← Løgtingsmál

52-066/2023

Spurningur um Sandslíð

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 13. jan. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
066.23 Svar frá D. Holm til S. E. Nolsø - Spurningur um Sandslíð.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 17. jan. 2024

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
17. januar 2024
Mál: 24/00047-2
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-066/2023
Svar til § 52 a fyrispurning nr. 52-066/2023 frá Sólvit E. Nolsø, løgtingsmanni, til
Dennis Holm, landsstýrismann, um vegin í Sandslíð
Spurningar:
1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin við vegnum í Sandslíð?
2. Er ætlanin at halda fast í tí, ið samferðsluætlanin leggur upp til?
3. Eru dagførdar kostnaðarmetingar gjørdar upp á loysnirnar í Sandslíð?
Svar:
Til spurning 1 og 2
Vegurin gjøgnum Sandslíð til eysturbygdirnar á Sandoynni er bygdur í 1920 - 21 og er ein
av elstu vegum í landinum. Vegurin er ein 1,5 kilometrar langur, einbreytaður vegur.
Dagliga koyra millum 400 og 500 akfør á vegnum.
Tað er neyðugt at dagføra farleiðina, og hava tvær ymiskar loysnir verið frammi.
Eftir íløguætlanini (vald loysn) verður vegurin gjøgnum Sandslíð dagførdur, har vegurin er
til bygdirnar á eystursíðuni á Sandoynni. Har er lítil ferðsla, og mælir Landsverk til at víðka
vegin til tvær farbreytir, og tryggja teinin móti omanlopum.
Í 2021 - 22 var játtan tøk til vegin, og er verkætlanin fyrireikað, prosjekterað og klár at
bjóða út. Eftir íløguætlanini verður hendan verkætlanin gjørd í 2025 - 2026, og verða eftir
ætlan 23 mió. kr. játtaðar í 2025 og 23 mió. kr. í 2026.
Hin loysnin við vegnum í Sandslíð er at breiðka verandi veg, umframt at gera ein stuttan
tunnil uppá 380 metrar á Líðarenda, har vegurin er serliga trupul at breiðka.

-- 1 of 2 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/2
P/F Suðuroyartunnil mælir til eina loysn, har Suðuroytunnilin gongur frá Skarvanesi til
Sandvíkar. Tað merkir, at tað verður munandi meira og tyngri ferðsla í Sandslíð, um tann
loysnin verður vald. Vegurin verður tá ein av høvuðsfarleiðunum í landinum við nógvari
ferðslu.
Málið má tí takast upp av nýggjum, tí tað verður neyðugt við eini størri breiðkan, enn um
vegurin bert er til eysturbygdirnar, og ein partur av vegnum í Sandslíð verður helst lagdur í
ein tunnil. Best er ikki at seta arbeiðið at breiðka líðina í gongd, uttan so at mann í báðum
førum ætlar at gera ta størru breiðkanina.
Til spurning 3
Fyrra loysnin, har vegurin í Sandslíð verður breiðkaður til ein tvíbreytaðan veg til at nøkta
ferðsluna til eysturbygdirnar, var mett til 40 - 45 mió. kr. í 2021 prísum. Landsverk
viðmerkir, at verkætlanin kann verða trupul at gera, tí tað er brattlendi í Sandslíð, og eigur tí
at verða roknað við einum hægri váðaískoyti, soleiðis at samlaði kostnaðurin verður einar
50 - 55 mió. kr.
Um vegurin gjøgnum Sandslíð skal vera ein av høvuðsfarleiðum landsins, har vegurin
verður breiðkaður, og stuttur tunnil gjørdur, vísir ein júst dagførd kostnaðarmeting, at
verkætlanin kostar einar 107 mió. kr. við váðaískoyti.
Dennis Holm
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
066.23 spm. til D. Holm frá S. E. Nolsø - Spurningur um Sandslíð.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 2. jan. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sólvit E. Nolsø, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Vegurin í Sandslíð
Spurningar:
1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin við vegnum í Sandslíð?
2. Er ætlanin at halda fast í tí, ið samferðsluætlanin leggur upp til?
3. Eru dagførdar kostnaðarmetingar gjørdar upp á loysnirnar í Sandslíð?
Viðmerkingar:
At tunnilin í Sandoynna er latin upp fyri ferðslu er eitt frambrot fyri Sandoynna.
Tunnilin fer tó eisini at hava við sær, at ferðslan í oynni mest sannlíkt fer at økjast.
Partur av vegakervinum í Sandoynni er ikki gjørt til at klára nógv meira ferðslu.
Ein av hesum teinum er Sandslíð, ið er líðin, tá tú koyrir av Sandi og til bygdirnar
eystanfyri. Havandi í huga, at ein stór byggiverkætlan eftir ætlan skal í gongd í
Skálavík og at ein tunnil til Suðuroynna helst fer niður í Djúpadali, er tað ikki bara ein
økt vanlig ferðsla, sum fer ígjøgnum Sandslíð, men eisini tyngri ferðsla.
Sambært samferðsluætlanini hjá Landsverki er ætlanin at fara undir at dagføra
Sandslíð í 2025, og tvær loysnir eru skotnar upp. Onnur er at dagføra verandi leið til
tvær breytir og tryggja leiðina móti omanlopi. Hin loysnin er at dagføra verandi veg
og gera ein stuttan tunnil (uml. 400 metrar) á Líðarenda, har vegurin er trupul at
breiðka.
Fyrra loysnin er í 2018 mett at kosta millum 25 og 35 milliónir krónur og seinna
loysnin er mett at kosta millum 290 og 350 milliónir krónur.
Landsverk mælir til fyrru loysnina og verkætlanin er mett at taka eitt ár.
Á fíggjarlógini eru 23 milliónir settar av til Sandslíð í 2025 og aðrar 23 milliónir í
2026.
Á Løgtingi, 2. januar 2024
Sólvit E. Nolsø

-- 1 of 1 --