← Løgtingsmál

52-044/2023

Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. nov. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
044.23 Svar frá M. Stórá til E. Eidesgaard - Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 22. nov. 2023

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 21. november 2023
HMR j. nr. 23/22549-5
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-044/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um langtíðarárin av verkfallinum hjá
sjúkrarøktarfrøðingunum, frá Erlingi Eidesgaard, løgtingsmanni.
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Kann landsstýriskvinnan upplýsa, hvørji langtíðarárin verkfallið hjá
sjúkrarøktarfrøðingunum hevur á sjúkrahúsverkið?
2. Fyri hvønn dag, ið gongur, har sjúkrarøktarfrøðingarnir framhaldandi eru í verkfalli við
verandi, lóggivnu, undantøkum, við hvussu nógvum døgum leingjast ymsu bíðilistarnir til
skurðviðgerðir, útgreinað á ymsu skurðviðgerðirnar?
3. Hevur landsstýriskvinnan tryggjað sær, at lív og heilsa ikki kemur í vága orsakað av
langtíðarárinum av verkfallinum?
Svar:
Til spurning 1 og 2
Aftaná stívliga seks vikur við verkfalli, gjørdu Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og
Fíggjarmálaráðið semju um nýggjan sáttmála týskvøldið hin 14. november.
Ilt er at meta um, hvørji langtíðarárin verkfallið fær á Sjúkrahúsverkið, men tað er greitt, at
verkfallið hevur havt stóra ávirkan á virksemið í oktober og november. Verkfallsraktu deildirnar
hava seinastu seks vikurnar útsett alt virksemið, sum kundi bíða, og savna seg um tað akutta
virksemi og tikið sær av teimum sjúklingum, sum hava verið ov vánaligir til at vera í sínum heimi.
Tað ber ikki til at svara spurningi tvey neyvt, men tað kann upplýsast, at nýggjastu metingarnar,
sum vóru gjørdar beint eftir at verkfallið var av, siga, at einar 325 skurðviðgerðir eru útsettar hetta
tíðarskeiðið og nýggjar tíðir skulu finnast. Hetta svarar til eina minking av skurðviðgerðum á 50
prosent. Nevnast kann, at av tí at verkfallið bleiv so drúgt, so hava sjúklingar, sum í fyrsta umfari
vórðu útsettir, verið undir skurð seinni, tí støðan er versnað so mikið í tíðarskeiðinum.

-- 1 of 2 --

Tað er ov tíðliga at siga, nær øll hesi 325 hava fingið skurðviðgerð. Í hvørjum einstøkum føri er tað
ein serlækni, sum metir um hetta.
Harumframt metir Sjúkrahúsverkið, at umleið 3.000 viðtalur eru útsettar, fluttar ella avlýstar í
verkfallsraktu ambulatoriunum í Sjúkrahúsverkinum, undir verkfallinum. Talan um eina minking á
44 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør. Verður einans hugt eftir november, er minkingin
omanfyri 60 prosent í ambulantum viðtalum. Talan er bæði um viðtalur, har fólk møta á
sjúkrahúsinum og telefonviðtalur, sum sjúkrarøktarfrøðingar hava við sjúklingar. Eisini her verður
eitt stórt upptak.
Hetta merkir samstundis, at við verandi tilfeingi kann tað væntast at bíðitíðin hjá teimum, sum ikki
hava útsettar viðgerðir ella viðtalur, verður nakað longri í 2024 enn upprunaliga ætlað.
Til spurning 3
Yvirhøvur hava Sjúkrahúsverkið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar samstarva væl undir
verkfallinum og hava í stóran mun verið samd um, hvørji undantøk vóru neyðug, so
sjúklingatrygdin ikki hevur verið í vanda.
Tá Løgtingið legði uppí verkfallið og lóggav, at tað frameftir var leiðslan í Sjúkrahúsverkinum, sum
hevði heimild at áseta neyðugu undantøkini, helt Sjúkrahúsverkið fram við sama leisti, og hava alla
tíðina kunnað felagið um hvørji undantøk vóru galdandi. Sjúkrahúsverkið er ikki vitandi um nakað
mál, sum hevur verið kært til serligu kærunevndina, sum heimild var fyri í lógini.
Samanumtikið metir Sjúkrahúsverkið, at sjúklingatrygdin hevur ikki verið í vanda undir
verkfallinum, tí undantøkini hava verið nøktandi.
Leiðslan í Sjúkrahúsverkinum fer nú saman við avvarðandi depils- og deildarleiðslum at fáa til vega
eitt neyvari yvirlit yvir støðuna og gera eina ætlan, har atlit eisini verða tikin til at raðfesta
sjúklingar og sjúklingabólkar við atliti til, at lív og heilsa ikki kemur í vága orsakað av
langtíðarárinum av verkfallinum. Sum vera man, so er fíggjarliga og starvsfólkaliga tilfeingið á
teimum trimum sjúkrahúsunum avmarkað, so tað skal væntast, at bíðtíðirnar innan skurðviðgerðir
verða longri orsaka av verkfallinum.
Heilsumálaráðið, 21. november 2023
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
044.23 spm. til M. Stórá frá E. Eidesgaard - Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 9. nov. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Erling Eidesgaard, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Langtíðarárin av verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum
Spurningar:
1. Kann landsstýriskvinnan upplýsa, hvørji langtíðarárin verkfallið hjá
sjúkrarøktarfrøðingunum hevur á sjúkrahúsverkið?
2. Fyri hvønn dag, ið gongur, har sjúkrarøktarfrøðingarnir framhaldandi eru í
verkfalli við verandi, lóggivnu, undantøkum, við hvussu nógvum døgum
leingjast ymsu bíðilistarnir til skurðviðgerðir, útgreinað á ymsu
skurðviðgerðirnar?
3. Hevur landsstýriskvinnan tryggjað sær, at lív og heilsa ikki kemur í vága
orsakað av langtíðarárinum av verkfallinum?
Viðmerkingar:
Sjúkrarøktarfrøðingarnir eru, umvegis undantøk, lóggivnir aftur til arbeiðis.
Undantøkini eru ætlað at tryggja, at bráðfeingis (akutt) virksemi ikki liggur lamið, so
at lív og heilsa ikki er í vága. Hinvegin liggur alt annað virksemi, sum ikki er
bráðfeingis (akutt), nú lamið á skjótt sættu viku. Árinini á annað virksemi av hesum
eru ikki serliga sjónlig í verandi løtu, og fokus tykist als ikki vera á tann trupulleikan.
Mær vitandi verða eitt nú skurðviðgerðir, ið ikki eru akuttar, t.d. ortopediskar
skurðviðgerðir, eygnaskurðviðgerðir o.a., ikki framdar í løtuni, orsakað av at
sjúkrarøktarfrøðingar eru í verkfalli. Skurðviðgerðir, og aðrar viðgerðir við, verða
sostatt útsettar, og bíðilistarnir leingjast.
Á Løgtingi, 9. november 2023
Erling Eidesgaard

-- 1 of 1 --