← Løgtingsmál

52-038/2023

Tvískattaavtalur

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 31. okt. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
038.23 Svar frá R. Vang til Ey. H. Niclasen - Tvískattaavtalur.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 1. nov. 2023

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 31. oktober 2023
J. nr.: 23/20660
Svar uppá fyrispurning nr. 52-038/2023 frá Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinnu,
settur Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um tvískattaavtalur.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er arbeiðið at kanna møguleikarnar fyri at fáa fleiri tvískattaavtalur fyri føroyska vinnulívið
og føroyingar yvirhøvur ella handilsflotan og shippingvinnuna sett í gongd?
2. Hvussu verður arbeiðið skipað?
3. Nær kann væntast, at nakað úrslit ella ein frágreiðing fyriliggur?
Svar til fyrispurning nr. 1
Fíggjarmálaráðið metir alsamt um tørvin á nýggjum altjóða avtalum.
Tvískattaavtalur verða gjørdar fyri at sleppa undan altjóða tvískatting, fyri at skapa greidleika, og
fyri at tryggja skattligan neutralitet.
Tvískattaavtalur hava týdning, tí tær tryggja, at tvífaldur skattur ikki verður goldin. Er eingin
tvískattaavtala við eitt land, merkir hetta tó ikki automatiskt tvífaldan skatt. Føroyar hava eins og
onnur lond unilateralar kreditreglur, sí svarið upp á spurning nr. 2.
Tvískattaavtalur skapa greidleika, tá farið verður í annað land at arbeiða, reka vinnu ella gera
íløgur, og somuleiðis skapa tær greidleika fyri útlendingar, ið koma higar at arbeiða, reka vinnu
ella gera íløgur. Tað er tí altíð eitt ynski frá vinnulívinum at fáa tvískattaavtalur við flest møgulig
lond.
Fyrimunirnir fyri vinnuna mugu síggjast í mun til kostnaðin fyri almennu kassarnar. T.d. kann
nevnast, at Danmark av hesi orsøk segði upp sínar tvískattaavtalur við Frakland og Spania.
Samanumtikið kann sigast, at tvískattaavtalur hava stóran týdning fyri vinnuna, hinvegin má ein
gera sær greitt, at talan má vera um eitt munandi tvívegis búskaparligt samband landanna
millum, um eitt land skal freistast til at gera eina tvískattaavtalu við Føroyar. Um sambandið er
einvegis kann tað gerast trupult, tí virðið av eini avtalu hjá hinum landinum er avmarkað.
Føroyar hava í løtuni 15 tvískattaavtalur. Umframt tvískattaavtalurnar hava Føroyar aðrar
skattaavtalur við 145 lond. 46 bilateralar avtalur, meðan hinar avtalurnar eru umvegis antin
tvískattaavtalur ella sonevndu Multilateralu Konventiónina. Ein konventión, sum upprunaliga var
avmarkað til limalondini í OECD og Europaráðnum, men sum síðani er víðkað til eisini at fevna
um onnur lond.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Hesar avtalurnar snúgva seg um sínámillum umbýti av skattaupplýsingum antin eftir áheitan ella
sjálvvirkandi, umframt aðra umsitingarliga hjálp í málum um beinleiðis og óbeinleiðis skattir.
At gera tvískattaavtalur er sera tíðarkrevjandi, og harnæst kemur, at Føroyar sum eitt lítið land,
helst ikki verður raðfest ovarlaga.
At samráða seg til eina avtalu við Bretland, sum er okkara nærmasti granni, tók til dømis 4½ ár.
Svar til spurning nr. 2
Fíggjarmálaráðið tekur ikki stig til at gera tvískattaavtalur av sínum eintingum.
At fáa lýst tørvin á tvískattaavtalum umvegis til dømis Vinnuhúsið er tí avgerandi, tí tørvurin á
avtalum er ikki eyðsýndur, av tí at bæði § 154 í skattalógini og § 19 í kapitalvinningsskattalógini
hava unilateralar reglur, sum forða fyri, at persónar og feløg verða tvískattað.
Svar til spurning nr. 3
Fíggjarmálaráðið hevur viðgjørt møguleikan fyri einari tvískattaavtalu við Ísreal. Serliga við
atliti at off-shore og shipping virksemi.
Vísandi til, at Føroyar bæði í skattalógin og kapitalvinningsskattalógini hava unilateralar reglur,
sum forða fyri, at persónar og feløg verða tvískattað, hevur verið mett, at tørvur er ikki á at
viðgera spurningin nærri frá føroyskari síðu.
Sendistova Føroya í Ísreal hevur upplýst, at tað einans eru 2-3 fólk í Ísrael, sum arbeiða við
tvískattaavtalum, og at tað í løtuni eru um 20 lond á bíðilista at gera avtalur við Ísrael. Tað eru
fyrst og fremst tey stóru londini, sum verða raðfest. Føroyar eru tí ikki á hesum bíðilista, hóast
ynski er komið frá ísraelskum vinnulívsfólkum, um at fáa eina tvískattaavtalu við Føroyar.
Ynskið er sett fram yvirfyri ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn.
Fíggjarmálaráðið kann eisini frá egnum royndum upplýsa, at Føroyar ikki vera raðfestar
ovarlaga, um landið, sum vit seta okkum í samband við, ikki sjálvt hevur tørv á eini avtalu við
Føroyar. Sveis, sum Føroyar hava avtalu við umvegis Danmark, segði til dømis, tá avtalan var
dagførd seinast, at um tað var altavgerandi fyri Føroyar at fáa eina samlíka avtalu í egnum navni
vildu tey hyggja uppá tað. Meira fingu vit ikki lyfti um.
Tinganes, 31. oktober 2023
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
038.23 spm. til R. Vang frá Ey. H. Niclasen - Tvískattaavtalur.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. okt. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinna
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Tvískattaavtalur
Spurningar:
1. Er arbeiðið at kanna møguleikarnar fyri at fáa fleiri tvískattaavtalur fyri føroyska
vinnulívið og føroyingar yvirhøvur ella handilsflotan og shippingvinnuna sett í
gongd?
2. Hvussu verður arbeiðið skipað?
3. Nær kann væntast, at nakað úrslit ella ein frágreiðing fyriliggur?
Viðmerkingar
Í mars mánaði í ár varð uppskot til samtyktar (lm. nr. 72/2022) lagt fram við eini áheitan um,
at landsstýrið skal leggja fyri Løgtingið eina frágreiðing um, hvussu farast skal fram fyri at
samráðast um fleiri tvískattaavtalur fyri Føroyar.
Tá ið málið var á skrá í tinginum, tóku umboðini fyri allar flokkar væl ímóti uppskotinum og
málið fekk eina jaliga viðgerð og bleiv samtykt. Sum skilst kann hetta gerast rættiliga drúgt at
fáast við og tí er alneyðugt at tryggja, at gongd er á arbeiðinum.
Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur støðugt víst á, at tørvur er á fleiri tvískattaavtalum.
Føroyar hava í dag einans átta tvískattaavtalur við onnur lond, og tað er ikki eydnast at økja
um talið av hesum avtalum seinastu mongu árini. Til samanberingar kann nevnast, at Danmark
hevur fleiri enn 70 tvískattaavtalur við onnur lond.
Fleiri tvískattaavtalur kunnu m.a. vera við til at geva føroyingum og vinnuni betri virkisfrælsi
og eina betri kappingarstøðu uttanlands. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 19. oktober 2023
Eyðdis Hartmann Niclasen

-- 1 of 1 --