52-037/2023
Gongd í haga
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. okt. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
037.23 Svar frá H. Hoydal til S. E. Nolsø - Gongd í Haga.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 27. okt. 2023
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð TINGANES • FO-100 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 100 Tórshavn Tórshavn, 27. okt. 2023 J.nr.: 23/208019 Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-037/2023 frá Sólvit E. Nolsø, løgtingsmanni, til Høgna Hoydal, landsstýrismann, um gongd í haga Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Nær væntast ein loysn í málinum um gongd í haga? 2. Er ætlanin framvegis, at allir føroyingar skulu ferðast frítt í føroysku náttúruni? 3. Hvussu skal økið skipast í mun til at krevja gjald frá útlendingum? Svarað verður undir einum Rætt er, at hetta er mál, sum hevur verið óvanliga trupult at loysa. Trupulleikarnir eru mangir og fjøltáttaðir, og meiningar og hugsanir um ta røttu loysnina upp á spurningin um gongd í haga eru eins mangar og fjøltáttaðar. Til vildar øllum kann eingin gera, og tí ber til at siga - uttan at taka ov rívan til – at ikki øll verða líka fegin um endaliga úrslitið. Tað skerst kortini ikki burtur, at tíðin langt síðani er komin at gera av, hvussu hetta økið skal verða skipað, bæði í mun til rættin at ferðast í egnum landi og í mun til, hvussu ferðavinnan verður skipað kring landið. Tað skylda vit Føroya fólki, jarðarumsitarum og -eigarum, ferðavinnu og ferðafólki og ikki minst býar- og bygdasamfeløgum, har ferðavinnan er sjónligast. Greitt er, at verandi ógreiða støða kann ikki halda fram. Tí verður, sum áður boðað frá, eitt uppskot um gongd í haga lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetuni. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 27. oktober 2023 Høgni Hoydal landsstýrismaður -- 1 of 1 --
037.23 spm. til H. Hoydal frá S. E. Nolsø - Gongd í Haga.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 17. okt. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Sólvit E. Nolsø, løgtingsmaður Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum Evni: Gongd í haga Spurningar: 1. Nær væntast ein loysn í málinum um gongd í haga? 2. Er ætlanin framvegis, at allir føroyingar skulu ferðast frítt í føroysku náttúruni? 3. Hvussu skal økið skipast í mun til at krevja gjald frá útlendingum? Viðmerkingar: Gongd í haga er eitt av teimum málunum, sum politiska skipanin hevur óvanliga trupult at loysa. Fleiri landsstýrisfólk hava roynt seg uttan úrslit. Núverandi landsstýrismaður sigur seg eisini vilja finna eina loysn. Herfyri varð fyri fyrstu ferð dómur feldur um ólógliga gongd í haga, tá útlendsk ferðafólk blivu meldaði til løgregluna, tí tey ikki vildu gjalda eitt gjald, ið bóndin sjálvur hevur ásett. Tíðin er meira enn búgvin til, at ein loysn verður funnin, tí at síggja til er tað tilvildin, sum ræður. Hvør bóndi kann áseta eitt gjald, ið viðkomandi finnur fyri gott, eisini teir, ið umsita almenna jørð. Í nógvum førum er tað heldur eingin tænasta, sum fylgir við, men bara eitt gjald fyri at sleppa inn á eitt øki. Sum í so nógvum øðrum eru vit komin at einum marki, har tað siðbundna og tað nýggja stoyta saman, og eingin skipan er, sum loftar hesum. Í hesum er tann feudala skipanin, sum stoytir saman við nýggju og eksplosivt vaksandi ferðavinnuni og trongdini hjá fólki annars at sleppa í hagan. Sama støða ger seg til dømis galdandi í larmi frá skipum, har gamla fatanin um, at ávíst má góðtakast afturfyri arbeiðspláss, ikki verður góðtikið í sama mun longur. Landsstýrismaðurin hevur sagt, at ein lóg verður borin niðan seinni í ár. Kann landsstýrismaðurin greiða frá høvuðstættunum, sum hann arbeiðir við, og hvussu hann ætlar at skipa fyri, at landsbúnaðurin og ferðavinnan á betri hátt enn nú kunnu liva saman? Á Løgtingi, 17. oktober 2023 Sólvit E. Nolsø -- 1 of 1 --