52-036/2023
Heimild hjá kommunum at taka tænastugjald
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. okt. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
036.23 Svar frá B. K. Petersen til S. E. Nolsøe - Heimild hjá kommunum at taka tænastugjald.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 25. okt. 2023
Sjá útdrigin tekst
LØGMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F J U S T I C E Gongin 7 • Postrúm 377 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 80 80 • lmr@lmr.fo • www.lmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postrúm 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 25. oktober 2023 J. nr.: 23/20492-2 Svar upp á fyrispurning nr. 52-036/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um heimild hjá kommununum at taka tænastugjald, frá Sólvit E. Nolsøe, løgtingsmanni Spurningurin var soljóðandi: 1. Nær fáa kommunur heimild at taka tænastugjald fyri veitingar til summarhús? Svar: Í samgonguskjalinum frá 22. desember 2022 stendur m.a., at heimild verður latin kommunum at taka hóskandi gjald fyri tænastuveitingar til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi. Sum víst verður á í sambandi við fyrispurningin omanfyri, eru lutfalsliga nógv hús í summum kommunum, serliga í smærru kommununum, sum verða brúkt sum summarhús. Av tí at eigararnir ikki búgva í kommununi, og tí ikki rinda kommunuskatt til kommununa, rinda teir einki fyri kommunalar tænastur so sum vatnveiting og kloakk. Kommunurnar hava, sum nú er, ikki heimild at taka gjald fyri hesar tænastur. Fyri fleiri kommunur er hetta ein lutfalsliga stór útreiðsla, serliga fyri tær kommunur, har fleiri slík hús eru. Uppgávan at útvega kommununum neyðugu heimildirnar til at krevja tænastugjøld fyri kommunalar veitingar til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi, hevur høga raðfesting. Eg fari tí í næstum undir fyrireikandi arbeiði at útvega kommununum tær neyðugu heimildirnar til hetta. -- 1 of 2 -- LØGMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F J U S T I C E 2/2 Í summum førum hava kommunurnar longu heimildir at taka gjald fyri ávísar tænastur, sum kommunurnar veita húsaeigarum, og harvið eisini til húsaeigarum, sum ikki búgva í kommununi. Til dømis heimilar § 8 í kunngerð nr. 186 frá 5. november 1993 um spillvatnsevju, sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007, kommunustýrum at áseta eitt gjald fyri tøming og burturbeining av spillvatnsevju. Eisini heimilar § 16 í kunngerð nr. 147 frá 19. oktober 1995 um burturkast, sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007, kommunustýrum at áseta eitt gjald, eftir góðkenning frá Føroya Landsstýri, fyri goymslu, handfaring og viðgerð av burturkasti. Hetta verður mett at snúgva seg um eyka burturkast á bingjuplássum. Í fyrsta umfari fari eg tí at bjóða umboð fyri kommunurnar á fund fyri at nágreina, hvørjum ítøkiligum heimildum tørvur er á, soleiðis at greiða kann fáast á, hvussu víðari skal farast fram í lógararbeiðinum at útvega kommununum neyðugar heimildir til at taka tænastugjøld fyri kommunalar veitingar til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi. Lógaruppskot viðvíkjandi hesum verður væntandi lagt fram í Løgtinginum í vár. Løgmálaráðið, tann 25. oktober 2023 Bjarni K. Petersen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
036.23 spm. til B. K. Petersen frá S. E. Nolsøe - Heimild hjá kommunum at taka tænastugjald.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 17. okt. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Sólvit E. Nolsø, løgtingsmaður Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum Evni: Heimild hjá kommunum at taka tænastugjald Spurningur: 1. Nær fáa kommunur heimild at taka tænastugjald fyri veitingar til summarhús? Viðmerkingar: Samgongan hevur sett sær fyri at geva kommunum heimild at taka eitt tænastugjald fyri veitingar til hús, tá húsaeigarin ikki býr í kommununi, og í samgonguskjalinum stendur m.a. soleiðis: Heimild verður latin kommunum at taka hóskandi gjald fyri tænastuveitingar til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi, og at áseta bústaðarskyldu í sambandi við nýggjar kommunalar byggiætlanir. Í fleiri kommunum, serliga í nógvum av teimum smærri kommununum, eru nógv hús, har eigarin ikki býr í kommununi. Nógv hús verða brúkt sum summarhús og verða brúkt lutfalsliga nógv, meðan onnur standa tóm stóran part av árinum. Felags fyri øll hesi hús er, at tey fáa kommunalar tænastur so sum vatnveiting og kloakk, men heimild hjá kommunum er ikki at taka eitt gjald fyri tað. Fastbúgvandi rinda kommunuskatt og harvið fyri tær tænastur tey fáa, men tey, ið brúka hús sum summarhús, rinda ikki fyri tænastur, sum tey fáa. Fyri nógvar kommunur er hetta ein lutfalsliga stór útreiðsla, serliga í teimum kommunum, har fleiri súmmarhús eru. Summar kommunur hava av sínum eintingum sett eitt tænastugjald á summarhús, men hava onga heimild at krevja pengarnar inn. Tí er tað tilvildin, sum ræður á økinum, og greiða má fáast á lógarheimildunum. Á Løgtingi, 17. oktober 2023 Sólvit E. Nolsø -- 1 of 1 --