← Løgtingsmál

52-034/2023

Eftirlit við KT-verkætlanum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. okt. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
034.23 Svar frá R. Vang til Ei. í Jákupsstovu - Eftirlit við KT verkætlanum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 19. okt. 2023

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 18. oktober 2023
J. nr.: 23/20064
Svar uppá fyrispurning nr. 52-034/2023 frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, settur Ruth
Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um eftirlit við KT-verkætlanum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu er eftirlitið við menning av KT-verkætlanunum hjá landinum skipað?
2. Er hetta eftirlitið nøktandi, nú vit til dømis í eykajáttanini, sum í dag liggur í tinginum, síggja
tríggjar KT-verkætlanir, sum hava havt ein størri kostnað enn ætlað?
3. Hvussu sær landsstýriskvinnan fyri sær, at stóru KT-verkætlanirnar, sum skulu gerast
komandi árini, verða stýrdar?
Svar til fyrispurning nr. 1
Fyrst er at siga, at vit í Føroyum eru sloppin væl frá, so at siga, øllum størri almennum KT-
verkætlanum. Vit hava í dag eina vælvirkandi og effektiva skattaskipan, sum tryggjar dagførdar
og rættar inntøkur hjá landinum. Eina búskaparskipan, sum er grundarlagið undir einari
vælvirkandi fíggjarstýring hjá øllum almennum stovnum. Eina heilsuskipan, har allir
upplýsingarnar um sjúklingin liggja í einari skrá. Eina heildarskipan, sum stýrir øllum almanna-
veitingum. Einum talgildum infrakervi frá Talgildu Føroyum, sum flestallir borgarar gagnnýta
dagliga. Eitt feskt dømi er talgilda appin Skjáttan, har talgild borgara- og koyrikort eru tøk. Talan
er um eina væleydnaða verkætlan fyri ein sera avmarkaðan kostnað, samanborið við líknandi
verkætlanir í okkara grannalondum. Landsnet er eisini ein áhugaverd verkætlan í hesum høpi,
sum eisini hevur eydnast væl. Landsnet er eitt undirstøðukervi tvørtur um øll stjórnarráð við 3-4
túsund brúkarum. Seinasta verkætlanin í Landsneti var at savnað 50 stovnar í eini felags
journalloysn. Ein verkætlan við 700 brúkarum, sum eisini er komin á mál, ið eingin hevur hoyrt
um.
Alt hetta eru dømir um verkætlanir, sum eru krumtappar í almennu fyrisitingini og í almennum
borgaratænastum.
Vert er eisini at hava í huga, at tað er kompleksiteturin, ið skapar váðarnar í eini KT-verkætlan.
Kompleksiteturin í loysnunum er ikki minni, tí vit eru eitt lítið land. Fyrisitingarligu krøvini og
krøvini, sum vinna og borgarar seta, eru tey somu sum í stórum londum. Havandi hetta í huga
kunnu vit ikki siga annað enn, at vit hava megnað hetta økið sera væl.
Stjórnarráðini eiga at tryggja, at KT-verkætlanir verða framdar sambært tí ætlan sum fyriliggur.
Kostar ein KT-verkætlan meira enn 5 mió. kr. krevur hon harumframt eina verklagslóg.
Verklagslógin lýsir, eins og tað var ein tunnil, vegur ella ein bygningur,
- hvat er vavið/hvørjar veitingar eru partur av verkætlanini
- hvat kostar hon

