52-052/2023
Kostnaður av grønum stuðulsskipanum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. des. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
052.23 Svar frá R. Vang til S. K. Poulsen - Kostnaður av grønum stuðulsskipanum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 12. des. 2023
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 11. desember 2023 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-052/2023 frá Steffani Klein Poulsen, løgtingsmanni, settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um kostnaðin av grønum stuðulsskipanum. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvat hevur tað kostað landskassanum at stuðla el- og vetnisbilum við mvg afturbering, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk, býtt á ár? 2. Hvat hevur tað kostað landskassanum at stuðla el- og vetnisbilum við lægri skrásetingargjaldi, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk, býtt á ár? 3. Hvat hevur tað kostað landskassanum at stuðla hitapumpuskipanum við mvg afturbering, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk, býtt á ár? 4. Hvat hevur tað kostað landskassanum at veita stuðul fyri at burturbeina oljufýr, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk, býtt á ár? 5. Eru aðrar grønar stuðulsskipanir, sum kosta landskassanum, og hvat er kostnaðurin av hesum? 6. Hvat hava grønu stuðulsskipanirnar kostað landskassanum samanlagt? 7. Hvat metir landsstýriskvinnan, at allar hesar grønu stuðulsskipanirnar fara at kosta komandi fíggjarár? 8. Hvussu nógv er CO2 útlátið lækkað av hesum tiltøkum í tonsum og prosentum? 9. Metir landsstýriskvinnan, at hesar stuðulsskipanirnar venda sosialt rætt? 10. Heldur landsstýriskvinnan, at føroyska samfelagið í sínari heild fær nóg nógv burturúr hvørjari krónu, sum verður brúkt til grønar stuðulsskipanir? Svar: Til nr. 1 Akstovan hevur upplýst, at í tíðarskeiðnum frá 2013 til 30. nov. 2023 vórðu tilsamans 1.568 el- bilar innfluttir til Føroyar. Allir el-bilar eru taldir við. Verða el-bilarnir býttir á ár og tal av skrásetingum, sær býtið soleiðis út: Ár 2013 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2020 2021 2022 2023 (jan. til nov.) Tal 3 3 3 6 15 66 77 132 295 506 462 Kelda: Akstovan. -- 1 of 4 -- F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance 2/4 Beinleiðis kostnaðurin av mvg-afturberingini síðani 2017 sæst í talvuni niðanfyri. Áðrenn 2017 vóru at kalla eingir el-bilar innfluttir ella seldir í Føroyum, sum eisini sæst í talvuni omanfyri. (mió. kr.) 2017 2018 2019 2020 2021 2022 2023 (jan.- nov.) Tils. (‘17- ‘22) Afturrindan mvg el- akfør 0,5 3,6 3,1 6,0 22,9 32,3 27,8 68,4 Kelda: TAKS. Talvan omanfyri vísir kostnaðin av mvg-afturbering í sambandi við keyp av el-bilum. Vetnisbilar verða ikki seldir ella innfluttir í løtuni. Til nr. 2 Hesin spurningurin kann ikki svarast lættliga. Vórðu el-bilar ikki stuðlaðir við lægri skrásetingar-gjaldi, vóru teir ikki kappingarførir í prísi við vanligar bensin- og diesel-bilar. Tí høvdu fólk flest helst keypt vanligar bensin- og diesel-bilar og rindað skrásetingargjald av teimum, um el-bilar ikki vórðu stuðlaðir við lægri skrásetingargjaldi. CIF-virði á vanligum bilum er í flestu førum millum 100 og 200 tús. kr., og flestu vanligir bilar rinda millum 60 og 100 tús. kr. í skrásetingargjaldi. Hinvegin er CIF-virðið á flestu el-bilum millum 200 og 350 tús. kr. CIF-virðið er avgjaldsgrundarlag í sambandi við virðisgjaldið. Til ber ikki at siga, at nýggir el-bilar kosta landskassanum alla upphæddina, sum landskassin hevði fingið, um el-bilar rindaðu sama skrásetingargjald sum vanligir bilar. Gjørdu teir tað, vóru el-bilar ikki prískappingarførir, og fólk høvdu tá keypt vanligar