← Løgtingsmál

52-068/2023

Afturbering av ymiskum avgjøldum fyri inn- og útfluttum bilum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. jan. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
068.23 spm. til R. Vang frá K. Durhuus - Afturbering av MVG á leigubilum og afturbering av virðisgjaldi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 5. jan. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52 í Tingskipanini
Spyrjari: Kim Durhuus, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Afturbering av MVG á leigubilum og afturbering av virðisgjaldi,
tá bilar verða útfluttir úr Føroyum
Spurningar:
1. Hvussu nógvir nýggir leigubilar vórðu skrásettir í Føroyum í 2021, 2022 og
2023?
2. Hvussu nógv hevur landskassin goldið í MVG-afturbering fyri hesar bilar í
2021, 2022 og 2023?
3. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at endurskoða reglurnar um MVG-
afturbering á leigubilum?
4. Hvussu nógvir bilar eru útfluttir úr Føroyum í 2021, 2022 og 2023?
5. Hvussu nógv hevur landskassin goldið aftur í virðisgjaldi fyri hesar útfluttu
bilar í 2021, 2022 og 2023?
6. Hvussu nógvir av hesum bilum vóru yngri enn 1 ár í 2021, 2022 og 2023?
7. Hevur landstýriskvinnan ætlanir um at endurskoða reglurnar um afturbering av
virðisgjaldi, tá bilar verða útfluttir úr Føroyum?
.
Viðmerkingar:
Tey seinastu árini er ferðafólkatalið í Føroyum økt munandi, og hevur tað viðført, at
fleri og fleiri leigubilar eisini eru komnir út á teir føroysku vegirnar at koyra.
Hesir leigubilar fáa afturbering úr landskassanum. Hetta kann undra almikið, tí eitt av
endamálunum við ferðavinnuni er jú at fáa øktar inntøkur – eisini til landskassan.
Tískil má staðfestast, at talan er um eina heldur ivasama skipan, sum letur upp fyri, at
MVG-frítøkan kann nýtast til onnur endamál enn tað, hon er ætlað til.
Tí verður hesin spurningur settur.
Á Løgtingi, 4. januar 2024
Kim Durhuus

-- 1 of 1 --
068.23 Svar frá R. Vang til K. Durhuus - Afturbering av MVG á leigubilum og afturbering av virðisgjaldi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 17. jan. 2024

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Løgtingið 17. januar 2024
Tinghúsvegur 1-3 J.nr: 24/00698-4
110 Tórshavn
Svar upp á spurning nummar 52-068/2023, skrivligur spurningur eftir § 52a frá Kim
Durhuus til Ruth Vang viðvíkjandi afturbering av MVG á leigubilum og afturbering av
virðisgjaldi, tá bilar verða útfluttir úr Føroyum
Sprningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu nógvir nýggir leigubilar vórðu skrásettir í Føroyum í 2021, 2022 og 2023?
2. Hvussu nógv hevur landskassin goldið í MVG-afturbering fyri hesar bilar í 2021, 2022
og 2023?
3. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at endurskoða reglurnar um MVG-afturbering á
leigubilum?
4. Hvussu nógvir bilar eru útfluttir úr Føroyum í 2021, 2022 og 2023?
5. Hvussu nógv hevur landskassin goldið aftur í virðisgjaldi fyri hesar útfluttu bilar í
2021, 2022 og 2023?
6. Hvussu nógvir av hesum bilum vóru yngri enn 1 ár í 2021, 2022 og 2023?
7. Hevur landstýriskvinnan ætlanir um at endurskoða reglurnar um afturbering av
virðisgjaldi, tá bilar verða útfluttir úr Føroyum?
Svar
Spurningur nr. 1
Sambært hagtølum frá Akstovuni pr. 15. januar 2024 er talið av akførum skrásett sum útleigan
hesi:
2021: 530
2022: 721
2023: 702
Spurningur nr. 2
Fyrstu ferð ein leigubilur verður skrásettur, so verður mvg´ið endurrindað eins og talan er um
aðrar bilar, sum eru keyptir í vinnuligum høpi. TAKS hevur ikki hagtøl upp á hesa
endurrindanina, tí talan er ikki um nakra serstaka uppgerð.
Tá leigubilar eftirfylgjandi verða seldir, fær felagið, sbrt. § 10, stk. 2 í mvg-lógini ein frádrátt á
í mesta lagi 60.000 kr., ið feløgini sjálvstøðugt draga frá í útgangandi avgjaldinum á teirra mvg-
uppgerð.

-- 1 of 3 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Síða 2 av 3
TAKS fær ikki innlit í útrokningini av mvg-uppgerðunum hjá feløgunum uttan so, at
roknskapartilfarið hjá feløgunum verður kallað inn. Tískil kann ikki staðfestast neyvt, hvussu
nógv feløgini hava drigið frá fyri leiguakfør í útgangandi avgjaldinum á teirra mvg-uppgerðum.
Kortini ber til at staðfesta, at frádrátturin fyri seld leiguakfør í útgangandi avgjaldinum fyri
2021-2023 í mesta lagi hevur verið:
2021: 400 x 60.000 kr. = 24.000.000 kr.
2022: 357 x 60.000 kr. = 21.420.000 kr.
2023: 86 x 60.000 kr. = 5.160.000 kr.
Spurningur nr. 3
Samgongan hevur sett sær fyri at endurskoða undantøkini í mvg-lógina eins og onnur almenn
avgjøld. Enn er støða ikki tikin til, hvørt reglurnar viðvíkjandi afturbering av mvg og
virðirgjaldi av leigubilum verða partur av endurskoðanini.
Spurningur 4
Niðanfyri er víst samlað yvirlit yvir útfluttar bilar í tíðarskeiðnum 2021-2023. Skilt verður
millum bilar, útfluttir sum vrak og aðrar bilar.
Spurningur 5
Niðanfyri er víst yvirlit hvussu nógv er endurrindað í virðisgjaldi av útfluttum akførum í
tíðarskeiðnum 2021-2023
Spruningur 6
Niðanfyri er víst yvirlit yvir hvussu nógvir bilar eru útfluttir frá 2021 til 2023 býtt eftir vrak
og aðrar bilar, og um bilarnir eru útfluttir innanfyri 1 ár ella aftaná 1 ár.
2021 2022 2023
Útflutt akfør í alt 107 215 275
Útflutt (vrak) 76 66 88
Útflutt (ikki vrak) 31 149 187
2021 2022 2023
Endurrindað virðisgjald 1.448.278 kr 9.127.290 kr 7.776.426 kr
2021 2022 2023
Útflutt (vrak) 76 66 88
yngri enn 1 ár. 1 0 1
eldri enn 1 ár. 75 66 87
Útflutt (ikki vrak) 31 149 187
yngri enn 1 ár. 3 83 129
eldri enn 1 ár. 28 66 58
Útflutt akfør í alt 107 215 275

-- 2 of 3 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Síða 3 av 3
Spurningur 7
Samgongan hevur sett sær fyri at endurskoða undantøkini í mvg-lógina eins og onnur almenn
avgjøld. Enn er støða ikki tikin til, hvørt reglurnar viðvíkjandi afturbering av mvg og
virðirgjaldi av leigubilum verða partur av endurskoðanini.
Tinganes, tann 17. januar 2024
Ruth Vang
landsstýriskvinna

-- 3 of 3 --