← Løgtingsmál

52-042/2023

Samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. nov. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
042.23 Svar frá S. Stenberg til B. á Lakjuni - Samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 22. nov. 2023

Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
 (+298) 30 40 00 •  ammr@ammr.fo • www.ammr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1 – 3
100 Tórshavn
20. nov. 2023
Mál: 23/22558
Tygara skriv:
Viðgjørt:
Nr. 52-042/2023
Svar
uppá
skrivliga fyrispurningur nr. 52-042/2023 eftir tingskipanini til Sirið Stenberg,
landsstýriskvinnuni í almanna- og mentamálum, frá Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni, um
samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum
.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hevur landsstýriskvinnan viðgjørt ansingarsamsýningina av eldri og óhjálpnum persónum
saman við kommununum?
2. Um so er, eru partarnir so komnir til eina semju um samsýningina?
3. Um landsstýriskvinnan ikki hevur viðgjørt málið saman við kommunum, nær er so ætlanin at
fáa tað gjørt?
Svar:
Sum víst á í svari til Bárð Nielsen, løgtingsmann, upp á § 52a fyrispurning um ansingarsamsýning í
juli 2023, sendi fyrrverandi landsstýrismaður í almannamálum kunngerð um umsiting av samsýning
fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum til hoyringar. Ætlanin var, at samsýningin skuldi hækka
upp í 18.000 kr.
Í sambandi við hoyringina vístu kommunurnar á, at kunngerðin er ógreið og manglar nógvar ásetingar,
og tørvur er á grundleggjandi at endurskoða kunngerðina. Kommunurnar mæltu frá at dagføra
upphæddina, uttan samstundis at dagføra sjálva kunngerðina. Talan er um eitt arbeiði, sum krevur
nakað av arbeiðsorku og í løtuni er arbeiðsorkan í ráðnum avmarkað.
Landsstýriskvinnan er í gongd við at fyrireika ein fund við kommunurnar, har landsstýriskvinnan
millum annað ynskir at umrøða, hvussu arbeiðið við at endurskoða kunngerðina um umsiting av
samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum skal gerast og hvørjar broytingar
kommunurnar ynskja.
Tórshavn, 20. november 2023
Sirið Stenberg
landsstýriskvinna

-- 1 of 1 --
042.23 spm. til S. Stenberg frá B. á Lakjuni - Samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 8. nov. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum
Evni: Samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum
Spurningar:
1. Hevur landsstýriskvinnan viðgjørt ansingarsamsýningina av eldri og
óhjálpnum persónum saman við kommununum?
2. Um so er, eru partarnir so komnir til eina semju um samsýningina?
3. Um landsstýriskvinnan ikki hevur viðgjørt málið saman við kommunum, nær
er so ætlanin at fáa tað gjørt?
Viðmerkingar:
Hin 23. juni 2023 fekk landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum fyrispurning frá
Bárði á Steig Nielsen undir heitinum «Hækking av ansingarsamsýning», har
tingmaðurin m.a. ynskti at fáa at vita, hví ansingarsamsýningin ikki varð hækkað
soleiðis, sum ætlað var frá 1. januar 2023.
Í svari sínum segði landsstýriskvinnan m.a. soleiðis: «Í samgonguskjalinum er ásett, at
landsstýrið skal viðgera tilmælini frá eftirmetingini av eldraøkinum saman við
kommununum, og tað, sum semja er um, verður sett í verk. Hetta arbeiðið ætlar
landsstýriskvinnan í almanna-og mentamálum í næstum at viðgera saman við
kommununum. Harundir eisini at umrøða kunngerðina um umsiting av samsýning fyri
ansing av eldri og óhjálpnum persónum. Ein nýggj ansingarsamsýning skal gerast í
samráð við kommunurnar, og tí ber ikki til nú at siga, hvussu nógv
ansingarsamsýningin hækkar.”
Nú skriva vit 8. november 2023, og tað hevði verið gott at fingið at vita, um
landsstýriskvinnan veit nakað nærri um hetta.
Á Løgtingi, 8. november 2023
Bárður á Lakjuni

-- 1 of 1 --