52-061/2023
Fíggjarstøðan hjá lág- og miðalløntum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. des. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
061.23 Svar frá S. Stenberg til L. Weihe - Fíggjarstøðan hjá lág- og miðalløntum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 20. des. 2023
Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn (+298) 30 40 00 • ammr@ammr.fo • www.ammr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1 – 3 100 Tórshavn 19. desember 2023 Mál: 23/25094 Tygara skriv: Viðgjørt: Nr. 52-061/2023 Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-61/2023 eftir tingskipanini §52a til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, frá Liljan Weihe, løgtingskvinnu, um fíggjarstøðuna hjá lág og miðalløntum Spurningar: 1. Hvussu sær fíggjarstøðan út hjá einum støkum arbeiðara í Tórshavn við trimum børnum, sum hevur eina mánaðarløn uppá 20.000 kr.? 2. Hvussu sær fíggjarstøðan út hjá einum støkum lærara í Tórshavn við trimum børnum, sum hevur eina mánaðarløn á 38.524 kr.? 3. Hvussu sær fíggjarstøðan út hjá einum støkum løgtingsfólki í Tórshavn við trimum børnum, sum hevur eina mánaðarløn á 42.875 kr.? 4. Hvørjar almannaveitingar, hjálparpakkar v.m. hava hesir bólkar rætt til? Og hvørjar eru upphæddirnar? Svar: Fíggjarliga støðan hjá húskjum er sum kunnugt treytað av inntøkum og útreiðslum, sum familjan hevur. Útreiðslur eru sjálvsagt ymiskar frá húski til húski, og tí fevnir hetta svarið einans um inntøkur, skattaútreiðslur og stuðulsskipanir til stakar uppihaldarar. Tað verður ikki spurt um eitt ávíst árstal. Vit eru enn í 2023, men standa á gáttini til 2024, og tí verður svarað fyri bæði árini. Lønarinntøkan er tó tann sama bæði árini, og sostatt er ongin lønarhækkan frá 2023 til 2024 í dømunum niðanfyri. Fortreytir í dømunum • Barnafrádráttarupphæddin er treytað av aldri á barninum. Í dømunum niðanfyri eru børnini 2, 5 og 8 ár. • Arbeiðsmarknaðargjøld fevna um ALS-gjald, barsilsgjald, gjald til samhaldsfasta, Heilsutrygdargjald og kringvarpsgjald • Kirkjuskattaprosentið er 0,6 • Tað er ymiskt, hvussu fakfeløgini skipað seg viðvíkjandi tryggingum o.l. , og tí er avgerð tikin um ikki at hava limagjald til fakfeløg við í dømunum. • Í 2024 er skatturin roknaður sambært broyttu skattalógini (lm. nr. 37/2023). Dømini niðanfyri eru frá nøkrum givnum fortreytum. Broytast fortreytirnar, so broytast upphæddirnar sjálvsagt eisini. T.d. um yngsta barnið er 5 ár, tá verður dagstovnagjaldið lægri, -- 1 of 3 -- A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Síða 2 av 3 og hægru inntøkurnar hava sostatt hægri tøka inntøku. Um arbeiðarin í døminum t.d. hevur eina uppsparing, so lýkur viðkomandi ikki treytirnar til familjuískoyti ella hjálparískoyti, og tøka inntøkan er tá munandi lægri. 2023 Arbeiðari Lærari Løgtingsf. Lønarinntøka um árið 240.000 462.288 514.500 Inntøkuskattur 69.928 166.929 190.820 Arbeiðsmarknaðargjøld 17.244 29.598 32.506 Barnafrádráttur 48.900 48.900 48.900 Inntøka aftaná skatt 201.728 314.661 340.074 Barnaískoyti til stakar uppihaldarar 30.984 30.984 30.984 Barnagjald 40.284 40.284 40.284 Familjuískoyti 30.000 - - Hækkað familjuískoyti 15.750 - - Hjálparískoyti/orkuískoyti 12.000 - - Inntøka tilsamans 330.746 385.929 411.342 Gjald fyri dagstovn - 38.698 38.698 Inntøka um árið aftaná skatt og gjøld 330.746 347.231 372.644 Inntøka um mánaðin aftaná skatt og gjøld 27.562 28.936 31.054 2024 Arbeiðari Lærari Løgtingsf. Lønarinntøka um árið 240.000 462.288 514.500 Inntøkuskattur 68.528 163.029 186.920 Arbeiðsmarknaðargjøld 16.764 28.674 31.477 Barnafrádráttur 48.900 48.900 48.900 Inntøka aftaná skatt 203.608 319.485 345.003 Barnaískoyti til stakar uppihaldarar 32.160 32.160 32.160 Barnagjald 41.832 41.832 41.832 Familjuískoyti 30.000 - - Hækkað familjuískoyti - - - Hjálparískoyti/orkuískoyti 10.000 - - Inntøka tilsamans 317.600 393.477 418.995 Gjald fyri dagstovn - 40.062 40.062 Inntøka um árið aftaná skatt og gjøld 317.600 353.415 378.933 Inntøka um mánaðin aftaná skatt og gjøld 26.467 29.451 31.578 Almannaveitingar og stuðul til stakar