← Løgtingsmál

52-058/2023

Frítøka fyri meirvirðisgjald av sjóvarhitaloysnum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. des. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
058.23 Svar frá R. Vang til H. Abrahamsen - Frítøka fyri meirvirðisgjald av sjóvarhitaloysnum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 18. des. 2023

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 18. desember 2023
J. nr.: 23/25208-2
Viðgjørt: TM
Svar til §52a fyrispurning nr. 52-058/2023 frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, settur
landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um frítøku fyri meirvirðisgjald av
sjóvarhitaloysnum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Eru reglurnar um at fáa meirvirðisgjaldið endurgoldið, tá hitapumpur verða keyptar,
eisini galdandi fyri sjóvarhita?
2. Um ikki, hvør er orsøkin til, at sjóvarhiti ikki verður javnsettur við hitapumpur og
jarðhita í mvg-lógini?
3. Um munur er á meirvirðisgjaldinum fyri hesar hitaloysnirnar, er so ætlanin at fáa tann
munin burtur?
Svar:
Til nr. 1
Fíggjarmálaráðið hevur fingið upplýst, at reglurnar um at fáa meirvirðisgjaldið endurgoldið, tá
hitapumpur verða keyptar, eru eisini galdandi fyri sjóhitaskipanir. Víst verður til § 3 d, stk. 1-4, í
galdandi løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald og til løgtingsmálini nr.
122/2016 og nr. 067/2020.
Til nr. 2 og nr. 3
Sí svarið til nr. 1.
Tinganes, 18. desember 2023
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
058.23 spm. til R. Vang frá H. Abrahamsen - Frítøka fyri meirvirðisgjald av sjóvarhitaloysnum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 8. des. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Frítøka fyri meirvirðisgjald av sjóvarhitaloysnum
Spurningar:
1. Eru reglurnar um at fáa meirvirðisgjaldið endurgoldið, tá hitapumpur verða keyptar, eisini
galdandi fyri sjóvarhita?
2. Um ikki, hvør er orsøkin til, at sjóvarhiti ikki verður javnsettur við hitapumpur og jarðhita í
mvg-lógini?
3. Um munur er á meirvirðisgjaldinum fyri hesar hitaloysnirnar, er so ætlanin at fáa tann
munin burtur?
Viðmerkingar:
Løgtingið hevur samtykt, at tey, sum gera íløgur í góðkendar hitapumpuskipanir til upphiting og heitt
vatn í sethúsum og bygningum, kunnu eftir umsókn fáa endurgoldið ein part av meirvirðisgjaldinum
av íløgukostnaðinum. Eisini er el-kostnaðurin lægri fyri el, ið verður nýtt til hitapumpur. Men sum
undirritaði hevur skilt tað, so fæst endurgjaldið og lægri el-prísurin ikki, tá talan er um sjóvarhita.
Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 8. desember 2023
Helgi Abrahamsen

-- 1 of 1 --