← Løgtingsmál

52-047/2023

Projekterings- og byggieftirlitisútreiðslur til H-bygningin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. des. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
047.23 Svar frá M. Stórá til J. Dahl - Prosjekterings- og byggieftirlitsútreiðslur - H-bygningurin á Landssj..pdfuppruna-PDF

Svar · — · 1. des. 2023

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 1. desember 2023
HMR j. nr. 23/23399-4
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-047/2023 eftir § 52 a í tingskipanini viðvíkjandi projekterings- og
byggieftirlitsútreiðslum til H-bygningin, frá Johan Dahl, løgtingsmanni.
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu stórar vóru upprunaliga mettu útreiðslurnar til prosjektering av H-bygninginum á
LS?
2. Hvussu stórar eru útreiðslurnar til prosjektering, nú H-bygningurin stendur til at verða
liðugur?
3. Hvussu stórar vóru upprunaliga mettu útreiðslurnar til byggieftirlit av H-bygninginum á LS?
4. Hvussu stórar eru útreiðslurnar til byggieftirlit, nú H-bygningurin stendur til at verða
liðugur?
5. Hvat er vanligt at seta av til prosjektering og byggieftirlit í einum byggiprosjekti, t.d. í % av
samlaða byggikostnaðinum?
Svar:
Til spurning 1 og 3
Sum svar til spurningin um upprunaligu mettu útreiðslurnar til prosjektering og byggieftirlit vóru
hesar útreiðslur í 2015 mettar at vera 32,1 mió. kr. í prosjekteringsútreiðlum og 8,4 mió. kr. í
útreiðslum til byggieftirlit (tað er til fakeftilit og byggileiðslu).
Upprunaliga varð farið undir verkætlanina við H-bygninginum í 2008. Um hetta mundi var
byggiskráin í menning, umframt at farið var undir fyrireiking og dagføring av verandi bygningum
hjá Landssjúkrahúsinum. Av somu orsøk var ikki endaliga avgjørt, hvat skuldi setast av til ymisku
veitingarnar, sum t.d. prosjektering.
Ikki fyrr enn í 2012-2015 fekk tann verkætlanin, vit kenna í dag, tað innihaldið, sum er vorðið til
tann H-bygning, ið stendur har í dag, tó við nøkrum eftirfylgjandi broytingarlógum.
Tá fyrsta játtanin til prosjektering av nýbyggingini (nú H-bygningurin) varð veitt, vóru
prosjekteringsútreiðslurnar roknaðar at vera 10% av táverandi byggikostnaðinum. Táverandi
byggikostnaður tók tá í lítlan mun atlit til slag og stødd av nýggja bygninginum. 10% er vanligt

-- 1 of 3 --

brúkt lutfall í byggivinnuni; men táverandi útrokningargrundarlagið var tengt at viðurskiftum, ið
ikki vóru endaliga fastløgd.
Innan bygging er útrokningargrundarlagið fyri byggileiðslu og fakeftirlit vanliga grundað á slag,
stødd og kompleksitet av byggiverkætlanini. Í hesum føri hevur útrokningargrundarlagið tikið
støðið í tøku játtanini og einum grundarlagi, har slagið og støddin á nýbyggingini ikki var kend.
Grundarlagið fyri samanberingini av mettu útreiðslunum (til millum annað prosjektering, fakeftirlit
og byggileiðslu) av nýbyggingini (nú H-bygningurin) og tær endaligu útreiðslurnar til nýggja H-
bygningin kunnu síggjast, sum tvær byggiverkætlanir, tá talan hevur verið um eina byggiverkætlan,
ið er broytt í nøkrum umførum.
Upprunaligu útreiðslurnar til prosjektering og fakeftirlit (byggieftirlit) frá juni 2015 eru lýstar í
talvuni niðanfyri.
Verkevni Kostnaðarætlan
Projekteringsútreiðslur:
Projekteringsleiðsla 1.300.000
Hugskot og byggiskráð 813.000
Skipanaruppskot 5.055.000
Projekttuppskot 5.225.800
Forprojekt 3.014.900
Høvuðsprojekt 7.500.000
Projektuppfylging 3.216.000
Tilsamans 26.124.700
Eyka ráðgeving 6.000.000
Projekteringsútreiðslur tilsamans 32.124.700
Fakeftirlit og byggileiðsla v.m.:
Fakeftirlit 5.800.000
Byggileiðsla 2.600.000
Fakeftirlit og byggileiðsla v.m.: 8.400.000
Til spurning 2 og spurning 4
Sum svar til spurningin um samlaðu útreiðslurnar til prosjektering og byggieftirlit nú H-
bygningurin stendur til at verða liðugur, eru útreiðslurnar nú mettar at vera 72,9 mió. kr. í
prosjekteringsútreiðlum og 22,1 mió. kr. í útreiðslum til byggieftirlit (tað er til fakeftilit og
byggileiðslu).
Útreiðslurnar til prosjektering nú H-bygningurin stendur til at verða liðugur, eru 72.930.697 kr.
Hetta svarar til góð 16% í mun til byggikostnaðin á góðar 449.363.000 kr.
Í mun til samlaðu játtanina á 659.000.000 kr. til H-bygningin svarar hetta til 11%. Tá er
byggiverkætlanin viðvíkjandi samanbyggingini o.a. undantikin umframt byggiverkætlanin, sum er í
kjallaranum í H-bygninginum (Parkeringskjallari, Reingerðarmiðstøð og Felagsgoymsla), sum eru
nýggjari byggiverkætlanir, sum fingu játtan í ávikavist 2021 og 2022.

