52-067/2023
Trot á hegnigum hondum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 13. jan. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
067.23 Svar frá D. N. Joensen til U.H. Johannesen - um trot á hegnigum hondum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 15. jan. 2024
Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo Løgtingið 12. januar 2024 Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-56 100 Tórshavn Viðgjørt: TB Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-067/2023 frá Una Holm Johannesen, løgtingsmanni, um trot á hegnigum hondum, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin ítøkiliga at uppraðfesta og fáa fjølbroyttari útboð av yrkisútbúgvingum og vinnurættaðum útbúgvingum? 2. Hvussu arbeiðir landsstýrismaðurin við at styrkja vaksnamannaútbúgvingar og eftirútbúgvingar? 3. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at samskipa granskingararbeiðið betur? Svar Til 1: Tá tað umræður fjølbroytni á yrkisútbúgvingarøkinum, hevur tað týdning at vísa á, at Føroyar hava eitt rættuliga stórt útboð av yrkisútbúgvingum. Í verandi løtu vera 15 ymiskar yrkisútbúgvingar bodnar út í føroyskum skúlum, tá allar sergreinir vera taldar við. Harumframt hava vit eina langa røð av útbúgvingum, har lærupláss eru í Føroyum, meðan skúlagongdin verður tikin í donskum skúlum. Á summum av hesum ber eisini til at taka ein part av skúlagongdini í Føroyum. Eitt yvirlit yvir verandi útbúgvingar er at finna í kunngerð nr. 17 frá 14. februar 2023 um sáttmálaskylduga yrkisútbúgving, upptøku í skúla- og floksbýtistal, sí skjal 1 og 2 í nevndu kunngerð: https://logir.fo/Kunngerd/17-fra-14-02-2023-um-sattmalaskylduga-yrkisutbugving-upptoku-i-skula- og-floksbytistal Harafturat vísir hagtalsskráin á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum eina góða mynd av tí fjølbroytni, sum er innan yrkisútbúgvingarøkið: https://www.yrkisdepilin.fo/hagtoel Í næstum fer Barna- og útbúgvingarmálaráðið eisini at viðgera nøkur tilmælir, sum snúgva seg um at seta nýggjar yrkisútbúgvingar á stovn. Talan er eitt nú um eina læknaskrivaraútbúgving og eina yrkisútbúgving innan KT-support. Hetta skal sum sagt viðgerast, áðrenn endalig støða verður tikin til hesi tilmæli. -- 1 of 3 -- B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo 2/3 At raðfesta er tó ikki altíð at stovna nýggj útbúgvingartilboð. Tað er eisini at hjúkla um tey tilboð, sum eru, og at menna útbúgvingarnar upp á ymiskar mátar. Tí varð ein arbeiðsbólkur settur í fjør, sum hevur til uppgávu at betra um yvirgongdina millum ávísar yrkisrættaðar útbúgvingar og hægri lestur. Her hevur verið hugt at útbúgvingunum í Heilsuskúla Føroya, og yvirgongdini til Fróðskaparsetur Føroya, umframt at tað eisini verður hugt at líknandi møguleikum fyri yrkisútbúgvingarnar. Tað, sum hevur verið umrøtt í hesum arbeiðsbólki er, at seta eina suppleringsskipan í verk, sum kann bjóða út fakpakkar, sum geva atgongd til hægri lestur. Hesa vikuna er eisini ein arbeiðsbólkur settur, sum skal endurskoða lógarverkið, tá tað kemur til hægri yrkisrættaðar útbúgvingar, sum vit kenna frá eitt nú Hægri Námi á Glasi og á Miðnámi á Kambsdali. Arbeiðsbólkurin fer eisini at viðgera møguleikarnar fyri yvirbygnaðum til tær framhaldsútbúgvingar, sum í dag verða bodnar, og yvirgongdina millum hesar útbúgvingarnar og tær á Fróðskaparsetri Føroya. Til 2: Í 2018 varð eitt álit handað táverandi landsstýriskvinnu í útbúgvingarmálum, Rigmor Dam, um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil í Føroyum. Álitið inniheldur fleiri væl grundað tilmæli, sum taka útgangsstøði í tí føroyska arbeiðsmarknaðinum, samstundis sum tað viðger, hvussu hesi viðurskifti verða skipað í okkara grannalondum. Álitið er rættiliga ítøkiligt í sínum tilmælum, men ein fortreyt fyri at kunna seta hesi tilmæli í verk, er, at ein fíggingarleistur verður funnin. Annars kann sigast, at arbeitt verður við at menna eina skipan, sum leggur eftirútbúgvingar fyri lærarar, námsfrøðingar og onnur á Fróðskaparsetri Føroya í eina fasta legu. Hetta er fyrst og fremst eftirútbúgvingar, sum fólkaskúlin tørvar, men kann eisini hugsast til aðrar starvsbólkar. Skipanin skal tryggja, at tað alla tíð verður møguligt at taka eina eftirútbúgving, og at hesar