52-059/2023
Avleiðingar av havnastongslinum og hjálp til raktar fyritøkur
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. des. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
059.23 Svar frá A. V. Johannesen til B. Johannesen - um Havnastongsul.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 21. des. 2023
Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Løgtingið Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 059/2023 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Beinir Johannesen, løgtingsmanni, um avleiðingar av havnastongslinum og hjálp til raktar fyritøkur Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Hvussu nógv er virksemið av russiskum fiskiskipum í føroyskari havn minkað síðan 12. juli 2023 sammett við sama tíðarskeið árið fyri? 2. Hvussu nógvar eftirlitsvitjanir eru framdar á russiskum fiskiskipum síðan 12. juli 2023 sammett við sama tíðarskeið árið fyri? 3. Hevur landsstýrið nakra ábending um, hvør avleiðingin hevur verið fyri føroyskt vinnulív orsakað av havnastongslinum? 4. Um ja, er man til reiðar við nakrari hjálp? Svar: Fyri at svara spurningi 1 og 2, havi eg - umvegis Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið - vent mær til Vørn. Til spurning 1 Sambært Vørn vóru 97 um- og uppskipingar av russiskum skipum í føroyskum havnum í tíðarskeiðinum 12. juli 2022 til 4. desember 2022. Sama tíðarskeið í ár hava tað verið fýra um- og uppskipingar av russiskum skipum í føroyskum havnum. Harumframt hava russisk skip, sama tíðarskeið í ár, verið 18 ferðir við bryggju í øðrum ørindum enn um- og uppskiping. Ørindini hava verið: at bunkra brennievni, tikið vatn og proviant og aðra útgerð. Í einum føri kom eitt teirra inn við einum av manningini, ið var vorðin sjúkur og tørvaði læknahjálp. Tað er Uttanríkis- og vinnumálaráðið, sum sambært kunngerðini um havnastongsul, gevur skipunum loyvi at koma í havn. Til spurning 2 Sambært Vørn, so vóru í tíðarskeiðinum 12. juli 2022 til og við 11. desember 2022 framdar 11 eftirlitsvitjanir umborð á russiskum fiskiskipum. Allar 11 eftirlitsvitjanir vóru meðan skipið lá við bryggju, sum svarar til 9% av øllum um- og uppskipingunum hjá russum í tíðarskeiðinum. -- 1 of 2 -- L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Í sama tíðarskeiðið í ár hevur Vørn havt seks eftirlitsvitjanir umborð á russiskum fiskiskipum. Av hesum vóru tríggjar meðan skipið lá við bryggju og umskipaði veiðu, sum svarar til 75% av øllum um- og uppskipingunum hjá russum í tíðarskeiðinum. Harafturat vóru tvær eftirlitsvitjanir meðan skipið var til fiskiskap, og ein við skipið sum var komið inn at bunkra. Í 2023 hækkaði játtanin til Vørn við tveimum mió. kr. og í august 2023 vórðu tvey eftirlitsfólk sett aftrat. Eisini eru tveir eygleiðarar settir í vetur. Hækkaða játtanin bøtir munandi um fortreytirnar hjá Vørn at føra eitt munagott eftirlit – eisini við russiskum fiskiskipum. Tá russar umskipa í føroyskari havn, kann hetta taka langa tíð - upp til eina viku pr. skip. Nú tvey eftirlitsfólk eru sett afturat, kann Vørn betra um eftirlitið, tá fiskur verður um- og uppskipaður í føroyskari havn. Serliga tá stór russisk skip umskipa, eru nú betri fortreytir fyri, at eftirlitsfólkini ganga í eini vaktarskipan, tá tey kannað. Til spurning 3 Sum nevnt omanfyri, so hevur havnastongsulin, sum varð settur í gildi 12. juli í ár, viðført, at munandi færri russisk skip enn undanfarin ár eru