52-062/2023
Skattalætti og lønarlyft hjá lágløntum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 29. des. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
062.23 Svar frá R. Vang til L. Weihe -Skattalætti og lønarlyft hjá lágløntum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 4. jan. 2024
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 4. januar 2024 J. nr.: 23/25263-2 Viðgjørt: DH Svar til §52a fyrispurning nr. 52-062/2023 frá Liljan Weihe, løgtingskvinnu, settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um skattalætta og lønarlyft hjá lágløntum. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvør var inntøkan hjá hesum bólkum í fulltíðarstarvi og á hægsta lønarstigi 1. august 2023 og hvussu nógv høvdu tey eftir aftaná skatt og føst gjøld: - Ófaklært krambafólk, lønt eftir sáttmála ml. Samverk (S&K) og Føroya Arbeiðsgevarafelag í lønarbólki 2 - Arbeiðari, sum fær fasta mánaðarløn eftir sáttmála ml. Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag - Heilsuhjálpari løntur eftir sáttmála ml. Heilsuhjálparafelagið og KAF - Heilsurøktari løntur eftir sáttmála ml. Heilsurøktarafelagið og FMR 2. Hvør verður inntøkan hjá omanfyri nevndu bólkum í fulltíðarstarvi og á hægsta lønarstigi 1. januar 2024, og hvussu nógv hava tey eftir aftaná skatt? 3. Hvør verður inntøkan hjá omanfyri nevndu bólkum í fulltíðarstarvi og á hægsta lønarstigi 1. januar 2025, og hvussu nógv hava tey eftir aftaná skatt? Svar: Spurt verður um inntøkur og skatt fyri fýra starvsbólkar yvir árini 2023, 2024 og 2025. Ávis fyrivarni og viðmerkingar eru til tølini, tí ymisk viðurskifti eru ókend og aftur okkurt skal takast við í tulkingini av tølunum. Ítøkiliga verður spurt til lønirnar 1. august 2023, 1. januar 2024 og 1. januar 2025. Í sáttmálunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag við Samverk og Føroya Arbeiðarafelag hækka lønirnar 1. mai 2023. Fyri sáttmálarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum hækka lønirnar 1. oktober 2023 og aftur 1. januar 24, tá hesir bólkar fáa lønarlyft. Tann 1. august 2023 er ávikavist beint eftir og beint fyri lønarhækkingar, og tískil skulu samanberingar millum sáttmálarnar gerast við fyrivarni. Eingin av pørtunum hava gjørt sáttmála fyri 2025, og tí ber ikki til at svara, hvør lønin er 1. januar 2025. -- 1 of 3 -- F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance 2/3 Talva 1: Mánaðarløn August 23 Januar 24 Januar 25 Samverk 25.368 25.368 eingin semja FA 27.142 27.142 eingin semja Heilsuhjálpari 27.925 30.500 eingin semja Heilsurøktari 30.854 33.492 eingin semja Talva 1 vísir mánaðarlønir á endastigi uttan viðbøtur, yvirtíð ella frítíðarískoyti fyri hesar bólkar: - Ófaklært krambafólk, lønt eftir sáttmála ml. Samverk (S&K) og Føroya Arbeiðsgevarafelag í lønarbólki 2 - Arbeiðari, sum fær fasta mánaðarløn eftir sáttmála ml. Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag - Heilsuhjálpari, sum er løntur eftir sáttmála ml. Heilsuhjálparafelagið og KAF - Heilsurøktari, sum er løntur eftir sáttmála ml. Heilsurøktarafelagið og FMR Harafturat skal fyrivarni takast fyri, at sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum eru normlønir, meðan tað á privata arbeiðsmarknaðinum eru minstulønir. Tað merkir, at lønirnar á privata arbeiðsmarknaðinum kunnu liggja omanfyri tað, sum stendur í sáttmálanum. Skattur verður roknaður árliga, og tískil mugu mánaðarinntøkurnar roknast um til ársinntøkur. Av tí at eingin semja er gjørd fyri alt árið 2024 og 2025, so ber bert til at rokna inntøku fyri og eftir skatt fyri árið 2023. Talva 2 vísir inntøkur fyri og eftir skatt og onnur gjøld. Í døminum verður goldin landsskattur, kommunuskattur á 19%, øll sosialgjøld umframt kringvarpsgjald. Í døminum verður eingin kirkjuskattur goldin. Samverk