← Løgtingsmál

52-054/2023

Løgtingslóg um pant á íløtum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 15. des. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
054.23 Svar frá I. D. Strøm til M. Rasmussen - Løgtingslóg um pant á íløtum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 11. des. 2023

Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S M Á L A R Á Ð I Ð
Løgtingið Tórshavn, tann 11. desember
2023
Tinghúsvegur 1-3 J.nr.: 23/24390
Postboks 208
110 Tórshavn
Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-054/2023 frá Magnus Rasmussen, løgtingsmanni, um
løgtingslóg um pant á íløtum
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Nær kemur uppskot til í Løgtingið?
2. Hvør er orsøkin, at so long tíð hevur gingið við arbeiðinum?
Svar:
Tað hevur stóran týdning, at vit fáa nýggja lóg um pant á íløtum. Vit skulu gera tað møguligt hjá
viðskiftafólki at sleppa av við øll síni pantáløgdu íløt á sama stað, og tí skulu vit seta sum
útgangsstøði, at øll sølustøð, sum selja pantáløgd íløt, hava skyldu til at taka ímóti øllum pantáløgdum
íløtum og at rinda pant fyri tey.
Av tí at talan er um lóg fyri pant á íløt verður eisini møguligt at víðka pantskipanina við tíðini at
fevna um annað enn fløskur. Soleiðis ber til at áseta við kunngerð, hvørji íløt við hvørjum innihaldi
skulu verða pantáløgd. Ásett verður, at lógin fevnir um íløt, og at landsstýrisfólkið nágreinar í
kunngerð, júst hvørji íløt við hvørjum innihaldi, lógin fevnir um. Á henda hátt verður lógin meira
opin við atliti at, hvørji íløt kunnu verða pantáløgd, og tað verður skjótari og smidligari at leggja íløt
afturat, tá ið tørvur er á tí. Hetta er nakað, ið arbeitt hevur verið leingi við, og sær tað út til at nýggja
uppskotið, ið er sent í hoyring, er ein haldbær loysn fyri allar partar.
Til nr. 1
Løgtingslógin og kunngerðin um pantskipan fyri íløt vórðu send í almenna hoyring tann 6. desember
og lógaruppskotið skal eftir ætlan sendast í Løgtingið í februar 2024.

-- 1 of 2 --

Til nr. 2
Løgtingslógaruppskotið um pant á íløtum hjá undanfarna landsstýri bygdi á eina pantskipan, sum
vinnan sjálv skuldi samstarva um og stýra.
Kravið var, at viðskiftafólkið skuldi sleppa av við øll síni íløt á sama stað, tó við undantaki fyri íløt
til rúsdrekka, sum Rúsdrekkasølan skuldi taka sær av.
Handilsvinnufelagið, sum tætt samstarv var við um hetta lógararbeiðið, metti, at tað var vert at
royna hendan leistin, so lóg og kunngerð vórðu send í hoyring til freist í oktober 2022.
Viðmerkingarnar sum komu inn í sambandi við hoyringina, vístu, at tað fór at vera meira trupult
hjá vinnuni at samstarva um eina pantskipan, enn upprunaliga varð mett.
Táverandi Umhvørvis- og Vinnumálaráð vendi sær sostatt til IRF fyri at vita, um møguligt var at
fáa eitt samstarv í lag millum IRF og vinnuna um eina pantskipan.
Tann fyrsti fundurin, ið hildin varð millum limirnar í Handilsvinnufelaginum, IRF og Umhvørvis-
og vinnumálaráðið, var tann 9. november 2022 og avrátt varð, at tað helst var betri, um IRF heilt
tók yvir alla ábyrgd og rættindir í sambandi við pantskipanina, enn at pantskipanin skuldi byggja
eitt samstarv millum kappingarneytarnar í innflutnings- og framleiðsluvinnuni. Sama dag varð val
útskrivað, og arbeiðið við pantskipanini varð tikið upp aftur, tá nýggja landsstýrið tók við.
Teir fundir, sum eftirfylgjandi vórðu hildnir millum partarnar, vístu, at skuldi alt arbeiðið leggjast
á IRF, so var best við eini heilt nýggjari lóg um pantskipan, sum hevði til endamáls at skipa
viðurskiftini millum IRF á aðrari síðuni og framleiðarar, innflytara og sølustøð á hinari síðuni.
Arbeiðið við at seta eina slíka miðstýrda pantskipan saman í verki og fáa lógarverkið hesari
viðvíkjandi smíðað, hevur víst seg at vera so orku- og tíðarkrevjandi, at tað hevur tikið tað mesta
av 2023 at fáa upp á pláss. Sum sagt verður uppskotið væntandi lagt fyri Løgtingið í februar 2024.
Umhvørvismálaráðið, 11. desember 2023
Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
054.23 spm. til I. D. Strøm frá M. Rasmussen - Løgtingslóg um pant á íløtum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 4. des. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Magnus Rasmussen, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín D. Strøm landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Løgtingslóg um pant á íløtum
Spurningar:
1. Nær kemur uppskot til løgtingslóg um pant á íløtum í Løgtingið?
2. Hvør er orsøkin, at so long tíð hevur gingið við arbeiðinum?
Viðmerkingar:
Í mong ár hevur verið arbeitt við uppskoti til nýggja løgtingslóg um pant á íløtum.
Undanfarna landsstýrið fekk málið aftur á skrá og arbeitt varð við nýggjari lóg á økinum.
Lógaruppskot var smíðað og sent í hoyring í september í 2022 við hoyringarfreist 7. oktober í 2022.
Saman við hesum lógaruppskotinum var uppskot til kunngerð um pant á íløtum til drykkjuvørur og
matvørur.
Nú eru vit í desember 2023, t.v.s. eitt gott ár er gingið, síðani hoyringarfreistin var úti. Áhugavert er
tí at frætta, hvussu gongur við hesum máli, og hvat tað er, sum ger, at so long tíð er gingin, og
lógaruppskotið ikki er komið í Løgtingið enn.
Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 4. desember 2023
Magnus Rasmussen

-- 1 of 1 --