← Løgtingsmál

52-053/2023

Kunngerðin um burturkast

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. des. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
053.23 Svar frá I. D. Strøm til H. Abrahamsen - Kunngerðin um burturkast.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 11. des. 2023

Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S M Á L A R Á Ð I Ð
Løgtingið Tórshavn, tann 11. des. 2023
Tinghúsvegur 1-3 J.nr.: 23/24136
Postboks 208
110 Tórshavn
Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-053/2023 frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, um
kunngerð um burturkast
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu langt er arbeiðið komið við at gera eina nýggja kunngerð um burturkast?
2. Nær verður nýggja kunngerðin lýst?
3. Hví hevur arbeiðið tikið so langa tíð?
Metingar vísa, at um vit halda fram við at nýta náttúrutilfeingi eins og vit gera í dag, so fara vit at
hava tørv á trimum klótum í 2050 (Tøl smb. UNDP). Náttúrutilfeingið er ikki endaleyst, og økt
framleiðsla av nýggjum lutum úr nýggjum tilfari, ið eftir stutta tíð verður brent ella tyrvt, er ikki
haldfør.
Fyri at avmarka okkara nýtslu av náttúrutilfeingi og minka um dálking og útlát, skulu vit brúka
tilfeingið so nógvar ferðir, ið til ber, heldur enn at tyrva ella brenna tað. Vit skulu flyta okkum úr
einum linjubúskapi, har vit troyta og blaka burtur, til ringbúskap, har vit avmarka okkara tørv á
náttúrutilfeingi og endurnýta og endurvinna tað, ið vit framleiða.
Tí skulu vit hava nýggjar reglur fyri burturkastøkið. Tað nýggja við kunngerðaruppskotinum, ið talan
er um í mun til galdandi kunngerð er, at hon setur karmarnar fyri einum undirstøðukervi til ringbúskap
við meira endurnýtslu og endurvinning av burturkasti frá húsarhaldum og vinnu. Kunngerðin ásetur,
at kommunur skulu handfara burturkast sambært burturkaststiganum:
1) endurnýta (brúka lutin umaftur)
2) endurvinna (brúka lutin til okkurt annað við at broyta hann)
3) Brenna (fáa hita burtur úr)
4) Tyrva

-- 1 of 2 --

Lutir kunnu einans fara niður í burturkaststiganum, um tað ikki er møguligt ella ráðiligt, sæð í mun
til ringbúskap og útlát, at hava teir longri uppi í stiganum.
Til nr. 1
Kunngerðaruppskotið um burturkast skal gjøgnumgangast og tillagast saman við IRF og KB, tá ið
landsætlanin fyri burturkast er gjørd liðug. Miðað verður eftir at fáa hetta arbeiðið gjørt liðugt í januar
2024.
Til nr. 2
Væntandi verður kunngerðin lýst í februar 2024.
Til nr. 3
Ein høvuðstáttur í nýggja kunngerðaruppskotinum er, at land og kommunur saman skulu gera eina
landsætlan fyri burturkasti, og henni á baki eina kommunala ætlan fyri burturkasti. Ætlanirnar skulu
galda í 10 ár, men broytingar kunnu gerast í gildistíðini, um tørvur er á tí.
Tá uppskot til kunngerð um burturkast var í hoyring í fjør summar, vístu ummælini, at tørvur var á
rættiliga týðandi broytingum í uppskotinum. Samstundis varð mett, at landsætlanin fyri burturkast,
ið uppskotið til kunngerð ásetur skal gerast, mátti orðast, áðrenn kunngerðin kundi lýsast. Hetta tí,
at tað er við landsætlanini saman við teimum kommunalu ætlanunum fyri burturkast, at nýggja
kunngerðin fer at bróta frá galdandi kunngerð.
Landsætlanin skal áseta, hvørji mál kommunurnar skulu røkka á burturkastøkinum næstu tíggju
árini, við serligum atliti at teimum fyrstu fimm árunum. Ásett er í umhvørvisverndarlógini, at hetta
arbeiðið skal gerast saman við kommununum, og tær skulu síðani gera eina kommunala ætlan fyri
burturkast, sum skal stuðla upp undir stevnumiðini í landsætlanini.
Arbeiðið við landsætlanini hevur tó verið drúgvari enn væntað, men sum áður nevnt, verður uppskot
til kunngerð væntandi liðugt í februar 2024.
Umhvørvismálaráðið, 11. desember 2023
Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
053.23 spm. til I. D. Strøm frá H. Abrahamsen - Kunngerðin um burturkast.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 29. nov. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Kunngerðin um burturkast
Spurningar:
1. Hvussu langt er arbeiðið komið við at gera eina nýggja kunngerð um burturkast?
2. Nær verður nýggja kunngerðin lýst?
3. Hví hevur arbeiðið tikið so langa tíð?
Viðmerkingar:
Verandi kunngerð um burturkast er frá 19. oktober 1995, og ongar broytingar eru gjørdar í henni
síðani 2007. Hugburðurin viðvíkjandi burturkasti er nógv broyttur, síðani galdandi kunngerð varð
lýst.
Í februar 2020 bað undirritaði, sum tá var landsstýrismaður á økinum, Umhvørvisstovuna um at gera
uppskot til eina nýggja kunngerð um burturkast. Tey fingu freist til 1. juni sama ár, tá arbeiðið skuldi
vera liðugt. Seinni bleiv pantiskipanin við einnýtisíløtum partur av arbeiðinum.
Arbeiðið dró út, men fyri tveimum árum síðani skrivaði Dimmalætting, at arbeiðið var um at vera
liðugt, og at bara nakrir tekniskir smálutir vóru eftir at gera, áðrenn uppskotið kundi latast
landsstýrismanninum.
Nú eru aftur tvey ár gingin, og framvegis er kunngerðin ikki lýst. Tí verður hesum fyrispurningurin
settur.
Á Løgtingi, 29. november 2023
Helgi Abrahamsen

-- 1 of 1 --