← Løgtingsmál

52-063/2023

Lønarlyft

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 29. des. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
063.23 Svar frá R. Vang til S. Bertholdsen - Lønarlyft.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 2. jan. 2024

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 29. desember 2023
J. nr.: 23/25258-2
Viðgjørt: MJ
Svar til §52a fyrispurning nr. 52-063/2023 frá Súsannu Bertholdsen, løgtingskvinnu, settur
landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um lønarlyft.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørji atlit eru tikin, tá avgerð varð tikin um, hvørjir starvsbólkar skuldu fáa lønarlyft?
2. Hvussu nógvar krónur meira um mánaðin fáa útvaldu starvsbólkarnir?
3. Hvussu hevur Fíggjarmálaráðið roknað seg fram til júst hesar upphæddirnar?
Svar:
Til nr. 1
Í samgonguskjalinum varð avtalað, at samgongan vil geva lægst løntu bólkunum á
umsorganarøkinum eitt lønarlyft. Landsstýrið hevur avgjørt, at námsfrøðingar,
námsfrøðihjálparar, hjálparfólk, heilsurøktarar og heilsuhjálparar verða umfataðir av
lønarlyftinum. Talan er um bólkar, sum starvast innan eldra-, dagstovna- og almannaøkið, har
trupult er at nøkta starvsfólkatørvin. Sostatt er talan um eina politiska raðfesting, sum landsstýrið
metir er fíggjarliga burðardygg, samstundis sum hon røkkur málinum um at geva hesum útvaldu
bólkum eitt tiltrongt lønarlyft.
Til nr. 2
Mánaðarlønin hjá starvsbólkunum, sum eru fevndir av lønarlyftinum, hækkar við hesi upphædd:
Heilsurøktarar: kr. 1.390,-
Heilsuhjálparar: kr. 1.448,-
Heimahjálparar: kr. 1.096,-
Námsfrøðingar: kr. 1.039,-
Hjálparfólk við útbúgving: kr. 2.896,-
Hjálparfólk uttan útbúgving hjá landinum: kr. 1.026,-
Hjálparfólk uttan útbúgving hjá kommununum: kr. 1.066,-
Til nr. 3
Landsstýrið hevur sett sær fyri, at lønarlyftið skuldi bøta um lægstu lønirnar á
umsorganarøkinum, og tí varð avgjørt, at mánaðarlønirnar skuldu hækka millum kr. 1.000 -
1.500. Námsfrøðihjálparar við útbúgving hava fingið nakað meira, tí henda lønin var mett ov lág

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
í mun til longdina av útbúgvingini. Umframt at lønarlyftið skuldi hava ein ávísa stødd fyri at gera
mun og røkka endamálinum, hevur landsstýrið eisini tikið hædd fyri lønarlagnum millum
starvsbólkarnar og longdini á ymisku útbúgvingunum, tá ið lønarlyftið varð ásett.
Tinganes, 29. desember 2023
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
063.23 spm. til R. Vang frá S. Bertholdsen - Fyrispurningur lønarlyft.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 15. des. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Lønarlyft
1. Hvørji atlit eru tikin, tá avgerð varð tikin um, hvørjir starvsbólkar skuldu fáa lønarlyft?
2. Hvussu nógvar krónur meira um mánaðin fáa útvaldu starvsbólkarnir?
3. Hvussu hevur Fíggjarmálaráðið roknað seg fram til júst hesar upphæddirnar?
Viðmerkingar:
Í fleiri ár hevur verið ávarað ímóti stóra starvsfólkatrotinum innan umsorganarøkini, sum fer at raka
sera meint, um einki verður gjørt; ein orsøk er lønarlagið.
1. januar 2024 hækkar lønin hjá hjálparfólkum, sum starvast innan barna-, almanna- og eldraøkið,
hjá námsfrøðingum, hjá námsfrøðihjálparum, hjá heilsushjálparum og hjá heilsurøktarum.
Á Løgtingi, 15. desembur 2023
Súsanna Bertholdsen

-- 1 of 1 --