52-033/2023
Funningsfjarðarvegurin
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 13. okt. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
033.23 Svar frá D. Holm til H. Abrahamsen - Funningsfjarðarvegurin.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 16. okt. 2023
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 13. oktober 2023 Mál: 23/19607-2 Tygara skriv: 52-033/2023 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-033/2023 frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um Funningsfjarðarvegin Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Nær verður farið undir arbeiðið at gera ábøtur á Funningsfjarðarvegin, sum pengar eru játtaðir til í ár? 2. Kann arbeiðið gerast liðugt fyri pengarnar, sum eru játtaðir? Svar: Í 2019 byrjaði Landsverk arbeiðið at breiðka vegin frá Millum Fjarða til Funningsfjørð og hildið varð fram við hesum í 2021 og 2022. Ætlanin er at breiðka umleið 150 metrar av Funningsfjarðarvegnum í ár, og tá er breiðkanin komin til fyrstu húsini í bygdini. Lisitatión av arbeiðinum hevur verið, og roknað verður við, at arbeiðið byrjar í viku 42. Tá hetta er gjørt, eru umleið 350 metrar eftir til íbindingina til Funningsvegin. Haðani eru 500 metrar gjøgnum bygdina til íbindingina, sum er oman til havnarlagið í Funningsfirði. Umframt at breiðka hetta strekkið, er eisini neyðugt at gera eina gongubreyt, og at gera ábøtur á brúnna, ið er við omankoyringina til havnarlagið. Dennis Holm landsstýrismaður -- 1 of 1 --
033.23 spm. til D. Holm frá H. Abrahamsen - Funningsfjarðarvegurin.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 2. okt. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum Evni: Funningsfjarðarvegurin Spurningar: 1. Nær verður farið undir arbeiðið at gera ábøtur á Funningsfjarðarvegin, sum pengar eru játtaðir til í ár? 2. Kann arbeiðið gerast liðugt fyri pengarnar, sum eru játtaðir? Viðmerkingar: Á fíggjarlógini fyri verandi ár eru 2 mió. krónur settar av til at gera ábøtur á Funningsfjarðarvegin. Talan er um framhald av einum arbeiði, sum hevur verið gjørt gjøgnum fleiri ár. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024 eru eingir pengar settir av til hetta vegastrekkið, og nú árið er farið at halla, eru pengarnir, sum vórðu settir av til 2023, framvegis ikki brúktir. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 2. oktober 2023 Helgi Abrahamsen -- 1 of 1 --