og FA hava sáttmálar til 1. mai 2024, meðan heilsuhjálparar og heilsurøktarar hava sáttmálar, sum ganga fram til 1. oktober 2024. Partar av almenna arbeiðsmarknaðinum hava tó fyri stuttari tíð síðani gjørt sáttmálar, har lønirnar hækka 4,75% 1. oktober 2024, og sum eru galdandi eitt ár fram. Fyri at geva ein mynd av hvussu lønarhækkingar og skattabroytingar kunnu hugsast at ávirka í 2024 og 2025, eru tvey dømi í talvu 3 við inntøkum á 25.000 kr. og 30.000 kr. um mánaðin í 2023, og sum vaksa 4% um árið í 2024 og 2025. Talva 4 vísir, hvussu nógv hesi fáa útgoldið um mánaðin árini 2023-2025. Í útrokningunum er hædd tikin fyri skattalættanum í 2024 og 2025, umframt at ALS-gjaldið lækkar úr 1% til 0,8% í Talva 2: Inntøka íroknað 1,5% frítíðarískoyti Um árið Um mánaðin Eftir um mánaðin Samverk 305.214 25.434 16.043 FA 325.541 27.128 16.982 Heilsuhjálpari 343.556 28.630 17.757 Heilsurøktari 379.602 31.634 19.273 -- 2 of 3 -- F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance 3/3 2024. Somuleiðis er hædd tikin fyri, at kringvarpsgjaldið eftir ætlan hækkar miðskeiðis 2024 og verður javnað 2% í 2025. Talva 3: Hugsað ársinntøka 2023 2024 2025 Dømi 1 300.000 312.000 324.480 Dømi 2 360.000 374.400 389.376 Talva 4: Útgoldið um mánaðin eftir skatt og gjøld 2023 2024 2025 Dømi 1 15.802 16.684 17.876 Dømi 2 18.449 19.577 20.908 Við væntaðum lønarvøkstri og skattalætta kann roknast við, at áðurnevndu bólkar fáa millum 2.000 kr. og 2.500 kr. meira útgoldið mánaðarliga í 2025 í mun til í 2023. Heilsurøktarar og heilsuhjálparar fáa afturat vanliga lønarvøkstrinum og skattalættanum eitt lønarlyft, ið merkir um 800 kr. meira útgoldið um mánaðin. Tinganes, 4. januar 2024 Ruth Vang Landsstýriskvinna í fíggjarmálum -- 3 of 3 --
062.23 spm. til R. Vang frá L. Weihe -Skattalætti og lønarlyft hjá lágløntum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 15. des. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum Evni: Skattalætti og lønarlyft hjá lágløntum Spurningar: 1. Hvør var inntøkan hjá hesum bólkum í fulltíðarstarvi og á hægsta lønarstigi 1. august 2023 og hvussu nógv høvdu tey eftir aftaná skatt og føst gjøld: - Ófaklært krambafólk, lønt eftir sáttmála ml. Samverk (S&K) og Føroya Arbeiðsgevarafelag í lønarbólki 2 - Arbeiðari, sum fær fasta mánaðarløn eftir sáttmála ml. Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag - Heilsuhjálpari løntur eftir sáttmála ml. Heilsuhjálparafelagið og KAF - Heilsurøktari løntur eftir sáttmála ml. Heilsurøktarafelagið og FMR 2. Hvør verður inntøkan hjá omanfyri nevndu bólkum í fulltíðarstarvi og á hægsta lønarstigi 1. januar 2024, og hvussu nógv hava tey eftir aftaná skatt? 3. Hvør verður inntøkan hjá omanfyri nevndu bólkum í fulltíðarstarvi og á hægsta lønarstigi 1. januar 2025, og hvussu nógv hava tey eftir aftaná skatt? Viðmerkingar: Samgongan hevur sett sær fyri at betra um fíggjarliga rásarúmið hjá føroysku húskjunum. Hetta verður gjørt við lønarlyfti til løntakarar á umsorganarøkinum, søguliga høgum lønarhækkingum, methøgari javning av almennum veitingum og við einum skattalætta til lág- og miðalønt. Tað, sum er áhugavert at vita hjá løntakarunum, er, hvussu nógv meira teir hava at liva fyri um mánaðin eftir 1. januar 2024 og eisini eftir 1. januar 2025, tá skattalættin hevur fingið fullan virknað í mun til 1. januar 2023. Fyri at kunna samanbera tølini, verður biðið um tøl fyri fulltíðarsettan løntakara á hægsta lønarstigi í fýra feløgum, sum vanliga verða mett at hava lága inntøku. Tey eru búsitandi í Havn og hava eingi børn. Tey gjalda vanlig arbeiðsmarknaðargjøld, kringvarpsgjald og heilsutrygd. Fyri at fáa nærri kunnleika um, hvussu hesi átøk raka løntakarar, verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 15. desember 2023 Liljan Weihe -- 1 of 1 --