-- 2 of 3 --

Útreiðslur til fakeftirlit (byggieftirlit) nú H-bygningurin stendur til at verða liðugur, eru 22.107.679
kr. Hetta eru sløk 5% av byggikostnaðinum og 3,3% í mun til játtanina á 659.000.000 kr. til sjálvan
H-bygningin (undantikið kjallaraverkætlanina og samanbyggingina).
Verkevni Kostnaðarætlan
Prosjekteringsútreiðslur:
Projekteringsleiðsla 3.485.394
Hugskot og byggiskráð 8744085
Høvuðsprojekt 35.057.486
Projektuppfylging 603.215
Prosjektering av innbúgv 525.148
Onnur ráðgeving 15.640.670
Eyka ráðgeving 8.874.700
Prosjekteringsútreiðslur tilsamans 72.930.697
Fakeftirlit og byggileiðsla v.m.:
Fakeftirlit 8.872.806
Byggileiðsla 13.234.874
Fakeftirlit og byggileiðsla v.m. tilsamans 22.107.679
Til spurning 5
Sambært Sjúkrahúsverkinum vísa tøl frá byggivinnuni, at prosjekteringsútreiðslur vanliga eru
umleið 10-11% av byggikostnaðinum. Hetta talið broytist alt eftir vavi og kompleksiteti á
byggiverkætlanini og møguligum marknaðarviðurskiftum. Tó vísir tað seg ofta, at
prosjekteringsútreiðslurnar, hóast hesar verða bodnar út í kapping, enda á somu lutfallum, ið víst
verður til omanfyri. Somuleiðis er ikki óvanligt, at prosjekteringsútreiðslur liggja um tey 15% av
byggikostnaðinum á eini stórari byggiverkætlan og enn hægri, um talan er um eina fjølbroytta og
kompleksa byggiverkætlan.
Eisini er vanligt, at byggileiðsla og fakeftirlit eru sløk 4-5% av byggikostnaðinum á minni
kompleksum byggiverkætlanum, og kann koma upp á góð 8-9% í størri og/ella meiri kompleksum
verkætlanum. H-bygningurin er serdømi við t.d. nógvum tekniskum skipanum.
Ein onnur meginregla innan bygging er sonevnda lutfallið 80/20. Hetta merkir, at
handverkaraútreiðslur, innbúgv og útgerð oftast eru um 80% av løgujáttanini og 20% er til annað;
t.e. prosjektering, byggileiðsla og fakeftirlit, umsiting og onnur ráðgeving, umframt aðrar málsettar
útreiðslur.
Heilsumálaráðið, 1. desember 2023
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 3 of 3 --
047.23 spm. til M. Stórá frá J. Dahl - Prosjekterings- og byggieftirlitsútreiðslur - H-bygningurin á Landssj..pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 20. nov. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Prosjekterings- og byggieftirlitsútreiðslur til H-bygningin
Spurningar:
1. Hvussu stórar vóru upprunaliga mettu útreiðslurnar til prosjektering av H-
bygninginum á LS?
2. Hvussu stórar eru útreiðslurnar til prosjektering, nú H-bygningurin stendur til
at verða liðugur?
3. Hvussu stórar vóru upprunaliga mettu útreiðslurnar til byggieftirlit av H-
bygninginum á LS?
4. Hvussu stórar eru útreiðslurnar til byggieftirlit, nú H-bygningurin stendur til at
verða liðugur?
5. Hvat er vanligt at seta av til prosjektering og byggieftirlit í einum
byggiprosjekti, t.d. í % av samlaða byggikostnaðinum?
Viðmerkingar:
Løgtingið hevur nú nakrar ferðir givið Landsverki stórar eykajáttanir til at gera H-
bygningin lidnan. Henda byggiverkætlan hevur meira og minni staðið opin fyri broyt-
ingum frá byrjan av, og tí eru komnar nógvar seinkingar, og stórar eykaútreiðslur eru
lagdar afturat. Hvørja ferð hevur Løgtingið fingið eitt lyfti um, at hetta verður seinastu
ferð, at biðið verður um eykajáttan, uttan so, at okkurt óvæntað hendir.
Við hesari flótandi planlegging av prosjektinum krevur tað eina óvanliga pro-
sjekteringstilgongd, sum eisini gerst óvanliga kostnaðarmikil. Sama ger seg galdandi
við byggieftirlitinum, sum er farið langt út um vanliga byggitíð. Upplýsast kann, at tað
vanliga eru nøkur lyklatøl, sum verða brúkt til at seta av ávísa upphædd til prosjektering
og byggieftirlit av byggjaríum. Í hesum førum er viðkomandi at fáa upplýst, hvat
lutfalsliga er sett av til hetta byggiprosjektið, sum hevur drigið so longi út.
Politiska skipanin hevur í hesum prosjektinum latið játtanir uttan at fáa nakra trygd fyri,
hvussu byggiprosjektið einaferð fer at enda, t.e. innihald og kostnaður. Eisini er trupult
at gjøgnumskoða, til hvørji endamál peningurin ítøkiliga er játtaður. Tí verður hesin
fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 20. november 2023
Johan Dahl

-- 1 of 1 --