52-040/2023
Kvotur av sild, makreli og svartkjafti 2023
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. nov. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
040.23 Svar frá D. Holm til H. Old - Kvotur av sild, makreli og svartkjafti 2023.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 8. nov. 2023
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 8. november 2023 Mál: 23/21312-4 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 52-040/2023 Svar til fyrispurning nr. 52-040/2023 frá Henrik Old, løgtingsmanni, um kvotur av sild, makreli og svartkjafti 2023 Spurningar: 1. Hvussu nógv tons av sild eru eftir at fiska, sum kunnu fiskast í 2023? 2. Hvussu nógv tons av makreli eru eftir at fiska, sum kunnu fiskast í 2023? 3. Hvussu nógv tons av svartkjafti eru eftir at fiska, sum kunnu fiskast i 2023? Svar: Til nr. 1. Føroyskum skipum eru tillutað 100.313 tons av norðhavssild at fiska í 2023. Higartil eru 5.470 tons fiskað. Eftir at fiska eru sostatt 94.843 tons. Til nr. 2. Føroyskum skipum eru tillutað 187.385 tons av makreli at fiska í 2023. Higartil í ár eru 172.825 tons fiskað. Eftir at fiska eru sostatt 14.560 tons. Til nr. 3. Føroyskum skipum eru tillutað 392.542 tons av svartkjafti at fiska í 2023. Higartil eru 378.438 tons fiskað. Eftir at fiska eru sostatt 14.104 tons. Veiddu nøgdirnar fyri øll fiskasløgini eru gjørdar upp 2. november 2023. Umframt nøgdirnar omanfyri, kunnu skip, ið hava egnar kvotur og ikki hava fiskað sína kvotu í 2022, flyta upp til 10% av kvotuni í 2022 til 2023. Eisini kunnu skip í 2023, ið hava egnar kvotur, fiska 10% meir enn sína tillutaðu kvotu í 2023, sum so verður tikin burtur av kvotuni, ið skipið fær tillutað í 2024. Dennis Holm landsstýrismaður -- 1 of 1 --
040.23 spm. til D. Holm frá H. Old - Kvotur av sild, makreli og svartkjafti 2023.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 27. okt. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Henrik Old, løgtingsmaður Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu-og samferðslumálum Evni: Kvotur av sild, makreli og svartkjafti 2023 Spurningar: 1. Hvussu nógv tons av sild eru eftir at fiska, sum kunnu fiskast í 2023? 2. Hvussu nógv tons av makreli eru eftir at fiska, sum kunnu fiskast í 2023? 3. Hvussu nógv tons av svartkjafti eru eftir at fiska, sum kunnu fiskast i 2023? Viðmerkingar: Nú einans 2 mánaðir eru eftir av fiskiárinum 2023 er umráðandi at bera so í bandi, at so nógv sum møguligt av uppsjóvarkvotunum fyri árið í ár verða fiskaðar í hesum árinum. Her er talan um vanligar kvotur og royndarkvotur. Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismannninum. Á Løgtingi, 27. oktober 2023 Henrik Old -- 1 of 1 --