-- 1 of 3 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/3
- hvussu langa tíð tekur hon
- Hvussu er hon skipað/hvør er verkætlanarbygnaðurin, og
- hvørjir váðar eru.
KT-verkætlanirnar verða tí skipaðar soleiðis, at stjórnarráðini hava møguleika at fremja sítt
eftirlit, tryggja neyðugan "framdrátt" og at kostnaðarætlanin heldur.
Fíggjarmálaráðið hevur regluliga fund við Gjaldstovuna um Talgildu Føroyar, har allir tættir í
Talgildu Føroyum verða viðgjørdir.
Eisini skal Gjaldstovan hvønn mánað góðkenna roknskap fyri Talgildu Føroyar umvegis
roknskapargóðkenningarskipanina hjá landinum.
Harumframt er hetta virksemi partur av grannskoðan av landsroknskapinum. Á hvørjum ári letur
Landsgrannskoðanin løgtingsgrannskoðaranum ársfrágreiðing sína í sambandi við, at
løgtingsgrannskoðarin leggjur landsroknskapin fyri Løgtingið til samtyktar. Verður hugt í hesar
frágreiðingar, so hevur Landsgrannskoðarin frágreiðingar um t.d. Talgildu Føroyar verkætlanina,
bæði um veitingar og verkætlanarstýring (LG 2018/203-111).
Svar til fyrispurning nr. 2
Spyrjarin vísir til tríggjar verkætlanir, har neyðugt er við eykajáttan. Her er vert at nevna, at bert
ein av hesum, Virkisskráin, er ein KT-verkætlan. Hinar báðar eru KT-rakstur og KT-menning.
Orsøkin til tær báðar eykajáttanarumbønirnar er serliga vegna vantandi inntøkur av ymiskum
orsøkum.
Stutt um nevndu KT-verkætlanirnar
Talgildu Føroyar / Virksskráin
Verkætlanin at menna eina Virkisskrá er seinasti tátturin í heildarætlanini fyri talgilding av
samfelagnum, sum er grundað á verklagslóg um Talgildu Føroyar frá 2017. Henda verkætlan
hevur til endamáls at menna eina alment galdandi skrá fyri allar løgfrøðiligar eindir í landinum.
Umframt at vera ein nýggj skipan, har m.a. møguligt verður hjá borgarum at stovna og
viðlíkahalda egin feløg, og har allir áhugapartar kunnu fáa og finna upplýsingar um virki og
feløg, kemur hon at avloysa partafelagsskipanina hjá Skráseting Føroya.
Verkætlanin er undir somu eftirlitum, sum eru nevnd omanfyri, og haraftrat er at siga, at
verkætlanin verður stýrd og skipað eftir kendum verkætlanarleiðslu leistum og háttaløgum, sum
Gjaldstovan gjøgnum nógv ár, hevur ment og sett í verk á stovninum. Starvsfólkini sum eru sett
at stýra verkætlanini hava haraftrat drúgvar royndir innan verkætlanarleiðslu.
Landsstýriskvinnan heldur tí ikki, at orsøkin til at verkætlanin hevur tørv á meirfígging er
vantandi eftirlit, men heldur av øðrum ávum. Høvuðsavbjóðingin við hesari verkætlan er, at hon
er tvørstovnalig. Gjaldstovan eigur verkætlanina, meðan fyrst og fremst Vinnustovnurin, og
síðani TAKS og Hagstovan verða brúkarar av skipanini. At samskipa verkætlanina upp á tvørs
av fleiri stovnum, hevur víst seg munandi meira avbjóðandi enn upprunaliga hildið.
Gjaldstovan hevur í sambandi við, at tíðarætlanin ikki hevur hildið, valt at endurskoða
verkætlanina. Fleiri roynd fólk úr starvsfólkahópinum hjá Talgildu Føroyum verða knýtt til
verkætlanina. Bygnaðurin og mannagongdir í verkætlanini verða eisini broyttar.

