← Løgtingsmál

52-035/2023

Atgongd inn á brasilska marknaðin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. okt. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
035.23 Svar frá H. Hoydal til U. H. Johannesen - Atgongd inn á brasilska marknaðin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 23. okt. 2023

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
TINGANES • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN
TELEFON 30 66 00 • TELEFAX 30 66 65 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO
Løgtingið Tórshavn, tann 23. oktober 2023
Tinghúsvegur 1-3 J. nr.: 23/20228
100 Tórshavn
Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-035/2023 frá Una Holm Johannesen, løgtingsmanni,
um atgongd inn á brasilska marknaðin
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Nær væntast brasilski matvørumyndugleikin at koma til Føroya ?
2. Hvørji eru útlitini at fáa sínámillum heilsufrøðiliga góðkenning millum Føroyar og
Brasil?
3. Hvørjar eru avbjóðingarnar í hesum sambandi?
Svarað verður undir einum
Á fundi í París 22. mai 2023 við umboð fyri brasilska matvørumyndugleikan MAPA varð
avtalað, at MAPA skuldi koma á eftirlitsvitjan í Føroyum í september 2023.
Á fundinum var boðað frá, at alt tilfarið í hesum sambandi skuldi verða liðugt og klárt hjá
MAPA í minsta lagi tveir mánaðir fyri ætlaðu eftirlitsvitjanina, tí at eftirlitsvitjanin í Føroyum
skuldi góðkennast í skipanini. Í sambandi við svarið til MAPA – og fyri at hava atgongd til í
minsta lagi tveir tulkar – varð skotið upp, at eftirlitsvitjanin varð avgreidd í heystfrítíðini.
Avtalað varð at enda, at Heilsufrøðiliga starvsstovan skuldi senda MAPA eina innbjóðing og
samstundis eisini dagføra umsóknina frá 2016.
Vitjanin hevur ikki verið enn. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur spurt eftir vitjanini á donsku
sendistovuni í Brasil, men hevur ikki frætt aftur.
Heilsufrøðiliga starvsstovan metir útlitini fyri at fáa heilsufrøðiliga góðkenning millum Føroyar
og Brasil at vera góð, men slík góðkenning fer at krevja nógv av bæði Heilsufrøðiligu
starvsstovuni og av virkjunum, sum ætla at útflyta til Brasil. Føroyar hava tó drúgvar royndir frá
øðrum avtalum av hesum slag, m.a. avtalur við Russland, Kina og Vjetnam, og tað sæst, at tað

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
2/2
ber væl til at hava og røkja slíkar avtalur. Tað er tí einamest MAPA, sum ger av, hvussu
uppgávan verður raðfest.
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur lagt nógva orku í at at fáa heilsufrøðiligu avtaluna í lag, bæði
við at fyrireika skrivliga grundarlagið og sjálva eftirlitsvitjanina.
Í tveimum umførum hevur næstan alt verið klárt til sjálva eftirlitsvitjanina, men í báðum førum
hevur MAPA avlýst í síðstu løtu. Leggjast kann afturat, at umframt stóra arbeiðið, ið
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur lagt í samskiftið við MAPA, hevur Uttanríkistænastan eisini
leingi arbeitt á ymsum mótum við at fremja málið. Uttanríkistænastan samskiftir m.a. við
brasilsku sendistovuna í Keypmannahavn og við donsku sendistovuna í Brasil fyri at vita, hvørjir
aðrir møguleikar eru, ið kunnu flyta hetta mál fram á leið.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 23. oktober 2023
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
035.23 spm. til H. Hoydal frá U. H. Johannesen - Atgongd inn á brasilska marknaðin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 11. okt. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Atgongd inn á brasilska marknaðin
1. Nær væntast brasilski matvørumyndugleikin at koma til Føroya ?
2. Hvørji eru útlitini at fáa sínámillum heilsufrøðiliga góðkenning millum Føroyar og Brasil?
3. Hvørjar eru avbjóðingarnar í hesum sambandi?
Viðmerkingar:
Matvørumyndugleikin í Brasil, MAPA, er sum skilst á veg til Føroya á eftirlitsvitjan.
Tað kann fáa stóran týdning fyri føroyskar útflytarar, serliga útflutningin av saltfiski. Føroysk virki
hava í nógv ár viljað útflutt fiskavørur til Brasil. Tað er ein góður og stórur marknaður, sum
innflytur nógvan klippfisk.
Í uppskotinum til eykajáttanarlóg fyri september, sum Fíggjarnevndin er farin at viðgera, stendur, at
brasilskir myndugleikar koma ætlandi til Føroya á eftirlitsvitjan í heyst. Av somu orsøk verður biðið
um at játta Heilsufrøðiligu starvsstovuni 200.000 kr. afturat til endamálið. Mannagongdin er, at tað
er móttakaralandið, í hesum føri Føroyar, sum rindar fyri uppihald, mat, tulkatænastu, flutning o.a.
Tað tekur vanliga drúgva tíð at lata marknaðir upp fyri føroyskum vørum. Eisini í hesum føri. Tað
hevur verið bíðað eftir hesari vitjanini í nógv ár, har brasilskir myndugleikar skulu kanna og
góðkenna eftirlitið hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni og føroyska matvøruframleiðslu, sum er
neyðugt fyri at fáa regluligan føroyskan útflutning til Brasil í lag.
Ráfiskakeyparafelagið hevur í nógv ár víst á, at tað er neyðugt við betri marknaðaratgongd, serliga í
Suðuramerika og Asia, so føroyskir útflytarar hava somu møguleikar sum kappingarneytarnir í
øðrum londum.
Tí hesar spurningar.
Á Løgtingi, 11. oktober 2023
Uni Holm Johannesen

-- 1 of 1 --