52-048/2023
Samskipanarfrádráttur
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Tikið aftur · Svarfreist 4. des. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjal (1)
048.23 spm. til R. Vang frá A. Olsen - samskipnarfrádráttur.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 22. nov. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Annika Olsen, tingkvinna Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum Evni: Samskipanarfrádráttur hjá lærarum Spurningar: 1. Kann landsstýriskvinnan greiða frá, hví føroyskir fólkaskúlalærarar skulu rinda skatt av samskipanarfrádráttinum ? 2. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at avtaka skattin av samskipanarfrádráttinum ? Viðmerkingar: Í føroyska lærarahópinum eru tað nógvir lærarar, ið eru danskir tænastumenn og hava fingið danska eftirløn, herímillum samskipanarfrádrátt, inntil eftirlønirnar vórðu heimtiknar. Men meðan samskipanarfrádrátturin bleiv skattafríur fyri danskar lærarar í 1992, so skulu føroyskir lærarar, sum hava verið undir somu skipan, rinda nærum 50 % í skatti. Spurningurin er, um hetta er rætt, og tí verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni. Á Løgtingi, 22. novembur 2023 Annika Olsen -- 1 of 1 --