52-045/2023
Ókeypis alment ferðasamband til lesandi og næmingar alt árið
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. des. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
045.23 Svar frá D. N. Joensen til B.Petersen . um ókeypis alment ferðasamband til lesandi og næmingar alt árið.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 30. nov. 2023
Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo Løgtingið 30. november 2023 Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-52 100 Tórshavn Viðgjørt: JáR Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-045/2023 frá Biritu Matras Petersen, løgtingskvinnu, um ókeypis alment ferðasamband til lesandi og næmingar alt árið, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at tryggja lesandi og næmingum bíligari ella ókeypis alment ferðasamband alt árið? 2. Hvørjar eykaútreiðslur fær landið, um skúlakortið er virkið alt árið? Svar Til 1: Verandi skipan virkar eftir avtalu millum Studna og Strandferðsluna. Sambært hesi skipan kunnu lesandi og næmingar ferðast aftur og fram í skúla ókeypis einaferð um dagin uttan mun til fjarstøðu frá skúlanum. Skúlakortið kann brúkast í 11 mánaðir, men ikki 1 mánað, tá summarfrítíðin er. Eingin ítøkilig ætlan fyriliggur í løtuni um at broyta hetta. Til 2: Sambært tølum frá Studna vildi meirkostnaðurin verið slakar 400 tkr. pr. ár, um skipanin var virkin í 12 mánaðar. Vinarliga Barna- og útbúgvingarmálaráðið Djóni Nolsøe Joensen landsstýrismaður -- 1 of 1 --
045.23 spm til D. N. Joensen frá B.Petersen . um ókeypis alment ferðasamband til lesandi og næmingar alt árið.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 20. nov. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Birita Matras Petersen, løgtingskvinna Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum Evni: Ókeypis alment ferðasamband til lesandi og næmingar alt árið Spurningar: 1. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at tryggja lesandi og næmingum bíligari ella ókeypis alment ferðasamband alt árið? 2. Hvørjar eykaútreiðslur fær landið, um skúlakortið er virkið alt árið? Viðmerkingar: Einasti ferðastudningurin, ið lesandi og næmingar fáa, er eitt ókeypis skúlakort, ið gevur teimum møguleika at ferðast millum bústaðin og útbúgvingarstaðið í mesta lagi eina ferð um dagin. Lesandi og næmingar, ið fáa lestrarstuðul, umframt næmingar á Húsarhaldsskúlanum, á háskúlum, eftirskúlum og skiftisnæmingar hava rætt til eitt skúlakort. Við galdandi reglum er skúlakortið ikki virkið í summarfrítíðini. Studningurin til livikostnað til lesandi á hægri útbúgvingum og styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingum er 4.960 kr. um mánaðin, meðan studningurin til miðnámsskúlanæmingar er 2.113 kr. ella 4.387 kr.. Tí er ofta neyðugt við arbeiði við síðuna av lesnaðinum og skúlanum. Summarfrítíðin er upplagda høvið at samla sær nøkur oyru til komandi lestrarhálvuna ella skúlagongdina. Havandi í huga, at studningurin er lutfalsliga lágur, er hugsandi, at fleiri ikki hava ráð til ein bil at brúka í summarfrítíðini til at ferðast til eitt nú arbeiði og annað virksemi í summarfrítíðini. Eitt bíligari ella ókeypis alment ferðasamband til lesandi og næmingar alt árið hevði javnsett lesandi og næmingar í útjaðaranum við onnur, ið eru búsitandi í miðstaðarøkinum. Harafturat hevði hetta eggjað ungum til at brúka umhvørvisvinarligari ferðamøguleikar alt árið. Á Løgtingi, 14. november 2023 Birita Matras Petersen -- 1 of 1 --