komin í føroyska havn. Ætlanin við havnastongslinum var júst at skerja russiska virksemið í Føroyum, tí koma hesa tøl ikki óvart á. Sum væntað, so ávirkar hetta virksemið í havnunum og hjá teimum fyritøkum, ið hava selt hesum skipum vørur og tænastur. Hvat ítøkiliga vavið er í mun til virksemið annars hjá hesum fyritøkum, og hvat tað verður í longdini, er trupult at meta um. Til spurning 4 Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið arbeiðir við eini ætlan um at endurnýggja strandferðsluflotan. Talan er um 4-5 nýggj skip , ið skulu byggjast næstu árini. Tríggjar mió. kr. eru játtaðar í 2024 til at prosjektera skip til Kalsoyarleiðina, sum síðani skal byggjast í 2025. Sum spyrjarin vísir á, so ætlar landsstýrið, at hesar ferjur í størst møguligan mun skulu byggjast í Føroyum, soleiðis at føroyskir tænastuveitarar kunnu verða partur av verkætlanunum. Hetta fer væntandi at vera eitt íkast til fyritøkur, sum eru ávirkaðar av havnastongslinum. Í Tinganesi, 21. desember 2023 Aksel V. Johannesen løgmaður -- 2 of 2 --
059.23 spm. til A. V. Johannesen frá B. Johannesen - Avleiðingar av havnastongslinum og hjálp til raktar fyritøkur.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 11. des. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52 a í Tingskipanini Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður Evni: Avleiðingar av havnastongslinum og hjálp til raktar fyritøkur Spurningar: 1. Hvussu nógv er virksemið av russiskum fiskiskipum í føroyskari havn minkað síðan 12. juli 2023 sammett við sama tíðarskeið árið fyri? 2. Hvussu nógvar eftirlitsvitjanir eru framdar á russiskum fiskiskipum síðan 12. juli 2023 sammett við sama tíðarskeið árið fyri? 3. Hevur landsstýrið nakra ábending um, hvør avleiðingin hevur verið fyri føroyskt vinnulív orsakað av havnastongslinum? 4. Um ja, er man til reiðar við nakrari hjálp? Viðmerkingar: 12. juli 2023 bleiv ein avmarkaður havnastongsil settur í verk mótvegis russiskum fiskiskipum. Landsstýrið hevur boðað frá, at virksemið av russiskum fiskiskipum er minkað við umleið 60 prosentum, og er tað tað, ið varð væntað. Fyri at fáa greiðu á, júst hvør avleiðingin er verður spurt eftir, hvussu nógv virksemið er minkað. Eftirlit við útlendskum fiskiskipum, herímillum russiskum, hevur verið nógv umrøtt. Eitt samt Løgting raðfesti fyrr í ár játtanina hjá Vørn, so eftirlitið kundi styrkjast. Men síðan tá er havnastongsilin settur í verk, og tí hevði verið áhugavert at vitað, hvussu nógvar eftirlitsvitjanir verða framdar. Stongsilin hevur eisini avleiðingar fyri tænastuveitarar kring landið. Tá tíðindafundur var 1. juni 2023 á Viðareiði bleiv sagt, at landsstýrið var til reiðar at taka eina hond um tað, ið avleiðingarnar av herdu tiltøkunum møguliga fóru at føra við sær. Løgmaður hevur áður nevnt, at nýbygging av strandferðsluskipum er ein liður í hesum, men sæst tað ikki serliga væl aftur í fyriliggjandi fíggjarlógaruppskoti. Tí sæst ikki nakað til, hvør hjálpin er, ella um ætlanir eru um tað, hóast tað í miðlunum fleiri ferðir er víst á, at havnastongsilin hevur havt avleiðingar fyri tænastuveitarar. Fyri at fáa greiðu á, um landsstýrið hevur eina hóming av, hvør avleiðingin er fyri tænastuveitarar, og um hjálp verður veitt til tey, ið eru rakt av herdu tiltøkunum, verður hesin fyrispurningur settur. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 11. desember 2023 Beinir Johannesen -- 2 of 2 --