← Løgtingsmál

52-051/2023

Sambýlið á Mýrini

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. des. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
051.23 Svar frá S. Stenberg til Ei. í Jákupsstovu - um sambýlið á Mýruni.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 4. des. 2023

Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
 (+298) 30 40 00 •  ammr@ammr.fo • www.ammr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1 – 3
100 Tórshavn
4. desember 2023
Mál: 23/23707-5
Tygara skriv:
Viðgjørt:
Nr. 52-051/2023
Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-051/2023 eftir tingskipanini §52a til Sirið
Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, frá Eiriki í Jákupsstovu,
løgtingsmanni, sambýlið á Mýrini.
Spurningar:
1. Hvat kostar bygningurin Sambýlið á Mýrini, nú hann er liðugur?
2. Hvør er fermetrakostnaðurin á bygninginum alt íroknað uttan ognan av lendi, nú hann
er liðugur?
3. Hvussu er fíggjarliga býtið millum handverkaraútreiðslur, ráðgeving, ognan av lendi
og annað?
4. Hvussu var byggingin skipað?
5. Hvussu er mann nøgdur við úrslitið, nú bygningurin er liðugur?
6. Hvørjar orsakir metir mann vera til, at byggingin hevur gingið, sum hon hevur?
Til nr. 1:
Endaroknskapurin fyri verkætlanina er ikki endaliga uppgjørdur. Hann verður tøkur innan
ársskiftið. Við tí fyrivarni kann sigast, at bygningur kemur at kosta millum 42 - 42.3 mió.kr. og
kemur sostatt at hava avlop.
Til nr. 2:
Kostnaðurin er 34.334 kr. pr. fermetur út frá einum byggikostnaði á 42.300.000 kr.
Til nr. 3:
Handverkaraútreiðslur: ................... 26.388.296,97 kr.
Eyka avtalur, meir og minni og lønar- og prísvøkstur í sambandi við handverkaraútreiðslur:
........................................................... 6.007.565,16 kr.
Ráðgeving: ....................................... 4.941.054,70 kr.
Ognan av lendi: 2.700 kr. fyri samanlegging av mattriklum. Eingin kostnaður var fyri keyp av
grundøki, tí landið frammanundan átti grundøkið.

-- 1 of 2 --

A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Síða 2 av 2
Annað (innbúgv, útgerð og tól, verkætlanarleiðsla, forkanningar, tryggingar o.a.):
........................................................... 4.960.383,17 kr.
Til nr. 4:
Landsverk var byggiharri við Sp/f MAP sum høvuðsráðgeva við ábyrgd av projektering,
fakeftirliti og byggileiðslu. Knýtt at verkætlanini hevur verið bygginevnd við umboðum fyri
stjórnarráð og Almannaverkið. Byggingin varð skipað sum stórarbeiðstøka við fýra
arbeiðstøkum.
Fyrst varð jørðarbeiðið boðið út og økið bleiv gjørt byggibúgvið; P/F Articon hevði hesa
arbeiðstøkuna. Síðani varð byggingin boðin út, sum tríggjar sjálvstøðugar arbeiðstøkur. Sp/f
ÁTS hevði timburarbeiðstøkuna og afturat sær undirveitarar innan gólv-, málara-, múrara- og
lendisarbeiðið.
Sp/f Install hevði EL-arbeiðstøkuna og Sp/f Renovent hevði HVS-arbeiðstøkuna.
Til nr. 5:
Metingin hjá Landsverki er, at stjórnarráð, brúkari, starvsfólk, búfólk og avvarðandi sum heild
væl nøgd, nú bygningurin er liðugur og borgarar eru fluttir inn. Mýran er eitt sera fjálgt og
heimligt sambýli. Nevnast kann, at eftir at stjórnarráðið hevur tosað við starvsfólk og
avvarðandi verður sagt, at hetta er heilt einastandandi gott bústaðartilboð.
Til nr. 6:
Tað eru nógv ymisk viðurskifti, ið skulu samvirka fyri at ein bygging verður væleydnað. Í
hesum føri kann serliga viðmerkjast, at samstarvið millum arbeiðstakarar hevur verið framúr
gott og hetta metir Landsverk sæst aftur í úrslitinum, nú bygningurin stendur liðugur. Fyrimunir
hava verið við at bjóða jørðarbeiðið út og harvið gera økið byggibúgvið áðrenn sjálvur
bygningur verður boðin út. Jørðarbeiði hevur ofta við sær stórar óvissur, sum kunnu hava
neiligar fíggjarligar avleiðingar. Verkætlanin hevur havt neyðuga peningin til óvæntaðar
útreiðslur. Hetta hevur havt við sær, at tørvur ikki hevur verið á at gera sparingar, sum í síðsta
enda ofta kunnu hava aðrar óhepnar avleiðingar við sær.
Sirið Stenberg
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
051.23 spm. til S. Stenberg frá Ei. í Jákupsstovu - um sambýlið á Mýruni.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. nov. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum
Evni: Sambýlið á Mýrini
Spurningar:
1. Hvat kostar bygningurin Sambýlið á Mýrini, nú hann er liðugur?
2. Hvør er fermetrakostnaðurin á bygninginum alt íroknað uttan ognan av lendi,
nú hann er liðugur?
3. Hvussu er fíggjarliga býtið millum handverkaraútreiðslur, ráðgeving, ognan av
lendi og annað?
4. Hvussu var byggingin skipað?
5. Hvussu er mann nøgdur við úrslitið, nú bygningurin er liðugur?
6. Hvørjar orsakir metir mann vera til, at byggingin hevur gingið, sum hon
hevur?
Viðmerkingar:
Í 2021 samtykti Løgtingið dagførda verklagslóg til at byggja vardan bústað á Mýrini í
Hoyvík. Nú byggingin er liðug, og bústaðirnir verða tiknir í nýtslu, og tað í løtuni
verður viðgjørt, hvussu bygging av almennum bygningum skal skipast í framtíðini,
tykist viðkomandi at fáa til vegar upplýsingar um, hvussu hendan bygging hevur
gingið.
Á Løgtingi, 23. november 2023
Eirikur í Jákupsstovu

-- 1 of 1 --