52-065/2023
Viðvíkjandi príseftirliti
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 6. jan. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
065.23 Svar frá H. Hoydal til J. Joensen - um príseftirlit.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 11. jan. 2024
Sjá útdrigin tekst
1 / 2 Uttanríkis- og vinnumálaráðið Løgtingið Tórshavn 10. januar 2024 Tinghúsvegur 1-3 Journal nr.: 23/25605 Postboks 208 110 Tórshavn Føroyar Svar upp á spurning nummar 52-065/2023, skrivligur spurningur eftir § 52a frá Jóhannisi Joensen til Høgna Hoydal viðvíkjandi príseftirliti Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Nær verður príseftirlitið skipað? 2. Fer príseftirlitið at hava eftirlit við prísunum á øllum økjum um alt landið? 3. Verður eftirlit við, at mvg-frítøkur fáa tann virknað, sum ætlað? Her verður hugsað um frítøku á fleiri økjum, bæði innan gerandisvørur, grønar orkusparingar og elbilar. Svar Spurningur nr. 1 So títt og knapt tá og um Løgtingið hevur tikið undir við og avgreitt málið, ið varð lagt fram 18. desember 2023. Talan er um Løgtingsmál nr. 057/2023 um uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kapping (Eftirlit við prísi við marknaðargreining og nágreining av prosessparti). Nýggju heimildarnar at hava eftirlit við prísi eru skotnar upp at fáa gildi, dagin eftir, at lógin er lýst. Spurningur nr. 2 Ja. Í uppskotinum verður lagt upp til, at Kappingareftirlitið fremur eftirlit við prísi við tí endamáli at skapa virkna kapping. Virkisøkið hjá Kappingareftirlitinum er ásett í § 2 í kappingarlógini og fevnir við ávísum undantøkum um øll sløg av vinnuvirksemi og almennum stuðli til vinnuvirksemi og um alt landið. Spurningur nr. 3 Eingin ivi er um, at príshækkingarnar (og rentuhækkingar) seinastu árini eru sera tyngjandi fyri gerandisdagin hjá føroysku húsarhaldunum og ikki minst hjá lág- og miðalinntøkum. Síðani kappingarlógin av fyrstani tíð kom í gildi í Føroyum, hevur eftirlit við prísum verið bygt á grundreglurnar í lógini um at tryggja og hava eftirlit við kapping eftir marknaðartreytum – tað er við grundarlagi í útboði og eftirspurningi, og at marknaðarstøður ikki verða misnýttar, ella prísir og vinningur avtalað. -- 1 of 2 -- 2 / 2 Við uppskotinum, sum er lagt fram í Løgtinginum, er ætlanin at veita Kappingareftirlitinum fleiri heimildir og víðka um virkisøkið í kappingarlógini til tess at hava betri eftirlit við prísi og betri amboð at skapa virkna kapping. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 10. januar 2024 Høgni Hoydal landsstýrismaður -- 2 of 2 --
065.23 spm. til H. Hoydal frá J. Joensen - um príseftirlit.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 22. des. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum Evni: Viðvíkjandi príseftirliti Spurningar: 1. Nær verður príseftirlitið skipað? 2. Fer príseftirlitið at hava eftirlit við prísunum á øllum økjum um alt landið? 3. Verður eftirlit við, at mvg-frítøkur fáa tann virknað, sum ætlað? Her verður hugsað um frítøku á fleiri økjum, bæði innan gerandisvørur, grønar orkuskipanir og elbilar. Viðmerkingar: Bankar og heilsølur hava met yvirskot, meðan vanliga fólkið hevur trupulleikar at fáa endarnar at røkka saman fíggjarliga. Hetta kann tykjast undarligt, tá hugsað verður um fíggjarstøðuna hjá landi og húsarhaldi. Eitt príseftirlit hevur tí skund fyri at hava eitt betri eftirlit við støðuni. Bankarnir hava seinastu árini hækkað tænastugjøldini hjá kundunum. Ein av grundgevingunum hjá bankunum fyri at hækka gjøldini var, at rentan varð lág og lutvíst negativ. Tað merkti, at bankarnir ikki vunnu nóg nógvan pening í mun til krøvini, teir skulu lúka. Nú rentan er hækkað nógv og er komin upp um 5 % markið, er onki at hoyra frá bankunum um at lækka gjøldini aftur. Her kundu bankarnir hugsað sosialt rættari. Samstundis eru húsarhaldini meira sperd við høgum prísum og høgum rentutrýsti. Vøksturin í brúkaraprístalinum er hin hægsti í 40 ár. Hugsast kann, at skulu bankarnir fáa viðrák millum fólkið í landinum, mugu teir eisini hjálpa sperdu húsarhaldunum. Tað kann ikki bara snúgva seg um at vinna pening. Eisini hoyrist at heilsølur og timburhandlar hava metyvirskot, hóast prísir fara upp og keypiorkan minkar. Vónandi hava hesar vinnur ikki hækkað prísin óneyðuga nógv í mun til prísstøðið. Hesin spurningurin fær ikki minni týdning, tá samgongan komandi ár fer at frítaka gerandisvørur sum mjólk, breyð, frukt og grønmeti fyri mvg, so hesar vørur gerast bíligari. Príseftirlitið má tá halda eyga við, at føroyska familjan fær vinningin av hesum átaki – og ikki matvøruhandlarnir. Á Løgtingi, 22. desember 2023 Jóhannis Joensen -- 1 of 1 --