri í tunlum landsins, hava Landsverk og Net samstarvað um at fáa fartelefonsamband í allar tunlar í Føroyum. Í hesum sambandi er el lagt til allar tunnilsmunnarnar, tó uttan at el-innleggingar til ljós og annað er lagt inn í allar tunlar. Tað eru 21 tunlar, ið eru í nýtslu. Av hesum eru 8 tunlar, sum ikki hava loftsljós. Teir eru: • Árnafjarðartunnilin (1965) • Hvannasundstunnilin (1967) • Sandvíkstunnilin (1970) • Villingardalstunnilin (1979) • Ritudalstunnlin (1980) • Mikladalstunnlin (1980) • Trøllanestunnilin (1985 • Kunoyartunnilin (1988) -- 1 of 2 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 2/2 Tunlarnir Norður um Fjall, Dalstunnilin og Fámjinstunnilin eru í gerð. Teir fara allir at hava loftsljós. Svar til spurning 2 Í dag er tað bert Kunoyartunnilin, sum hvørki hevur loftsljós ella neyðljós/rímingarljós. Her skal tó gerast vart við, at trygdin í tunlinum ikki einans er treytað av ljósviðurskiftunum, men eisini, hvørt tunlarnir eru útgjørdir við eldsløkkjarum, neyðtelefonum, ventilatión og annað. Kunoyartunnilin hevur fartelefonsamband og eldsløkkjarar. Svar til spurning 3 og 4 Eftir galdandi íløguætlan fyri 2018-2030 verða 20 mió. kr. játtaðar til at dagføra Leirvíkstunnilin, og 30 mió. kr. játtaðar til at dagføra Kollfjarðartunnilin árini 2027-2028. Aðrar dagføringar vera ikki nevndar beinleiðis í íløguætlanini, men verða 6-7 mió. kr. játtaðar árliga til at dagføra brýr og tunlar. Í samferðsluætlanini hjá Landsverki fyri 2018-2030 verður mælt til at dagføra Kunoyartunnilin, Gásadalstunnilin og Sumbiartunnilin. Einans Sumbiartunnilin er partvíst dagførdur. Kunoyartunnilin tørvar dagføringar. Um tunnilin skal lúka nútímans trygdarkrøv, skal ymisk útgerð setast upp í tunlinum. Samlaður kostnaður fyri dagføring er í 2018 prísum mettur til at verða 10-12 mió. kr. uttan váðaískoyti. Dagføring av tunlum eigur at verða raðfest fremri. Dennis Holm landsstýrismaður -- 2 of 2 --
071.23 spm. til D. Holm frá Á. Skaale - støðan í tunlum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 12. jan. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Árni Skaale, løgtingsmaður Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu – og samferðslumálum Evni: Støðan í tunlum Spurningar: 1. Hvussu nógvir tunlar í Føroyum hava ikki innlagt el, og hvørjir eru hesir tunlarnir? 2. Hvussu nógvir tunlar hava einans neyðljós og ikki koyribanaljós, og hvørjir eru hesir? 3. Nær kann væntast, at Kunoyartunnilin verður uppgraderaður við koyribanaljósi? 4. Er ein prioriterað ætlan um, hvussu verandi tunlar verða uppstigaðir, soleiðis at teir liva upp til tey krøvini (ella vanligan standard), sum vera sett til tunlar í dag? Viðmerkingar: Føroyskir tunlar eru sum heild á einum høgum støði. Tann elsti tunnilin er skiftur út við ein nýggjan og tíðarhóskandi, og teir næstelstu verða um ikki so langa tíð útskiftir við nýggjar modernaðar tunlar. Tað skerst tó ikki burtur, at nakrir av tunlunum ikki eru á hædd við tað, sum vit í dag halda vera nøktandi standard. Ein av hesum tunlunum er Kunoyartunnilin. Serligar er tað eyðsýnt, at eingi koyribanaljós eru í tunlinum. Lítil ella ongin trygdarútgerð er í tunlinum til Kunoyar, og er hetta undir tí standardinum, sum vit vænta, at tunlar í Føroyum hava. Tó skal sigast, at tað er ein eldsløkkjari fyri umleið hvørjar 200 metrar, men hesir hava ikki ljós. Eisini hoyrist telefonin í tunlinum. Fyri at fáa greiðu á, hvørjum støði føroysku tunlarnir eru á, verða hesir spurningarnir settir. Á Løgtingi, 12. januar 2024 Árni Skaale -- 1 of 1 --