← Løgtingsmál

52-056/2023

Veðurfrøði á flogvøllinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. des. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
056.23 Svar frá D. Holm til J. Joensen - veðurfrøði á flogvøllinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 19. des. 2023

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
19. desember 2023
Mál: 23/24591-4
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-056/2023
Svar til spurning nr. 52-056/2023 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, til Dennis
Holm, landsstýrismann, um veðurfrøði á flogvøllinum
Spurningar:
1. Er tað nøktandi, at altjóða flogvøllur sum Vága Floghavn, onga lokala veðurfrøði
hevur?
2. Nær verður ein partur av Veðurstovu Føroya flutt vestur á flogvøllin?
3. Tekur landsstýrismaðurin undir við, at almenn arbeiðspláss verða kjølfest runt alt
landið, har tað gevur meining?
4. Hevur landsstýrismaðurin heimild at staðseta veðurfrøðina á flogvøllinum?
Svar:
Til nr. 1.
Viðvíkjandi flogtrygd, so er tað í lagi, at eingin veðurfrøðingur er staðsettur vesturi á
flogvøllinum. Tað er ikki óvanligt, at sjálvt væl størri flogvøllir enn Vága Floghavn ikki
hava veðurfrøðing á staðnum. Ístaðin eru veðurfrøðingar, sum hava flogveðurvakt,
vanliga staddir á sama stað og umsita fleiri flogvøllir.
Til nr. 2.
Síðani Veðurstova Føroya varð sett á stovn í 2021, hevur stovnurin verið í støðugari
menning. Menningin av føroysku veðurheimasíðuni er komin væl áleiðis, og
veðurtænastan er nú víðkað til eisini at fevna um allar gerandisdagar frá kl. 7-17,
umframt at hava veðurforsagnir í Degi og Viku.
Við øktu játtanini í 2024, umframt eini umlegging og automatisering og samstarvi við
vaktina á MRCC, verður møguligt at yvirtaka veðurtænastuna frá DMI, soleiðis at
Veðurstova Føroya yvirtekur allar forsagnir fyri land og hav alt samdøgrið alt árið.

-- 1 of 2 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/2
Tá hetta er komið á mál, verður miðað eftir at fáa starvsfólkini á Veðurstovuni umskúlaði
til eisini at kunna átaka sær flogveðurtænastu, við tí endamáli at fáa stovnin góðkendan til
at átaka sær flogveður, sí nærri lýsing í svari til spurning 4.
Tá Veðurstovan í framtíðini hevur fingið nøktandi umstøður og neyðugu
góðkenningarnar til at kunna veita flogveðurtænstu, verður flogveðurfrøðingur á vakt
staðsettur í Vága Floghavn.
Til nr. 3.
Landsstýrismaðurin heldur, at stóru íløgurnar í føroyska infrakervið og tað vælútbygda
samskiftisnetið hevur økt somikið um flytførið hjá føroysku arbeiðsmegini, at
staðsetingin av arbeiðsplássum í fleiri førum er óviðkomandi. Tó kunnu tað vera
viðurskifti av serligum staðbundnum ella tænastuligum slagi, ið gera, at serlig fyrilit eiga
at verða tikin fyri staðsetingini.
Til nr. 4.
Sum kunnugt hevur landsstýrið sett sær sum mál at yvirtaka loftferðsluøkið. Ein liður í
hesum verður at menna eina altjóða góðkenda føroyska flogveðurtænastu.
Í dag verður flogveðrið í Danska Kongaríkinum umsitið av donskum myndugleikum, sum
hava givið DMI einkarætt til uppgávuna. DMI hevur síðani útveitt uppgávuna til
íslendskar myndugleikar at umsita.
Fyri at kunna bjóða seg fram at veita flogveðurtænastu, má veitingartrygd veitast fyri
tænastuni. Hetta merkir, at ávíst tal av starvsfólkum verða skúlað til flogveður, og
stovnurin annars verður góðkendur til uppgávuna av altjóða flogmyndugleikunum og
Trafikstyrelsen.
Veðurstovan metir, at 5-7 fólk skulu setast í starv fyri at manna eina flogveðurtænastu alt
samdøgrið.
Dennis Holm
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
056.23 spm. til D. Holm frá J. Joensen - veðurfrøði á flogvøllinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 6. des. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Veðurfrøði á flogvøllinum
Spurningar:
1. Er tað nøktandi, at altjóða flogvøllur sum Vága Floghavn, onga lokala
veðurfrøði hevur?
2. Nær verður ein partur av Veðurstovu Føroya flutt vestur á flogvøllin?
3. Tekur landsstýrimaðurin undir við, at almenn arbeiðspláss verða kjølfest runt
alt landið, har tað gevur meining?
4. Hevur landsstýrimaðurin heimild at staðseta veðurfrøðina á Flogvøllinum?
Viðmerkingar:
Hyggja vit vestur í Vágar og at økinum runt flogvøllin, síggja vit, at har er ein stór
broyting og menning. Komuhøllin verður útbygd, parkeringsøkið verður víðkað,
hangarur skal byggjast, hotellið verður útbygt, flúgvisimulator verður bygdur.
Umframt hetta eru ætlanir um enn fleiri útbyggingar við stuðli úr m.a.
Íleggingargrunninum.
Hetta er sera gleðiligt og neyðugt, tá hugsað verður um, hvussu ferðafólkatalið veksur
ár fyri ár.
Tí er eisini neyðugt, at tilbúgvingin og veðurfrøðin er nøktandi í mun til, at Vága
Floghavn er ein altjóða flogvøllur.
Tað, at ein samlað Veðurstova Føroya varð kjølfest í Tórshavn, var ein fyribilsloysn.
Fyri at fáa at vita, nær lokal føroysk veðurfrøði verður kjølfest á flogvøllinum, verður
hesin spuringur settur.
Á Løgtingi, 6. desember 2023
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --