← Løgtingsmál

52-064/2023

Um føroyskar pengaseðlar, serliga túsundkrónuseðlar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 3. jan. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
064.23 Svar frá R. Vang til H. Jensen - um pengaseðlar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 3. jan. 2024

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 3. januar 2024
J. nr.: 23/25467-2
Viðgjørt: JS
Svar til §52a fyrispurning nr. 52-064/2023 frá Hannu Jensen, løgtingskvinnu, settur
landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um pengaseðlar.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar eru ætlanirnar við føroyska túsundkrónuseðlinum ?
2. Hvørjar eru ætlanirnar við eldru føroysku pengaseðlunum og føroyskum pengaseðlum
sum heild ?
3. Hvat verður svarið til donsku stjórnina og danskar myndugleikar um hesi mál?
4. Hvørjar eru langtíðarætlanirnar við pengaseðlum og myntum í Føroyum sum
gjaldsmiðlar í framtíðini ?
Svar:
Avgerðin um at heinta inn eldri pengaseðlar og ógilda túsundkrónuseðilin fevnir einans um
danskar pengaseðlar.
Landsstýrið hevur ongar ítøkiligar ætlanir um at gera broytingar viðvíkjandi føroysku
pengaseðlunum. Samskiftið við donsku myndugleikarnar hevur higartil, fyri meginpartin, snúð
seg um at samskipa kunningina viðvíkjandi donsku pengaseðlunum, ið skulu heintast inn í
Føroyum.
Møguligar broytingar viðvíkjandi føroysku pengaseðlunum verða bert framdar, um føroysk
viðurskifti gera, at tað er neyðugt, t.d. við atliti at fyribyrgja hvítvasking og fíggjarligan
kriminalitet. Sambært lóg um pengaseðlar vm. í Føroyum verður hetta gjørt eftir avtalu millum
Statsministeriið og Landsstýrið.
Landsstýrið er farið undir at kanna, um tørvur er á at gera broytingar.
Tinganes, 3. januar 2024
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
064.23 spm. til R. Vang frá H. Jensen - um pengaseðlar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. des. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Um føroyskar pengaseðlar, serliga túsundkrónuseðlar
Spurningar:
1. Hvørjar eru ætlanirnar við føroyska túsundkrónuseðlinum ?
2. Hvørjar eru ætlanirnar við eldru føroysku pengaseðlunum og føroyskum
pengaseðlum sum heild ?
3. Hvat verður svarið til donsku stjórnina og danskar myndugleikar um hesi mál?
4. Hvørjar eru langtíðarætlanirnar við pengaseðlum og myntum í Føroyum sum
gjaldsmiðlar í framtíðini ?
Viðmerkingar:
Á tíðindafundi hin 30. november 2023 kunngjørdi danski tjóðbankin, at frá 31. mai í
2025 verða allir danskir pengaseðlar, sum eru eldri enn sonevnda 2009 – røðin,
ógyldugir, og at nú verða teir heintaðir inn. Ymsir partar greiddu frá tí stóra
inntrivinum, og hvørja ávirkan tað fær- og tess ávirkan á nevndu partar, og tíðindafólk
settu spuningar um, hvussu hetta inntriv fór at ávirka samfelagið, serstakliga einstaka
borgaran. Pengapolitikkur er felagsmál, so hetta mál hevur stóran áhuga fyri Føroyar,
tí hóast vit hava egnar pengaseðlar, so er danska krónan okkara gjaldoyra og verða vit
munandi ávirkað av øllum, sum fyriferst á hesum øki í Danmark.
Ein onnur merkisverd broyting verður, at túsundkrónuseðilin, sum er partur av 2009-
røðini, ið annars verður varðveitt, verður ógyldugur frá 31. mai 2025.
Grundgevingarnar snúgva seg um hvítvasking og annan fíggjarligan kriminalitet og
um minni nýtslu og harvið minni tørv á pengaseðlum, soleiðis at seðlarnir 500 kr.,
200 kr., 100 kr. og 50 kr. metast at verða nøktandi í framtíðini. Boðskapurin leggur
upp til fleiri spurningar, m.a. hvussu ein veit, at tað ikki verður ov tvørligt ikki at
kunna nýta túsundkrónuseðlar, og hvussu tann, sum fegin vil halda fram at nýta reiðan
pening, skal fyrihalda seg, nú tað sýnist at fara at verða tvørligari og tvørligari sum frá
líður. Eisini verður spurt, um tey fáu kriminellu í hesum máli skulu skerja
virkisfrælsið og valmøguleikarnar hjá vanligum hampafólkum, tá um góðar
møguleikar at nýta reiðan pening eftir egnum vali ræður. Sambært heimasíðu danska
tjóðbankans er danska stjórnin í samskifti við føroysku myndugleikarnar um, hvørt
føroyski túsundkrónuseðilin skal heintast inn, og eisini um teir eldru føroysku
pengaseðlarnir skulu. Mong spyrja um, hvat føroyskir myndugleikar ætla við
pengaseðlum, hvussu ætlað er at tryggja góðar virkismøguleikar í framtíðini við
reiðum peniningi, hvørjar ætlanirnar eru við eldru føroysku pengaseðlunum, við
túsundkrónuseðlinum og við hesum øki sum heild og hvat svarið verður til donsku
myndugleikarnar, sum siga seg vera í samskifti við føroyskar myndugleikar um málið.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 18. desember 2023
Hanna Jensen

-- 2 of 2 --