útbúgvingarnar koma at rotera ár um ár. Til 3: Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan er sett at ráðgeva Føroya Landsstýri og vinnu um yvirskipaða politikk Føroya við felags hugsjón á økinum. Í august 2023 legði ráðið fram sína fyrstu ársfrágreiðing, sum hevur átta tilmæli til at styrkja gransking, menning og nýskapan í Føroyum. Mælt verður til tættari samstarv, styrktar karmar og meira fígging. Ein av høvuðsniðurstøðunum í ársfrágreiðingini er tørvurin at fáa tættari samstarv í lag millum granskarar á granskingarstovnum og í privatum fyritøkum. Mælt verður til, at Fróðskaparsetrið verður snúningsdepil fyri gransking, menning og nýskapan. Nakrir av føroysku granskingarstovnunum og Granskingarráðið umrøddu á vári 2023, hvussu granskingarátøk og -øki kunnu eyðmerkjast og raðfestast í felags samstarvi, so føroysk gransking kann mennast og flytast fram á leið til gagns fyri granskingarumhvørvið og samfelagið sum heild. Granskingarstovnarnir í Føroyum skipaðu í november 2023 eitt nýtt samstarv undir heitinum "Leiðsluforum fyri føroyska gransking." Við at styrkja samstarvið millum granskingarstovnarnar í Føroyum, fæst ein felagsrødd í samskiftinum við politiska myndugleikan og tey, sum fíggja gransking innan- og uttanlands. Gransking, menning og nýskapan eru avgerandi fyri at brynja okkum til eina framtíð við broyttum fortreytum. Og hóast tað hevur gingið framá á hesum økinum í Føroyum, mugu vit sum samfelag -- 2 of 3 -- B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo 3/3 gera nógv meira fyri at brynja okkum til nútíðina og framtíðina. Hetta var í stuttum boðskapurin frá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan í fyrstu ársfrágreiðingini. Vinarliga Djóni Nolsøe Joensen landsstýrismaður -- 3 of 3 --
067.23 spm. til D. N. Joensen frá U.H. Johannesen - um trot á hegnigum hondum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 2. jan. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum Evni: Trot á hegnigum hondum Spurningar: 1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin ítøkiliga at uppraðfesta og fáa fjølbroyttari útboð av yrkisútbúgvingum og vinnurættaðum útbúgvingum? 2. Hvussu arbeiðir landsstýrismaðurin við at styrkja vaksnamannaútbúgvingar og eftirútbúgvingar? 3. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at samskipa granskingararbeiðið betur? Viðmerkingar: Tað er avgerandi, at vit hava eina fjølbroytta arbeiðsmegi í Føroyum, men atgongd til skikkaða arbeiðsmegi er ein avbjóðing í bæði almenna og privata geiranum. Loysnin er samansett, men ein tungur partur er ein góður og virkin útbúgvingarpolitikkur, sum megnar at sameina útbúgving, gransking og vinnulív. Roknað verður við, at tað fara at vanta okkurt um 1.000 starvsfólk í heilsu- og umsorganarøkinum um nøkur ár. Tað eigur at vera ein landspolitisk uppgáva at útbúgva fólk, men stóri tørvurin hevur havt við sær, at Tórshavnar kommuna av sínum eintingum er farin at samstarva við VIA University College í Danmark um at útbúgva hjálparfólk. Samstundis vita vit, at føroyskar fyritøkur sóknast eftir hondum, sum kunnu skapa, byggja, viðlíkahalda og tæna. Vinnuhúsið sigur, at fyritøkur leita eftir hondum, sum kunnu byggja og umvæla bygningar, skip, vegir, bilar og tunlar, og sum kunnu baka, gera mat, sniðgeva og annað. Tað eru millum annað smiðir, mekanikarar, timburfólk, kokkar, elektrikarar, sveisarar, alarar, snikkarar og bakarar. Handilsflotin hevur eisini trupult við at fáa nóg mikið av skikkaðum sjófólki, og at umskúla sjófólk, so tey eru til reiðar til orkuskiftið. Fyritøkur sóknast somuleiðis eftir starvsfólkum við KT-førleikum. Støðan á arbeiðsmarknaðinum krevur ein virknan og ambitiøsan útbúgvingarpolitikk. Samgongan setti sær eisini fyri í samgonguskjalinum, at yrkisútbúgvingar skulu raðfestast frammarlaga við fleiri yrkisútbúgvingum, fáa vaksnaútbúgving, eftirútbúgving til røktarfólk og fakfólk, fleiri vinnurættaðar útbúgvingar og KT-útbúgvingar, stovna sjóvinnuútbúgving á miðnámi og universitetsstigi, og at fáa eina langtíðarætlan fyri føroyska gransking. Fyri at vita, hvussu tað gongur við hesum, og hvørji átøk kunnu væntast at verða framd í næstum, verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 2. januar 2024 Uni Holm Johannesen -- 1 of 1 --