bensin- og diesel-bilar, sum í flestu førum rinda millum 60 og 100 tús. kr. í skrásetingargjaldi. Tí er rættari at siga, at veruligi kostnaðurin fyri landskassan av at stuðla el-bilum við lægri skrásetingargjaldi er millum 60 og 100 tús. kr. fyri hvønn el-bil, sum verður seldur. Viðmerkjast skal, at frá 2024 fer kostnaðurin av stuðlinum at lækka nakað, tí skrásetingargjaldið á el-bilar er samtykt at hækka nakað frá 2024 og heldur fram at hækka til 2028. Samlaða kostnaðurin fyri landskassan kann ikki gerast neyvt upp, tí talan er um atferðarbroytingar hjá borgarum. Til ber ikki at siga við vissu, hvørjar bilar fólk høvdu keypt, um el-bilar rindaðu sama skrásetingargjald sum vanligir bilar. Roknað verður við, at el-bilar vera prískappingarførir við vanligar bilar næstu árini og í stóran mun kunnu seljast við líknandi avgjøldum, sum vanligir bilar hava havt síðstu nógvu árini. Til nr. 3 Beinleiðis kostnaðurin av mvg-afturberingini síðani 2017 sæst í talvuni niðanfyri. -- 2 of 4 -- F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance 3/4 (mió. kr.) 2017 2018 2019 2020 2021 2022 2023 (jan.- nov.) Tils. (’17- ‘22) Afturrindan mvg upphiting 0,7 2,4 3,9 5,1 6,7 11,6 25,8 30,4 Kelda: TAKS. Viðmerkjast skal, at beinleiðis kostnaðurin, sum sæst í talvuni omanfyri yvirmetir helst veruliga kostnaðin av mvg-afturrindanini. Var eingin afturrindan av mvg, høvdu fólk neyvan í sama mun lagt um til grønar hitaskipanir. Øll upphæddin hevði tí neyvan komið í landskassan, um eingin afturrindan av mvg var fyri hitapumpuskipanir. Til nr. 4 Stuðulin fyri at burturbeina oljufýr er nýggj skipan. Frá 1. juli 2023 hevur borið til at søkja um stuðul til at burturbeina oljufýr. Játtanin til stuðulin er 1,5 mió. kr. í 2023. Skipanin verður eftir ætlan tikin av í 2024. Í staðin verður eitt krav fyri at fáa afturrindað mvg, at fólk kunnu vátta við skjali, at tey hava burturbeint sína oljufýring í sambandi við skiftið til grøna hitaskipan. Til nr. 5 Fíggjarmálaráðnum kunnugt eru ikki aðrar grønar stuðulsskipanir, sum kosta landskassanum. Tó kann nevnast, at el-bilar og el-drivnar motorsúkklur rinda lægri vektgjøld enn vanlig motorakfør. Til nr. 6 Hesin spurningurin kann ikki svarast lættliga. Í fyrra lagi tí til ber ikki neyvt at gera upp kostnaðin fyri landskassan av at stuðla el-bilum við lægri skrásetingargjaldi; sí svarið til spurning nr. 2. Í øðrum lagi eru endaligu tølini fyri 2023 ikki tøk enn. Siga vit, at afturrindanin av mvg í sambandi við el-bilar og hitapumpur tilsamans fara at kosta landskassanum um 60 mió. kr. í 2023, gevur hetta ein samlaðan beinleiðis kostnað á um 160 mió. kr. fram til 2023 (68,4 + 30,4 + 60 mió. kr.) fyri afturrindan av mvg. Harafturat kemur kostnaðurin av at stuðla el-bilum við lægri skrásetingargjaldi og kostnaðurin av stuðlinum fyri at burturbeina oljufýr í 2023. Til nr. 7 Fíggjarmálaráðið roknar við, at kostnaðurin av grønu stuðulsskipanunum lækkar nakað í fíggjarárinum 2024 (og árini frameftir). Til ber ikki at meta neyvt um kostnaðin, men nógv bendir á, at kostnaðurin lækkar í 2024. Kostnaðurin er millum annað treytaður av atferð hjá borgarum og av miðalprísum á nýggjum el-bilum. Samtykt er, at skrásetingargjøldini á el-bilar hækka nakað í 2024, og at tey hækka árini fram til 2028. Beinleiðis kostnaðurin fyri landskassan av at rinda aftur mvg til el-bilar og hitapumpur kann roknast við at vera um 50 mió. kr. tilsamans í komandi fíggjarári. Til nr. 8 Hesin spurningurin kann ikki svarast. Til ber ikki at gera upp, hvussu nógv útlátið av CO2 er lækkað av stuðulstiltøkunum í tonsum ella í prosentum. Hetta er treytað av, hvørjar bilar fólk høvdu keypt í staðin fyri el-bilar, um eingin stuðul var til el-bilar. Hetta er eisini