← Løgtingsmál

52-070/2023

Bygdaleiðir og Eysturoyartunnilin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. jan. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
070.23 Svar frá D. Holm til Ey. Samuelsen - Bygdaleiðir 2024.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 25. jan. 2024

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
25. januar 2024
Mál: 24/00987-2
Tygara skriv: 52-070/2023
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-070/2023 frá Eyðgunn Samuelsen,
løgtingskvinnu, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum,
Dennis Holm, um Bygdaleiðir og Eysturoyartunnilin
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er arbeiðið at skipa fleiri túrar hjá Bygdaleiðum úr Klaksvík og gjøgnum
Eysturoyartunnilin byrjað?
2. Nær kann væntast, at nýggj ferðaætlan er tøk?
3. Hvussu nógv ferðandi vóru við Bygdaleiðum í 2023 sammett við 2022?
Svar til spurning 1
Strandferðslan arbeiðir miðvíst við at gera tillagingar á millum annað farleiðini millum
Norðurøkið og Tórshavn. Strandferðslan er tó í tí støðu, at sáttmálabundnar útreiðslur við
bussveitarar gera, at um fleiri túrar verða koyrdir gjøgnum Eysturoyartunnilin, er neyðugt
við hægri játtan, um ikki tænastan, á eitt nú leið 400 millum Norðurøkið og Tórshavn
umvegis Sundalagið, skal skerjast munandi.
Í dag eru 16 ymiskar Bygdaleiðir bundnar saman við koyringini á leið 400. Skal
Strandferðslan skerja koyringina á hesari leið, fyri at økja um koyringina millum Klaksvík
og Tórshavn umvegis Eysturoyartunnilin, fer hetta at gera tænastuna verri á flestu av
hesum leiðum.
Tað er sjálvandi ein munandi betri tænasta og umhvørvisvinarligari at stytta koyritíðina
millum Klaksvík og Tórshavn. Strandferðslan vísir tó á, at leið 400 er mest nýtta leið av
teimum 24 Bygdaleiðunum, og at ein stórur partur av ferðafólkunum á hesari leið skulu til
ella frá bygdum ávegis millum Klaksvík og Tórshavn.
Í dag ber eisini til at skifta millum leiðir og at nýta leið 450 millum Eysturøkið og
Tórshavn, fyri at koma aftur og fram millum Klaksvík og Tórshavn. Strandferðslan

-- 1 of 2 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/2
ásannar, at tænastan millum Norðurøkið og Tórshavn kann betrast, og at arbeitt verður við
tí.
At Strandferðslan skal rinda fult gjald fyri hvønn buss, sum skal gjøgnum
undirsjóvartunlarnar avmarkar fíggjarliga rásarúmið fyri at hækka tænastustøðið, t.d. at í
størri mun koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin, fyri at betra um tænastuna og koyritíðina
millum samanbundnu økini.
Svar til spurning 2
Strandferðslan fyrireikar seg í løtuni til summarferðaætlanina. Ein partur av hesum er at fáa
fleiri túrar á leið 401 millum Klaksvík og Tórshavn. Treytað av fígging og kapasiteti hjá
bussveitarum verður miðað eftir at gera fleiri tillagingar á Bygdaleiðum innan 1. mai 2024,
harundir á leið 401.
Svar til spurning 3
Samlaða ferðafólkatalið fyri 2023 var 521.125. Hetta er ein øking upp á 8% samanborið við
2022. Sí talvu niðanfyri.
Síðani 2020 eru áleið 200 túsund ferðafólk løgd afturat, og tí er ferðafólkatalið í 2023 nú
tað hægsta síðani 2014. Meðan okkara grannalond hava havt stórar avbjóðingar við at fáa
ferðafólkatalið í felagsferðsluni aftur á sama støði sum undan koronutíðini, so hevur
gongdin hjá Bygdaleiðum í hesum sambandi verið betri. Tað fegnast vit sjálvandi um, og
Strandferðslan fer at leggja nógv fyri, at góða gongdin skal halda fram komandi árini.
Ár Í alt Broyting Broyting % Index 2023
2013 523.955 0 100,00
2014 520.126 -3.829 -1% 99,27
2015 502.888 -17.238 -3% 95,98
2016 516.716 13.828 3% 98,62
2017 500.308 -16.408 -3% 95,49
2018 506.977 6.669 1% 96,76
2019 494.585 -12.392 -2% 94,39
2020 319.822 -174.763 -35% 61,04
2021 405.310 85.488 27% 77,36
2022 480.901 75.591 19% 91,78
2023 521.125 40.224 8% 99,46
Dennis Holm
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
070.23 spm. til D. Holm frá Ey. Samuelsen - Bygdaleiðir 2024.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 10. jan. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Bygdaleiðir og Eysturoyartunnilin
Spurningar:
1. Er arbeiðið at skipa fleiri túrar hjá Bygdaleiðum úr Klaksvík og gjøgnum
Eysturoyartunnilin byrjað?
2. Nær kann væntast, at nýggj ferðaætlan er tøk?
3. Hvussu nógv ferðandi vóru við Bygdaleiðum í 2023 sammett við 2022?
Viðmerkingar:
Landsstýrsmaðurin hevur upplýst í svari til undirritaðu (LM 52-011/2023), at
Strandferðslan er farin undir átak at fáa fleiri ferðafólk at ferðast við Bygdaleiðum og
at betra tænastuna hjá Bygdaleiðum sum heild.
Í samband við spurning mín í august 2023 um, nær ætlanin er at skipa fleiri túrar hjá
Bygdaleiðum úr Klaksvík gjøgnum Eysturoyartunnilin, upplýsti landsstýrismaðurin:
“Tá ið Sandoyartunnilin letur upp, er ætlanin eisini at gera hóskandi tillagingar,
soleiðis at Eysturoyartunnilin í framtíðini verður gagnnýttur betri til koyringina
millum Norðoyggjar, Eysturoy og Suðurstreymoy.”
Nú er Sandoyartunnilin tikin í nýtslu, men enn hevur onki verið alment at frætt um,
hvørjar tillagingar verða gjørdar, og nær væntast kann, at hesar verða settar í verk. Tí
verður hesin spurningur tikin framaftur.
At ferðslan hjá leið 400 er skipað uttanum Eysturoyartunnilin merkir, at tey ferðandi
brúka ein tíma eyka aftur og fram, hvørja ferð tey fara til Havnar ella Klaksvíkar.
Í dagsins samfelag ynskja fólk at ferðast stytstu leið, og harumframt er tað dýrari fyri
SSL og umhvørvið at koyra longstu leið. Her eru meirútreiðslur til brennievni, størri
útlát og meira slit á vegirnar. Harumframt er tað ikki gott fyri umhvørvið, at
stórir bussar við fáum ferðafólkum verða nýttir til henda flutning.
Við ársbyrjan metti Strandferðslan, at tað fór at verða ein vøkstur í ferðafólkatalinum í
2023 á umleið 10-15%. Nú árið er runnið hevði verið áhugavert at fingið upplýst,
hvussu henda meting helt.
Fyri at fáa greiðu á, hvussu gongur við ætlanum landsstýrismansins, verða hesir
spurningar settir.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 10. januar 2024
Eyðgunn Samuelsen

-- 2 of 2 --