uppihaldarar -- 2 of 3 -- A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Síða 3 av 3 Barnafrádráttur í skattinum: Fyri hvørt barnið, ið er skrásett at búgva á bústaðnum, verður veittur ein frádráttur í ávikavist lands- og kommunuskattinum. Fyri ein persón, sum býr í Tórshavnar kommunu, er samlaði barnafrádrátturin 14.500 kr. fyri hvørt barni um árið. Serligt barnaískoyti til stakar uppihaldarar: Persónur, sum er uppihaldari av barni og ikki livir í parlagi, hevur rætt til serligt barnaískoyti. Upphæddin í 2023 er 10.328 kr. fyri hvørt barni um árið, og í 2024 er upphæddin 10.720 kr. fyri hvørt barni. Familjuískoyti: Stakur uppihaldari, sum ikki hevur innistandandi pening av týdningi ella ikki eigur virðisbrøv, og sum hevur inntøkugrundarlag lægri enn 290.000 kr., hevur rætt til familjuískoyti. Tey við inntøkugrundarlag upp til 120.000 kr. fáa hægstu upphædd, sum er 48.000 kr. um árið umframt 6.000 kr. fyri hvørt barni, sum kemur aftrat tí fyrsta barninum. Upphæddin lækkar stigvíst, so hvørt inntøkugrundarlagið hækkar. Í tíðarskeiðinum juni til des. 2023 er familjuískoyti hækkað við 750 kr. fyri hvørt barni um mánaðin. Barnagjald: Barnagjald er eitt gjald frá einum foreldri til hitt, og talan er sostatt ikki um ein stuðul frá tí almenna. Vanliga verður barnagjaldið útgoldið av Almannaverkinum, meðan TAKS krevur gjaldið inn frá gjaldskylduga. Barnagjaldið í 2023 er 13.428 kr. fyri hvørt barni um árið. Upphæddin í 2024 er 13.944 kr. fyri hvørt barni. Í teimum førum, at gjaldsskyldugi hevur høga inntøku, kann eitt hægri barnagjald verða álagt. Hjálparískoyti: Freistin at søkja um hjálparískoyti var 30. juni 2023. Hjálparískoyti er ein 12.000 kr. og er bara útgoldin einaferð. Stakur uppihaldari við inntøkugrundarlag upp til 290.00 kr., sum ikki hevur innistandandi pening av týdningi og ikki eigur virðisbrøv, kann fáa hjálparískoyti. Orkuískoyti: Treytirnar at fáa orkuískoyti eru tær somu sum hjálparískoyti, tó at inntøkugrundarlagið er í mesta lagi 300.000 kr. Orkuískoyti, ið verður útgoldin sum ein eingangsupphædd, verður útgoldið fyrstu ferð í 2024 og síðstu ferð í 2026. Upphæddin í 2025 er 10.000 kr. og í 2025 og 2026 er orkuískoyti 5.000 kr. Fíggjarligt frípláss á dagstovni: Familjur við lágum inntøkum kunnu søkja kommununa um at sleppa undan dagstovnagjaldi. Inntøkugrundarlag í sambandi við fíggjarligt frípláss verður árliga ásett í rundskrivi, galdandi frá 1. aug. til 31. juli árið eftir. Sbrt. núgaldandi rundskrivi rindar stakur uppihaldari við ársinntøku undir 304.500 kr. onki dagstovnagjaldið. Gjaldið hækkar stigvíst, so hvørt inntøkan hækkar. Tá inntøkan er hægri enn 380.500 kr. verður rindað fult dagstovnagjald. Tórshavn, 19. desember 2023 Sirið Stenberg landsstýriskvinna -- 3 of 3 --
061.23 spm til S. Stenberg frá L. Weihe - Fíggjarstøðan hjá lág- og miðalløntum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 14. des. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum Evni: Fíggjarstøðan hjá lág- og miðalløntum Spurningar: 1. Hvussu sær fíggjarstøðan út hjá einum støkum arbeiðara í Tórshavn við trimum børnum, sum hevur eina mánaðarløn uppá 20.000 kr.? 2. Hvussu sær fíggjarstøðan út hjá einum støkum lærara í Tórshavn við trimum børnum, sum hevur eina mánaðarløn á 38.524 kr.? 3. Hvussu sær fíggjarstøðan út hjá einum støkum løgtingsfólki í Tórshavn við trimum børnum, sum hevur eina mánaðarløn á 42.875 kr.? 4. Hvørjar almannaveitingar, hjálparpakkar v.m. hava hesir bólkar rætt til? Og hvørjar eru upphæddirnar? Viðmerkingar: Tað er ongin ivi um, at inflatión og rentuhækkingar raka føroysku húskini – summi meira meint enn onnur. Hesum hava bæði undanfarna og verandi samgonga roynt at bast við oljuískoyti, hjálparískoyti, lønarlyftum, lønarhækkingum og skattalætta til lág- og miðallønt. Tað er tó nakað av iva um, hvussu fíggjarliga støðan er og ikki minst verður hjá ávísum bólkum í samfelagnum. Fyri at fáa greiðu á hesum og harvið eisini kunna hjálpa teimum, ið veruliga tørva hjálp, verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 14. desember 2023 Liljan Weihe -- 1 of 1 --