← Løgtingsmál

52-043/2023

Rundkoyring og ferðslutrygd á Kambsdali

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. nov. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
043.23 Svar frá D. Holm til B. á Lakjuni - Rundkoyring og ferðslutrygd á Kambsdali.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 22. nov. 2023

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
21. novembur 2023
Mál: 23/22537-2
Tygara skriv: 52-043/2023
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-043/2023 frá Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni,
settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um
rundkoyring og ferðslutrygd á Kambsdali
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Liggur í kortunum at fremja verkætlanina við rundkoyring á Kambsdali?
2. Um so er, nær er ætlanin at fáa tað gjørt?
3. Í 2019 varð mett, at kostnaðurin fyri eina rundkoyring var 2-3 mió. kr. Hvat kostar
hetta í dag?
4. Hvussu høgur er óhapstíttleikin á Fuglafjarðarvegnum – kanska serliga á strekkinum
við Kambsdal – í mun til onnur vegastrekki í landinum?
5. Hvussu fer ein rundkoyring á Kambsdali at ávirka ferðslutrygdina á
vegastrekkinum?
Svar til spurning 1
Tvær vegíbindingar eru frá Fuglafjarðarvegnum til Kambsdalar í dag. Tann sunnara
íbindingin er til Dalsvegin, har millum annað Miðnámsskúlin í Kambsdali er, og norðara
íbindingin er til Fagragil, til ídnaðarøkið.
Sum meginregla verður mælt til, at rundkoyring kann verða gjørd, har tað er nøkulunda líka
nógv ferðsla í øllum íbindingum til rundkoyringina, soleiðis at ferðslan skal kunna koyra
ótarnað og so skjótt til ferðamál sum møguligt.
Viðvíkjandi Kambsdali fer størsti parturin av ferðsluni eftir Fuglafjarðarvegnum, og
ferðslan inn á Kambsdal er tíðaravmarkað til stutt tíðarskeið hvønn dag í samband við
skúlan. Ferðslan eftir Fuglafjarðarvegnum sjálvum fer at ganga eitt sindur seinni, tí tað er
neyðugt at slaka ferðina, tá koyrast skal inn í rundkoyringina.
Ferðslumátingar frá novembur 2022 vísa, at tað koyra 2.700 akfør eftir Fuglafjarðarvegnum
um dagin. Aðrar ferðslumátingar frá øðrum árum og árstíðum vísa umleið somu ferðslu.

-- 1 of 2 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/2
Fleiri ferðsluóhapp hava verið við bæði vegamótini, og Landsverk mælir tí til at gera eina
rundkoyring, sum betrar um ferðslutrygdina, ístaðin fyri verandi vegíbindingar, sum so
verða stongdar. Kommunan ger so tveir javnfjarar vegir frá rundkoyringini. Ein til
skúlaøkið og ein til ídnaðarøkið.
Svar til spurning 2 og 3
Kostnaður fyri rundkoyringar er mettur til einar 7,0 mió. kr. í 2023 prísum við váðaískoyti.
Kostnaðurin er nógv treytaður av lendisviðurskiftum og tílíkt.
Eftir fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024 verður eingin peningur játtaður til rundkoyring í
Kambsdali.
Landsverk mælir til í fyrsta umfari at játta 500 tús. kr. til at gera eina neyvætlan
(projektering), fyri at fáa betri metingar av nøgdum og kostnaði. Byggitíðin er mett til at
vera eitt ár.
Verkætlanin skal gerast í samstarvi við Fuglafjarðar kommunu, sum eigur íbindingarnar til
høvuðsvegin.
Svar til spurning 4 og 5
Tað verða í miðal skrásett 6 ferðsluóhapp á Kambsdali um árið, sum er lutfalsliga nógv í
mun til onnur vegastrekki. Tað er meira enn eitt óhapp fyri hvønn kilometur á
Fuglafjarðarvegnum um árið. Tí er skilagott at gera eina rundkoyring fyri at betra um
trygdina á farleiðini.
Ein rundkoyring er vanliga við til at seta ferðina niður og flætta ferðsluna saman við
vegamótini. Ein rundkoyring vil tí betra ferðslutrygdina.
Dennis Holm
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
043.23 spm. til D. Holm frá B. á Lakjuni - Rundkoyring og ferðslutrygd á Kambsdali.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 9. nov. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Rundkoyring og ferðslutrygd á Kambsdali
Spurningar:
1. Liggur í kortunum at fremja verkætlanina við rundkoyring á Kambsdali?
2. Um so er, nær er ætlanin at fáa tað gjørt?
3. Í 2019 varð mett, at kostnaðurin fyri eina rundkoyring var 2-3 mió. kr. Hvat
kostar hetta í dag?
4. Hvussu høgur er óhapstíttleikin á Fuglafjarðarvegnum – kanska serliga á
strekkinum við Kambsdal – í mun til onnur vegastrekki í landinum?
5. Hvussu fer ein rundkoyring á Kambsdali at ávirka ferðslutrygdina á
vegastrekkinum?
Viðmerkingar:
Í Samferðsluætlanini 2018-2030 verður nevnt nakað um vegamót á Kambsdali, har
Landsverk mælir til, at rundkoyring verður gjørd. Víst verður á, at tvær vegíbindingar
eru inn á Kambsdal í dag, og at tað hava verið fleiri ferðsluóhapp við bæði
vegamótini. Landsverk mælir í Samferðsluætlanini 2018-2030 til, at rundkoyring
verður gjørd, og at kostnaðarmetingin av hesum í 2019 er 2-3 mió kr. Sambært tí, ið
upplýst verður í Samferðsluætlanini, so átekur Fuglafjarðar kommuna sær at gera
javnfjaru vegirnar, soleiðis at verandi vegíbindingar verða stongdar.
Sera nógv ferðsla er á Kambsdali. Nógv hundraðtals ungfólk ferðast í skúla í bili og
bussi, og haraftrat er Kambsdalur karmur um eitt sera stórt og virkið vinnulív, sum
hevur nógva og tunga ferðslu við sær. Eisini er Fuglafjarðarvegurin einasti vegur til
og úr Fuglafirði, sum umframt sínar fleiri enn 1600 íbúgvar eisini hýsir sera nógvum
vinnuvirkjum. Alt vinnuvirksemið førir við sær nógva ferðslu – ikki minst tunga
ferðslu. Ferðslan var stór, tá Samferðsluætlanin 2018-2030 varð gjørd, og hon er
sannlíkt bara vaksin síðani tá, og tí átti grundin at verið tess størri til at fáa framt hesa
verkætlan.
Á Løgtingi, 9. november 2023
Bárður á Lakjuni

-- 1 of 1 --