← Løgtingsmál

52-046/2023

Lønarhæddaravgjald

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. nov. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
046.23 Svar frá R. Vang til Ei. í Jákupsstovu - lønarhæddaravgjald.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 28. nov. 2023

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 28. november 2023
J. nr.: 23/23113
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-046/2023 frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni,
settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um lønarhæddaravgjald.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu er býtið í inntøkum av lønarhæddaravgjaldi millum ávikavist heilsurøkt,
tryggingarvirksemi og bankavirksemi?
2. Hvørjar tankar ger landsstýriskvinnansær um, at lønarhæddaravgjald verður goldið av
læknavirksemi, tannlækna- og øðrum dentalvirksemi, kiropraktikk, fysioterapi og aðrari
veruligari heilsurøkt?
3. Hvørjar tankar ger landsstýriskvinnan sær um, at lønarhæddaravgjaldið fyri fíggjarvirksemi
áður hevur verið hækkað, millum annað, tá útreiðslurnar av rentustuðli hjá landinum hava
hækkað?
Svar:
Til nr. 1
Samlaðu inntøkurnar frá lønarhæddaravgjaldinum hava síðstu árini verið 41-42 mió. kr. um árið.
Til ber ikki at býta inntøkurnar neyvt sundur millum heilsurøkt, tryggingarvirksemi og
bankavirksemi. Meginparturin verður rindaður av bankavirksemi (80-85% av tilsamans), meðan ein
lítil partur verður rindaður av tryggingarvirksemi (10-15% av tilsamans) og bara ein lítil brotpartur
verður rindaður av bólkinum heilsurøkt (upp til um 5% av tilsamans). Mett verður, at bólkurin
heilsurøkt rindar í mesta lagi um 1-2 mió. kr. um árið.
Í almennu ársfrásøgnunum hjá Betri Trygging P/F og Betri Pensjón P/F fyri 2022 verður til dømis
sagt, at tey bæði feløgini rindaðu ávikavist um 5 mió. kr. og um 500 tús. kr. í lønarhæddaravgjaldi í
2022.
Til nr. 2
Lønarhæddaravgjaldið var upprunaliga ætlað sum kompensatión fyri, at avgjaldsskyldugu
fyritøkurnar ikki rinda meirvirðisgjald. Fyri at hetta ikki skuldi vera teimum til ov stóran fyrimun,
varð í staðin álagt hesum fyritøkum at rinda lønarhæddaravgjald.
Eg haldi tað vera ivasamt, um lønarhæddaravgjaldið er ein skynsamur háttur fyri samfelagið at
leggja skatt á banka- og tryggingarvirksemi og á heilsurøktartænastur. Flestu lond nýta aðrar
skattaskipanir og annað grundarlag í sambandi við skatting av hesum vinnum. Tó er í Danmark
skipan líknandi føroyska lønarhæddaravgjaldinum. Í løtuni er avbjóðingin hjá landskassanum, at
landið kann ikki strika hesa skipanina uttan at seta aðrar inntøkur í staðin.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Til nr. 3
Eg haldi tað vera skeivt at knýta lønarhæddaravgjaldið til útreiðslurnar av rentustuðlinum hjá
landinum. Lønarhæddaravgjaldið hevur einki samband við útreiðslurnar av rentustuðlinum hjá
landinum. Lønarhæddaravgjaldið er knýtt at rindaðu lønunum í fyritøkunum, sum talan er um.
Útreiðslurnar av rentustuðlinum hjá landinum eru hinvegin knýttar at rentustøðinum, sum fyri
stóran part verður ásett á altjóða fíggjarmarknaðinum og av miðbankum í Evropa og USA.
Tinganes, 28. november 2023
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
046.23 spm. til R. Vang frá Ei. í Jákupsstovu - lønarhæddaravgjald.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 16. nov. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Lønarhæddaravgjald
Spurningar:
1. Hvussu er býtið í inntøkum av lønarhæddaravgjaldi millum ávikavist
heilsurøkt, tryggingarvirksemi og bankavirksemi?
2. Hvørjar tankar ger landsstýriskvinnan sær um, at lønarhæddaravgjald verður
goldið av læknavirksemi, tannlækna- og øðrum dentalvirksemi, kiropraktikk,
fysioterapi og aðrari veruligari heilsurøkt?
3. Hvørjar tankar ger landsstýriskvinnan sær um, at lønarhæddaravgjaldið fyri
fíggjarvirksemi áður hevur verið hækkað, millum annað, tá útreiðslurnar av
rentustuðli hjá landinum hava hækkað?
Viðmerkingar:
Lønarhæddaravgjald kom í gildi í Føroyum í 1994, sum eitt átak í samband við
kreppuna, sum tá var í Føroyum.
Sambært lógini um lønarhæddaravgjald eru tríggir bólkar, sum rinda
lønarhæddaravgjald av einum nærri ásettum avgjaldsgrundarlagi. Satsurin er 2,5%
fyri læknavirksemi, tannlækna- og annað dentalvirksemi, kiropraktikk, fysioterapi og
aðra veruliga heilsurøkt, meðan hann er 10% fyri tryggingarvirksemi og 12% fyri
banka-, sparikassa- og fíggjarvirksemi og serligar elektroniskar tænastur, ið eru
neyðugar fyri hetta virksemið.
Skipanin hevur verið endurmett í nøkrum umførum.
Millum annað hevur grundgevingin fyri at hækka hetta gjaldið fyri bankavirksemi
verið, at útreiðslurnar til rentustuðul hjá landinum hava verið hækkandi.
Samstundis skilst, at fleiri smærri vinnufyritøkur, ið fáast við heilsurøkt, rinda eitt
gjald, sum tey uppliva sum seinastu restirnar av kreppu-átøkunum, sum vórðu sett í
verk fyrst í nítiárunum.
Sambært uppskotinum til fíggjarlóg verður væntað, at inntøkurnar av hesum gjaldi
verða 41 mió. kr. í ár, so talan er um eina upphædd, sum ger mun í landskassanum,
men tað hevði verið áhugavert at vitað eitt sindur nærri um gjøldini, og hvørjar tankar
landsstýriskvinnan ger sær um hetta gjald.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 16. november 2023
Eirikur í Jákupsstovu

-- 2 of 2 --