52-041/2023
Vinnubilar í privatari nýtslu
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. nov. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
041.23 Svar frá R. Vang til Ei. í Jákupsstovu - vinnubilar í privatari nýtslu.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 13. nov. 2023
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 10. november 2023 J. nr.: 23/21500 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-041/2023 frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um vinnubilar í privatari nýtslu. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvørjar tankar ger landsstýriskvinnan sær um skipanina, sum er fyri privata nýtslu av vinnubilum í Føroyum samanborið við okkara grannalond? 2. Hvørjar tankar ger landsstýriskvinnan sær um, at tað í Føroyum eru fleiri akfør enn fólk yvir 18 ár? 3. Í hvønn mun er landsstýriskvinnan sinnað at gera nýtsluna av vinnuakførum til privata nýtslu nakað meira smidliga, enn hon er í dag? Svar: Til nr. 1 Fríir ágóðar, undir hesum privat nýtsla av arbeiðsbili, eru fíggjarligar sømdir, sum arbeiðstakari fær frá arbeiðsgevara aftur at lønini. Slíkir ágóðar verða sum meginregla skattaðir. Undantak verður tó gjørt, tá ið talan bara er um smávegis privata nýtslu. Hetta er eitt sokallað bagatelmark, sum tekur atlit at, at tann, sum nýtir arbeiðsbil, til dømis ikki skal nýta óneyðuga tíð og orku til at seta arbeiðsbilin frá sær fyri at nýta egnan bil til at avgreiða egin ørindi, sum eru á arbeiðsrutuni. Okkara grannalond hava somu meginreglu um, hvat verður roknað sum skattskyldugir ágóðar. Ymiskt er tó, hvar bagatelmarkið verður sett. Í flestu av grannalondunum eru eisini krøv um, at firmabilar skulu vera týðuliga frámerktir sum firmabilar. Fíggjarmálaráðið hevur ikki gjørt nakra neyva greining av reglunum í øðrum londum. Leggjast kann aftrat, at í 2014 varð ásett, at skattur verður ikki rindaður av fríari telefon. Eitt týðandi atlit er, at vóru fríir ágóðar skattafríir, hevði verið lætt hjá arbeiðsgevarum at lønt starvsfólkum við tílíkum ágóðum, sum so hevði verið at rokna sum skattafrí løn hjá starvsfólkunum. Hetta hevði máað støðið undan skattagrundarlagnum og gjørt tilvildarligan mun á løntakarum alt eftir, hvør nýtir arbeiðsbil ella annað, sum kann vera privatur ágóði. Endamálið við bagatelmarkinum er, at umsitingin skal standa mát við tað, sum fæst burturúr, og at hon ikki verður óneyðuga tung og dýr. Í umsitingini av hesum reglum verður miðað eftir eini javnvág, har eftirlitið ikki kennist óneyðuga smáligt, og hinvegin, at órímiligur munur ikki verður á skatting av inntøku, alt eftir, hvussu hon verður útgoldin. Bagatelmarkið er ásett at vera koyring, sum eru styttri enn 200 metrar frá arbeiðsrutuni. -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 Eg meti, at galdandi reglur hava eina skilagóða og rímiliga javnvág, har hildið verður fast við, at øll lønarinntøka sum meginregla verður skattað eins, uttan mun til, hvussu hon verður útgoldin. Samstundis verður atlit tikið at, at smávegis privat ørindi, sum liggja í rímiligari frástøðu til ta leið, sum kortini verður nýtt í arbeiðskoyring, ikki verður skattað. Víst verður eisini til hesa heimasíðuna hjá TAKS, har til ber at lesa um skipanina við fríum ágóðum í Føroyum: https://www.taks.fo/fo/borgari/yvirlit-yvir-sjalvuppgavuna-2022/friir- agodar#Fr%C3%ADur%20bilur. Til