52-050/2023
Bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. des. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
050.23 Svar frá H. Hoydal til Ei. í Jákupsstovu - um bygningin hjá Sjóvinnustýrinum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 5. des. 2023
Sjá útdrigin tekst
1 / 2 Uttanríkis- og vinnumálaráðið Løgtingið Tórshavn, 05. desember 2023 Journal nr.: 23/23697 Svar upp á § 52a- fyrispurning nr. 52-050/2023 frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, um bygningin hjá Sjóvinnustýrinum Spurningarnir vóru soljóðandi 1. Hvat kostar bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum, nú hann er liðugur? 2. Hvør er fermetrakostnaðurin á bygninginum alt íroknað uttan ognan av lendi, nú hann er liðugur? 3. Hvussu er fíggjarliga býtið millum handverkaraútreiðslur, ráðgeving, ognan av lendi og annað? 4. Hvussu var byggingin skipað? 5. Hvussu er mann nøgdur við úrslitið, nú bygningurin er liðugur? 6. Hvørjar orsakir metir mann vera til, at byggingin hevur gingið, sum hon hevur? Svar Spurningur nr. 1 Byggiroknskapurin er ikki endaligur enn, men alt bendir á, at kostnaðurin verður innanfyri tær 30 mió. kr., sum verklagslógin ásetur. Spurningur nr. 2 Fyribils, av tí at byggiroknskapurin ikki er endaligur enn, kann upplýsast, at fermeturkostnaðurin er 37.736 kr/m2. Spurningur nr. 3 • Handverkaraútreiðslur 23.779.651 kr. • Eyka avtalur/veitingar og prísvøkstur í sambandi við handverkaraútreiðslur 3.978.872 kr. • Ráðgeving 1.680.378 kr. • Ognan av lendi 0 kr. – Føroya landsstýri gjørdi gerðabýti við Vága kommunu, har kommunan yvirtók eitt fyrrverandi grótbrot, sum landið átti, og landið yvirtók grundøkið, har bygningurin er staðsettur. • Annað 561.099 kr. -- 1 of 2 -- 2 / 2 Spurningur nr. 4 Bygningurin varð boðin út sum heildararbeiðstøka, sum merkir, at tað er arbeiðstakarin, sum skipar og samskipar arbeiðið, ger avtalur og hevur samskifti við undirveitarar. Arbeiðið varð skipað við føstum byggileiðara á staðnum. Stýrisbólkurin/bygginevndin hittist mánaðarliga á byggiplássinum við umboðum frá arbeiðstakara (Sp/f Búsetur), ráðnum (UVMR), byggiharra (Landsverk) og brúkara (Sjóvinnustýrið). Landsverk hevði dagliga samskiftið við byggileiðaran. Einki eksternt fakeftirlit var. Spurningur nr. 5 Vit eru sum heild væl nøgd og fegin um verkætlanina. Spurningur nr. 6 Tað eru fleiri viðurskifti, sum skulu samvirka, fyri at ein bygging er væleydnað. Áðrenn verkætlanin varð boðin út, vórðu tørvurin hjá Sjóvinnustýrinum og byggiskráin væl allýst. Sostatt var útgangsstøðið fyri verkætlanini greitt frá byrjan. Eftir at útboðsvinnari varð funnin og farið varð undir byggingina, hevur dentur verið lagdur á at halda seg til tilboðið og byggiskránna, tað vil siga at ikki gera broytingar. Ein viðvirkandi faktorur, sum eisini er týdningarmikil, er, at tað í byggitíðarskeiðinum hevur verið regluligt samskifti millum byggiharra og arbeiðstakara umframt uppfylging frá stýrisbólkinum. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 05. desember 2023 Høgni Hoydal landsstýrismaður -- 2 of 2 --
050.23 spm. til H. Hoydal frá Ei. í Jákupsstovu - um bygningin hjá Sjóvinnustýrinum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 23. nov. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum Evni: Bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum Spurningar: 1. Hvat kostar bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum, nú hann er liðugur? 2. Hvør er fermetrakostnaðurin á bygninginum alt íroknað uttan ognan av lendi, nú hann er liðugur? 3. Hvussu er fíggjarliga býtið millum handverkaraútreiðslur, ráðgeving, ognan av lendi og annað? 4. Hvussu var byggingin skipað? 5. Hvussu er mann nøgdur við úrslitið, nú bygningurin er liðugur? 6. Hvørjar orsakir metir mann vera til, at byggingin hevur gingið, sum hon hevur? Viðmerkingar: Í 2021 samtykti Løgtingið, at upp til 30 mió. kr. kundu brúkast til umsitingarbygning í Miðvági til Sjóvinnustýrið. Fyri nøkrum døgum síðan varð lykilin til bygningin handaður Sjóvinnustýrinum, og tí hevði verið áhugavert at vitað, hvussu hendan verkætlanin hevur gingið – eisini havandi í huga avbjóðingarnar, sum í fleiri førum hava verið í samband við bygging av almennum bygningum seinastu árini. Á Løgtingi, 23. november 2023 Eirikur í Jákupsstovu -- 1 of 1 --