52-060/2023
Um barsilsskipanina
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. des. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
060.23 Svar frá I. D. Strøm til H. Old - um barsilsskipanina.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 22. des. 2023
Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ Gongin 7 • FO-100 Tórshavn Tel. (+298) 35 87 00 • umhvorvi@umhvorvi.fo • www.umhvorvi.fo Løgtingið Tórshavn, tann 21. desember 2023 J. nr.: 23/24871 Tygara skriv: 52-060/2023 Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-060/2023 frá Henrik Old, løgtingsmanni, um barsilsskipanina Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Hvussu nógvir persónar hava fingið útgjald frá barsilsskipanini, sum er minni enn 12.000 kr. um mánaðin skift á árini 2020, 2021, 2022 og 2023? 2. Hvussu nógvir persónar hava fingið barsilsútgjald, sum er minni enn 15.000 kr. skift á árini 2020, 2021, 2022 og 2023? Svar Tølini eru sett í talvuna niðanfyri. Á niðastu reglu stendur, hvussu nógvir persónar tilsamans vóru í skipanini viðkomandi ár. Endurgjald til arbeiðsgevarar, ið rinda løn undir barsilsfarloyvinum, er ikki við í tølunum. 2019 2020 2021 2022 Tal á persónum við útgjaldi lægri enn 12.000 kr/mðr 142 116 109 103 Tal á persónum við útgjaldi lægri enn 15.000 kr/mðr 215 163 157 158 Persónar í alt í barsilsskipanini 961 925 977 987 Ingilín D. Strøm landsstýriskvinna -- 1 of 1 --
060.23 spm til I. D. Strøm frá H. Old - Um barsilsskipanina.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 12. des. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Henrik Old, løgtingsmaður Svarari: Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum Evni: Um barsilsskipanina Spurningar: 1. Hvussu nógvir persónar hava fingið útgjald frá barsilsskipanini, sum er minni enn 12.000 kr. um mánaðin skift á árini 2020, 2021, 2022 og 2023? 2. Hvussu nógvir persónar hava fingið barsilsútgjald, sum er minni enn 15.000 kr. skift á árini 2020, 2021, 2022 og 2023? Viðmerkingar: Javnan er spurningurin um barsilgjaldið til umrøðu, og oftast verður sjóneykan sett á, at útgjaldið er ov lágt og eigur at verða hækkað. Men vit hoyra sjáldan um tey, ið av ymsum orsøkum fáa lítið og einki útgjald úr barsilsskipanini. Lógin um barsilsskipan sigur, at tað er kvinna, sum fer frá arbeiði orsakað av viðgongu, barnsburði ella ættleiðing, sum hevur rætt til barsilspening fyrstu 14 vikurnar. Spyrjarin er serliga áhugaður í at frætta, hvussu nógvar av hesum kvinnum hava fingið eitt útgjald, sum er lægri enn ávikavist 12.000 og 15.000 kr. um mánaðin nevndu árini. Á Løgtingi, 12. desember 2023 Henrik Old -- 1 of 1 --