nr. 2 Skrásettu akførini fevna bæði um persónbilar, lastbilar, prutl, motorsúkklur, viðfestivognar, vøruvognar, ellisakfør, kampingvognar, neyðsendarakfør, pylsuvognar, traktorar o.s.fr. Høga talið av akførum eru fyrst og fremst eitt tekin um stóra búskaparliga framgongd síðstu um 25 árini og ein livihátt, har flytføri og frælsi at kunna koyra hagar ein vil og tá ein vil, verður raðfest høgt av tí einstaka. Fíggjarmálaráðið metir ikki, at galdandi reglur um skatting av fríum ágóðum hevur nakað samband við samlaða talið av akførum í samfelagnum. Havast skal í huga, at skattingin av fríum bili er lagaligari enn samlaði kostnaðurin av at eiga ein bil privat. Tí er ikki orsøk at halda, at handhevjan av verandi reglum í sær sjálvum fer at økja talið av akførum tilsamans. Til nr. 3 Fíggjarmálaráðið og TAKS eftirmeta javnan ymiskar skipanir á skatta- og avgjaldsøkinum, undir hesum skipanina við fríum ágóðum. Higartil hevur ikki verið mett, at tørvur er á stórum ella grundleggjandi broytingum í skipanini. Tó eri eg sinnað at gera tillagingar í skipanini í næstum og í samráði við TAKS, um mett verður, at verandi reglur ikki eru nóg smidligar. Tinganes, 10. november 2023 Ruth Vang Landsstýriskvinna í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
041.23 spm. til R. Vang frá Ei. í Jákupsstovu - vinnubilar í privatari nýtslu.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 31. okt. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum Evni: Vinnubilar í privatari nýtslu Spurningar: 1. Hvørjar tankar ger landsstýriskvinnan sær um skipanina, sum er fyri privata nýtslu av vinnubilum í Føroyum samanborið við okkara grannalond? 2. Hvørjar tankar ger landsstýriskvinnan sær um, at tað í Føroyum eru fleiri akfør enn fólk yvir 18 ár? 3. Í hvønn mun er landsstýriskvinnan sinnað at gera nýtsluna av vinnuakførum til privata nýtslu nakað meira smidliga, enn hon er í dag? Viðmerkingar: Nú er tíðin aftur komin, at TAKS fer á fótbóltsvøllir, møtir, ruskpláss og í barnagarðar at kanna, um onkur hevur gloymt, at tey hava ein vinnubil, sum ikki kann nýtast til nakra privata nýtslu. TAKS ger hesi eftirlitini og hevur sera greitt boðað frá, at nú fara hesi eftirlitini at verða gjørd. Støðan í Føroyum í dag er, at tað eru fleiri akfør enn koyrikort í landinum. Tað eru enntá fleiri akfør, enn tað eru persónar yvir 18 ár. Hetta hevur við sær, at nógvir bilar verða seldir, men spurningurin er, um tað er neyðugt at hava so nógvar bilar í okkara landi, tá vit hugsa um grøna orkuskiftið, og at størsti parturin av hesum bilunum standa stillir størsta partin av tíðini. Í øðrum londum eru skipanir, sum hava við sær, at vinnubilar í ein ávísan mun kunnu nýtast til privata nýtslu, fyri eitt gjald, sum er munandi lægri enn at keypa ein eyka bil, men gevur meining í sambandi við, at bilarnir sum vinnuakfør eru slopnir undan gjøldum. Sum skilst er skipanin í Føroyum soleiðis, at skal eitt vinnuakfar nýtast til privata nýtslu, so ber ikki til at gera tað partvíst ella fyri ávís tíðarskeið, men fult og heilt. Tí hesir spurningar, um landsstýriskvinnan er sinnað at kanna loysnirnar, sum eru í samfeløgum líknandi okkara, og um tað kundi givið meining at verið eitt sindur meira smidligur í Føroyum. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 31. oktober 2023 Eirikur í Jákupsstovu -- 2 of 2 --