52-057/2023
Framskundað pensjón
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. des. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
057.23 Svar frá S. Stenberg til S. Bertholdsen - Framskundað pensjón.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 20. des. 2023
Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn (+298) 30 40 00 • ammr@ammr.fo • www.ammr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1 – 3 100 Tórshavn 19. desember 2023 Mál: 23/24634 Tygara skriv: Viðgjørt: Nr. 52-057/2023 Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-57/2023 eftir tingskipanini §52a til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, frá Súsannu Bertholdsen, løgtingskvinnu, um framskundaða pensjón. Spurningar: 1. Hvussu nógvar umsóknir um framskundaða pensjón hava verið, síðani skipanin kom í gildi 1. desembur 2019? 2. Hvussu nógvir borgarar hava fingið játtað framskundaða persón, síðani skipanin kom í gildi 1. desembur 2019? 3. Hvussu long er viðgerðartíðin fyri framskundaða pensjón? 4. Hvussu og hvar verður kunnað um møguleikan fyri framskundaðari pensjón? Svar: 1. Hvussu nógvar umsóknir um framskundaða pensjón hava verið, síðani skipanin kom í gildi 1. desembur 2019? Higartil hava verið 60 umsóknir um framskundaða pensjón 2. Hvussu nógvir borgarar hava fingið játtað framskundaða persón, síðani skipanin kom í gildi 1. desembur 2019? Allar umsóknirnar eru játtaðar, eingin er sýtt. Hetta hongur saman við ta ráðgeving, ið verður veitt, tá persónur vendir sær til Almannaverkið, tí hann ikki longur megnar arbeiðslívið vegna aldur, sjúku o.t. Tey flestu, sum søkja um framskundaða, hava samband við Almannaverkið, áðrenn umsóknin verður send. Tað kann t.d. vera, tí tey ikki eru arbeiðsfør og tískil ynskja sosiala ráðgeving um møguleikar fyri hjálp, ella tey fáa sjúkradagpening ella uppihaldsveiting. Sostatt fær Almannaverkið ráðgivið teimum at søkja tað best hóskandi veitingina - pensjón ella tillagað starv. 3. Hvussu long er viðgerðartíðin fyri framskundaða pensjón? -- 1 of 2 -- A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Síða 2 av 2 Viðgerðartíðin er í miðal 141 dagar. Er tíðin drigin frá, har Almannaverkið bíðar eftir serlæknaváttanum o.l., er miðal viðgerðartíðin 88 dagar. 4. Hvussu og hvar verður kunnað um møguleikan fyri framskundaðari pensjón? Kunnað verður um framskundaða pensjón í almannapensjónslógini og á heimasíðuni hjá Almannaverkinum. Sirið Stenberg landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
057.23 spm. til S. Stenberg frá S. Bertholdsen - Framskundað pensjón.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 7. des. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum Evni: Framskundað pensjón Spurningar: 1. Hvussu nógvar umsóknir um framskundaða pensjón hava verið, síðani skipanin kom í gildi 1. desembur 2019? 2. Hvussu nógvir borgarar hava fingið játtað framskundaða persón, síðani skipanin kom í gildi 1. desembur 2019? 3. Hvussu long er viðgerðartíðin fyri framskundaða pensjón? 4. Hvussu og hvar verður kunnað um møguleikan fyri framskundaðari pensjón? Viðmerkingar: Rætturin til framskundaða pensjón kom í gildi 1. desembur 2019. Treytin fyri at søkja er, at arbeiðsførleikin varandi er minkaður við í minsta lagi eini helvt. Tað er, at tú ikki megnar at arbeiða meira enn hálva tíð. Tú kanst í fyrsta lagi søkja um framskundaða pensjón 3 ár áðrenn pensjónsaldur. Á heimasíðuni hjá Almannaverkinum stendur at lesa, at borgarar, sum eru fyltir 64 ár, heldur skulu søkja um framskundaða pensjón enn fyritíðarpensjón, tí viðgerðin er skjótari, og veitingin er galdandi frá 1. í mánaðinum eftir, at Almannaverkið hevur móttikið umsóknina. Hetta er ein góður møguleiki hjá fólki, sum eftir eitt langt arbeiðslív kunnu trekkja seg av arbeiðsmarknaðinum áðrenn tíð uttan at fara á fyritíðarpensjón. Kortini hoyrist lutfalsliga lítið um hendan góða møguleikan, og spurningurin er tí, um hetta tilboðið er nóg sjónligt ella nóg væl kunnað um; tí seti eg hesar spurningar. Á Løgtingi, 7. desembur 2023 Súsanna Bertholdsen -- 1 of 1 --