-- 2 of 3 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
3/3
KT-landsins /Skúlanet
Gjaldstovan bjóðar eitt Skúlanet í tøttum samstarvið við Undirvísingarstýrið, sum verður fíggjað
av stovnum, ið brúka Skúlanet. Størsti parturin av fíggingini av Landsneti og Skúlaneti eru
brúkaragjøld. Sjálv verkætlanin at skapa eitt Skúlanet tøkniliga er gjørd. Prísurin at stovnseta
netið, var tað, sum upprunaliga mett. Netið varð boðið út og er stovnsett í rakstrinum.
Trupulleikin er, at verksetingin ikki hevur gingið so skjótt, sum Undirvísingarstýrið hevði roknað
við. Tað hevur tikið tíð at fáa kommunurnar og stovnarnar við í loysnina. Sostatt hevur
Gjaldstovan undirskot av rakstrinum. Hetta eru viðurskifti, sum Gjaldstovan ikki hevur ræði á. Tí
hevur §7 Barna-og útbúgvingarmál fíggjað umbønina um eykajáttan á §3 Fíggjarmál til KT-
landsins við 2 mió. kr.
Talgildu Føroyar / Talgildu Føroyar 2.0
Henda játtanin verður brúkt til at menna Vangan. Vangin hevur í dag eitt virksemi, sum er
partvíst fíggjað við játtan á fíggjarlógini og partvíst við inntøkum frá stovnum og kommunum, ið
velja at menna tænastur at leggja á Vangan. Høvuðsorsøkin til at neyðugt er við eykajáttan er, at
inntøkumetingin, sum varð gjørd við ársbyrjan, tíverri ikki hevur hildið. Hetta skyldast
avbjóðingum hjá stovnum og kommunum, at gera seg klár til at leggja tænastur á Vangan.
Svar til fyrispurning nr. 3
Rundskriv um Keyp Landsins ásetur, at Gjaldstovan skal hoyrast, tá ið stovnar fara í holt við
KT-verkætlanir. Gjaldstovan er tikin við í fyrireikingarnar í sambandi við bæði nýggju
skattaskipanina og heilsuskipanina, sum eru verkætlanir, ið fara í gongd komandi árini.
Í løglistanum til ólavsøkurøðu løgmans fyri 2023 hevur landsstýriskvinnan boðað frá, at arbeitt
verður við at stovnseta ein nýggjan talgildingarmyndugleika. Henda ætlan sprettur úr fleiri
tilmælum og heildarætlanum. Nýggja nettrygdarætlanin fyri Føroyar vísir á týdningin at hava ein
myndugleika, sum kann tryggja, at KT-trygd verður hugsað inn í allar KT- og
talgildingarverkætlanir frá byrjan. Eisini vísir nýggja heildarætlanin fyri talgilding av
samfelagnum á, at ein nýggjur talgildinarmyndugleiki m.a. eigur at seta krøv til hvussu
verkætlanir verða skipaðar og stýrdar. Hesin myndugleikin verður sostatt sæddur sum enn ein
táttur at styrkja KT- og talgildingarverkætlanir hjá landinum.
Tinganes, 18. oktober 2023
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 3 of 3 --
034.23 spm. til R. Vang til Ei. í Jákupsstovu - Eftirlit við KT verkætlanum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 6. okt. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Eftirlit við KT-verkætlanum
Spurningar:
1. Hvussu er eftirlitið við menning av KT-verkætlanunum hjá landinum skipað?
2. Er hetta eftirlitið nøktandi, nú vit til dømis í eykajáttanini, sum í dag liggur í
tinginum, síggja tríggjar KT-verkætlanir, sum hava havt ein størri kostnað enn
ætlað?
3. Hvussu sær landsstýriskvinnan fyri sær, at stóru KT-verkætlanirnar, sum skulu
gerast komandi árini, verða stýrdar?
Viðmerkingar:
Í løtuni sær út til, at fleiri KT-verkætlanir hjá landinum hava eina gongd, sum hevur
við sær, at játtanir ikki verða hildnar. Bæði hjá Talgildu Føroyum við Virkisskránni
og Vanganum, og hjá KT Landsins við Skúlaneti, er gongdin hon, at biðið verður um
meira pengar (lm. nr. 20/2023).
Hjá Talgildu Føroyum snýr tað seg um 5,5 milliónir krónur, meðan tað hjá KT
Landsins snýr seg um 2 milliónir krónur orsakað av seinkingum í menningini av
verkætlanini.
Eitt annað dømi er bíleggingarskipanin hjá Standfaraskipum Landsins, har arbeitt varð
í fleiri ár og stórar avbjóðingar vístu seg at vera.
Komandi ár er ætlanin at byrja menningina at nýggjari KT-skipan til millum annað
skattainnkrevjing, meðan ein nýggj talgild heilsuskipan skal gerast innan heilt fá ár. Í
báðum førum verkætlanir fyri fleiri tíggjutals milliónir, og møguliga yvir 100
milliónir krónur.
Samstundis frætta vit úr okkara grannalondum javnan um kollsigldar KT-verkætlanir
av ymiskum orsøkum, og tá hevur í summum førum verið nevnt, at hetta beinleiðis
kann samanberast við byggigølur av bygningum, brúm og øðrum.
Havandi í huga tað, sum vit síggja nú innan KT Landsins, Talgildu Føroyar og
Strandfaraskip Landsins, støddina av verkætlanunum, sum ætlanin er at byrja nú og
royndirnar úr okkara grannalondum, hevði tað verið gott at fingið kunning um, hvørt
tað er nøkur yvirskipað ætlan fyri at tryggja gongdina í komandi KT-verkætlanum.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 6. oktobur 2023
Eirikur í Jákupsstovu

-- 2 of 2 --