treytað av, í hvønn mun húsarhald høvdu skift oljufýr út við grønar hitaskipanir, um eingin stuðul var til grønar hitaskipanir. Í báðum føri verður talan bara um gitingar. -- 3 of 4 -- F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance 4/4 Til nr. 9 og 10 Nógvar ymiskar meiningar eru um, hvørt stuðulsskipanirnar omanfyri venda sosialt rætt. Tað er rætt, at serliga há- og miðallønt hava fíggjarligt rásarúm til at keypa el-bil og at leggja um til grøna hitaskipan. Til dømis hava serliga há- og miðallønt møguleika at taka og rinda aftur lán í peningastovnum til endamálið, sum í nógvum førum eru neyðug í sambandi við at keypa nýggjan bil ella at leggja um til grøna hitaskipan. Hinvegin er eitt hámark í mvg-afturrindanini í sambandi við el-bilar, sum bøtir nakað um hendan vansan við grønu stuðulsskipanunum. Samtykt er, at mvg-afturberingin minkar stigvíst næstu árini bæði í sambandi við grønar hitaskipanir og el-bilar. Leggjast kann aftrat, at onnur lond dragast við somu avbjóðingar og vansar í sambandi við stuðul til grøna orkuskiftið. Sera torført er seta saman almennar stuðulsskipanir til grøna orkuskiftið, sum bæði stuðla skiftinum til grøna orku og venda sosialt rætt. Somuleiðis eru nógvar ymiskar meiningar um, hvørt føroyska samfelagið fær nóg nógv burturúr teimum krónum, sum verða brúktar til grønar stuðulsskipanir. Hetta er sera torført at meta um. Neyðugt er at gera eina gjølliga kostnyttu greining fyri at svara spurninginum neyvt. Í øllum førum er greitt, at skal verulig gongd koma á grøna orkuskiftið er neyðugt, at tað almenna stuðlar gransking og menning av nýggjari og grønari tøkni og stuðlar endabrúkarum í at skifta til grøna orku. Tinganes, 11. desember 2023 Ruth Vang Landsstýriskvinna í fíggjarmálum -- 4 of 4 --
052.23 spm. til R. Vang frá S. K. Poulsen - Kostnaður av grønum stuðulsskipanum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 23. nov. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum Evni: Kostnaður av grønum stuðulsskipanum Spurningar: 1. Hvat hevur tað kostað landskassanum at stuðla el- og vetnisbilum við mvg afturbering, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk, býtt á ár? 2. Hvat hevur tað kostað landskassanum at stuðla el- og vetnisbilum við lægri skrásetingargjaldi, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk, býtt á ár? 3. Hvat hevur tað kostað landskassanum at stuðla hitapumpuskipanum við mvg afturbering, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk, býtt á ár? 4. Hvat hevur tað kostað landskassanum at veita stuðul fyri at burturbeina oljufýr, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk, býtt á ár? 5. Eru aðrar grønar stuðulsskipanir, sum kosta landskassanum, og hvat er kostnaðurin av hesum? 6. Hvat hava grønu stuðulsskipanirnar kostað landskassanum samanlagt? 7. Hvat metir landsstýriskvinnan, at allar hesar grønu stuðulsskipanirnar fara at kosta komandi fíggjarár? 8. Hvussu nógv er CO2 útlátið lækkað av hesum tiltøkum í tonsum og prosentum? 9. Metir landsstýriskvinnan, at hesar stuðulsskipanirnar venda sosialt rætt? 10. Heldur landsstýriskvinnan, at føroyska samfelagið í sínari heild fær nóg nógv burturúr hvørjari krónu, sum verður brúkt til grønar stuðulsskipanir? Viðmerkingar: Tað eru nógvar grønar stuðulsskipanir settar í verk fyri at fremja grøna orkuskiftið. Hesar skipanir vísa seg tó at verða rættiliga dýrar fyri landskassan. Spurnartekin kann setast við, um tær venda sosialt rætt, og um tær muna nóg nógv í CO2 roknskapinum. Hesin fyrispurningurin verður settur fyri at fáa greiðu á, hvussu nógv hesar stuðulsskipanirnar hava kostað landskassanum, síðani tær eru settar í verk. Á Løgtingi, 23. november 2023 Steffan Klein Poulsen -- 1 of 1 --