52-049/2023
Liðugt viðgjørd á sjúkrahúsunum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. des. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
049.23 Svar frá M. Stórá til Ei. í Jákupsstovu - um liðugt viðgjørd á sjúkrahúsunum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 5. des. 2023
Sjá útdrigin tekst
1 Dagf. 4. desember 2023 HMR j. nr. 23/23651-7 Margit Stórá landsstýriskvinna Svar upp á Fyrispurning nr. 52-049/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um liðugt viðgjørd á sjúkrahúsunum, frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni. Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Hvussu nógv hava liðugt viðgjørdir sjúklingar á sjúkrahúsunum kostað sjúkrahúsverkinum, og hvussu nógv hava tey verið árini 2015-2023? 2. Hvussu stórur partur av hesum hava verið yvir 67 ár? 3. Hvørja hugsan hevur landsstýriskvinnan um at taka gjøld frá avvarðandi myndugleikum fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar, sum upptaka pláss í sjúkrahúsverkinum? Svar: Til spurning 1 Síðan 2020 hevur Sjúkrahúsverkið gjørt reglulig hagtøl fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar, sum eru innlagdir á sjúkrahúsunum. Sjúkrahúsverkið hevur ikki møguleika fyri at útvega tøl fyri árini 2015-2019, tí tá vóru ikki gjørdar skipaðar skrásetingar fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar. Tølini fyri árini 2020-2023 er hesi: Ár Tal av sjúklingum Seingjadagar Kostnaðarmeting 2020 44 1101 2.341.827,00 2021 65 2243 4.833.665,00 2022 68 2360 5.656.600,00 2023 88 2670 8.180.800,00 Talva 1 – tølini fyri 2023 eru fyri tíðarskeiðið januar-november. -- 1 of 4 -- 2 Kostnaðarmetingin í talvi 1 er gjørd út frá teimum donsku prísunum, umframt at kostnaðurin fyri ávísar serskipanir er lagdur afturat fyri ávikavist 2022 og 2023. Hetta verður vent aftur til seinni í svarinum. Talva 2 - tølini fyri 2023 eru fyri tíðarskeiðið januar-november. Í talvuni sæst, at síðan byrjað var at gera hagtøl fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar, eru tølini hækkað á hvørjum ári. Kostnaðarmeting Í Føroyum er ikki gjørt upp, hvat kostnaðurin fyri sjúkrahúsviðgerðir er, ella hvat liðugt viðgjørdir sjúklingar kosta føroyska Sjúkrahúsverkinum, tá møguleiki ikki er at útskriva hesar. Í øðrum Norðurlondum, til dømis Danmark og Svøríki, er hetta partur av heilsulógini, ið ásetur, at bústaðarkommunan skal gjalda fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar. Í til dømis Danmark er prísurin í 2023 settur til 2.240 kr. um dagin fyri fyrstu dagarnar eftir at sjúklingurin er liðugt viðgjørdur. Triðja dagin hækkar prísurin til tað tvífalda, 4.480 kr. um dagin. Hetta verður gjørt sum ein eggjan fyri at fáa útskrivað teir liðugt viðgjørdu sjúklingarnar. Prísirnir verða prísreguleraðir eina ferð árliga, sum tað framgongur av talvuni niðanfyri. -- 2 of 4 -- 3 Ár Kostnaður fyri dagin 2020 2.127 kr. 2021 2.155 kr. 2022 2.185 kr. 2023 2.240 kr. 2024 2.316 kr. Talva 3 - vísir lægra prísin fyri hvønn seingjardag um árið, sum kommunurnar í Danmark gjalda eftir. Sjúkrahúsverkið í Føroyum hevur ikki heimild at taka gjald fyri liðugt viðgjørdar sjúklingarnar, men hevur brúkt tann lægra danska takstin sum útgangsstøði, tá mett verður um kostnaðin, sum stendst av liðugt viðgjørdum sjúklingum, sum framhaldandi eru innlagdir, tí møguleiki ikki er fyri at útskriva teir. Hesin kostnaður fyri hvønn dag er tó bert vegleiðandi, og stundum er veruligi kostnaðurin av liðugt viðgjørda sjúklinginum væl hægri. Í summum førum er tørvur á at gera serligar skipanir inni á sjúkrahúsinum, fyri tann einstaka liðugt viðgjørda sjúklingin, hetta tá aðrar almennar skipanir ikki eru til reiðar at taka ímóti borgaranum. Tað kann eitt