52-055/2023
At gagnnýta alt okkara tilfeingi
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 15. des. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
055.23 Svar frá D. Holm til K. Durhuus - At gagnnýta alt okkara tilfeingi.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 14. des. 2023
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 14. desember 2023 Mál: 23/24378-2 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 52-055/2023 Svar til fyrispurning nr. 52-055/2023 frá Kim Durhuus, løgtingsmanni, til Dennis Holm, landsstýrismann, um at gagnnýta alt okkara tilfeingi Spurningar: 1. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ítøkiligar ætlanir um at lóggeva alt okkara tilfeingi til lands? 2. Hevur landsstýrismaðurin verið í samskifti við vinnuna um málið? 3. Hvørjar stuðulsmøguleikar hevur landsstýrismaðurin at stuðla nýskapandi ætlanum innan økið? Svar: Til spurning 1. Ja. Í eina tíð hevur verið arbeitt við at menna eitt uppskot um at landa alt lívfrøðiligt tilfar frá veiðu um bryggjukant í Føroyum. Í mun til tað vanliga ella siðbundna, so fevnir hetta uppskot um lívfrøðiligt tilfar frá veiðu í føroyskum sjógvi, so sum høvd, rogn, livur, ryggir, innvøl, skræðu og fráskurð. Tað er ein sannroynd, at slík ætlan krevur umskipanir innan ymsar partar av vinnuni. Hesum tekur uppskotið hædd fyri, tí uppskotið og ætlanin byggja á eina skiftistíð, sum ásetir, hvussu stórar mongdir av nevnda lívfrøðiliga tilfari skula landast um bryggjukant í Føroyum. Skiftistíðin verður bygd upp í stigum, soleiðis at landaðu nøgdirnar verða lutfalsliga smáar tíðliga í skiftistíðini, men økjast stigvíst sum frá líður. Ætlandi skal skiftistíðin fevna um nøkur ár, og fyrstu tíðina fevnir ætlanin bert um veiðu í føroyskum sjógvi. Til spurning 2. Ja. Fundir og samskifti hava verið við umboð fyri ráfiskaseljarar, ráfiskakeyparar, reiðarar, manningarfeløg og framleiðsluvinnuna á landi. -- 1 of 2 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 2/2 Leggjast kann afturat, at í einum seinri umfari verður skrivligt tilfar og uppskot til kunngerð sent til hoyringar hjá viðkomandi pørtum. Til spurning 3. Eingin ætlan er um at seta í verk eina stuðulsskipan, sum beinleiðis verður knýtt at hesi ætlan. Dennis Holm landsstýrismaður -- 2 of 2 --
055.23 spm. til D. Holm frá K. Durhuus - At gagnnýta alt okkara tilfeingi.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 4. des. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Kim Durhuus, løgtingsmaður Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum Evni: At gagnnýta alt okkara tilfeingi Spurningar: 1. Hevur landssstýrismaðurin nakrar ítøkiligar ætlanir um at lóggeva alt okkara tilfeingi til lands? 2. Hevur landsstýrismaðurin verið í samskifti við vinnuna um málið? 3. Hvørjir stuðulsmøguleikar hevur landsstýrismaðurin at stuðla nýskapandi ætlanum innan økið? Viðmerkingar: Fiskivinnan er okkara høvuðsvinna, og tað er umráðandi, at vit sum samfelag fáa mest møguligt avkast frá vinnuni. At virðisøkja okkara rávørur kann verða ein týðandi liður í at skapa fleiri størv í framtíðini og eisini birta undir hugin hjá ungum fólki at fáast við fiskivinnu í breiðastu merking – tað kann vera bæði í ídnaði, framleiðslu, gransking, sølu og so framvegis. Í nógv ár hevur verið tosað um, at vit eiga at fáa alt okkara tilfeingi til lands, soleiðis at vit kunnu útvinna sum mest burtur úr øllum tí, vit taka úr havinum. Um Føroyar sum samfelag skulu fáa sum mest burtur úr okkara tilfeingi, er avgerandi, at hendan uppgávan verður tikin í álvara. Samstarv millum almennu Føroyar og vinnuna er ein loysn, sum avgjørt eigur at verða roynd. Útflutningsvirðið kann økjast nógv, um rætt verður atborið. So gott sum alt, sum kemur úr havinum, kann gagnnýtast og útflytast. Á Løgtingi, 4. december 2023 Kim Durhuus -- 1 of 1 --