nú verða, tá sjúklingur má hava einastovu og hevur tørv á fastari manning burtur av. Tá kann lønarútreiðslan fyri røktina av tí liðugt viðgjørda sjúklinginum vera umleið 8.500 kr. um samdøgrið. Slíkar serskipanir kostaðu Landssjúkrahúsinum umleið 0,5 mió. kr. í 2022 og hava higartil í ár kostað Landssjúkrahúsinum 2,2 mió. kr. Hesar upphæddirnar eru tiknar við í kostnaðarmetingina í talvu 1. Umframt peningaliga kostnaðin, er ein annar kostnaður av at liðugt viðgjørdir sjúklingar liggja á sjúkrahúsunum. Tað er, at teir upptaka seingjarpláss, sum annars kundu verið brúkt til sjúklingar, sum hava tørv á viðgerð. Hetta hevur við sær longda bíðitíð hjá sjúklingum, sum eitt nú skulu til skurðviðgerð á sjúkrahúsunum. Til spurning 2 Aldursbýtið á liðugt viðgjørdum sjúklingum framgongur av talvuni niðanfyri: Yngri enn 67 ár Ár Tal av sjúklingum Seingjardagar 2020 8 574 2021 14 1151 2022 16 1360 2023 17 1472 Talva 4 - tølini fyri 2023 eru fyri tíðarskeiðið januar-november. -- 3 of 4 -- 4 67 ár ella eldri Ár Tal av sjúklingum Seingjardagar 2020 36 527 2021 51 1092 2022 52 1000 2023 71 1198 Talva 5 - tølini fyri 2023 eru fyri tíðarskeiðið januar-november. Talvurnar 4 og 5 vísa, at tað eru færri borgarar, sum eru yngri enn 67 ár, sum eru innlagdir á sjúkrahúsi, eftir at viðgerðin er liðug. Tó er seingjadagatalið munandi hægri í tí yngra aldursbólkinum, tí nøkur teirra eru heilt leingi innløgd, eftir at viðgerðin er endað. Til spurning 3 Trupulleikin við at fáa útskrivað liðugt viðgjørdar sjúklingar hevur neiliga ávirkan á virksemi í Sjúkrahúsverkinum. Sum tað framgongur av talvu 2 hevur trupulleikin verið vaksandi seinastu árini. Landsstýriskvinnan fer at taka hesi viðurskifti upp politiskt fyri at umrøða, hvat kann gerast fyri at fáa loyst trupulleikan – og um ein skipan, har tað verður tikin gjøld frá avvarðandi myndugleikan, kann verða ein partur av loysnini. Heilsumálaráðið, 4. desember 2023 Margit Stórá landsstýriskvinna -- 4 of 4 --
049.23 spm. til M. Stórá frá Ei. í Jákupsstovu - um liðugt viðgjørd á sjúkrahúsunum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 23. nov. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum Evni: Liðugt viðgjørd á sjúkrahúsunum Spurningar: 1. Hvussu nógv hava liðugt viðgjørdir sjúklingar á sjúkrahúsunum kostað sjúkrahúsverkinum, og hvussu nógv hava tey verið árini 2015-2023? 2. Hvussu stórur partur av hesum hava verið yvir 67 ár? 3. Hvørja hugsan hevur landsstýriskvinnan um at taka gjøld frá avvarðandi myndugleikum fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar, sum upptaka pláss í sjúkrahúsverkinum? Viðmerkingar: Í nógvum umførum hevur verið umrøtt, at tað er kostnaðarmikið og seinkar viðgerðum í sjúkrahúsverkinum, at so nógv liðugt viðgjørd eru inni á sjúkrahúsunum. Millum annað í 2013 varð umrøtt at seta eina skipan í verk, sum gav sjúkrahúsverkinum møguleika at senda rokning til avvarðandi myndugleikar fyri hesi liðugt viðgjørdu, men sum skilst bar tað arbeiðið ikki á mál. At taka gjøld fyri liðugt viðgjørd er tó ikki heilt ókent, tí tað hevur verið heimild fyri hesum galdandi fyri psykiatriska depilin í ávísum førum síðan 2011. Verandi skipan, har onki gjald verður tikið frá avvarðandi myndugleika í flestu førum, merkir, at tað í nógvum førum kann vera ein beinleiðis sparing hjá millum øðrum Almannaverkinum og eldrasamstørvunum ikki at taka ímóti fólkum, sum tey annars hava ábyrgdina av. Havandi hetta í huga, umframt skjótt vaksandi bíðilistarnar til nógvar viðgerðir orsakað av verkfallinum í heyst og at líknandi skipanir ikki eru ókendar í okkara grannalondum, verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni. Á Løgtingi, 23. november 2023 Eirikur í Jákupsstovu -- 1 of 1 --