52-032/2023
Gerandisvørur og príseftirlit
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 10. okt. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
032.23 Svar frá H. Hoydal til L. Weihe - Gerandisvørur og príseftirlit.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 9. okt. 2023
Sjá útdrigin tekst
1 / 2 Uttanríkis- og vinnumálaráðið Løgtingið Tórshavn 9. oktober 2023 Tinghúsvegur 1-3 Uvmr málsnummar: 23/19493 Postboks 208 Spurningur nr: 52-032/2023 110 Tórshavn Føroyar Svar upp á spurning nummar 52-032/2023; skrivligur spurningur eftir § 52a frá Liljan Weihe til Høgna Hoydal 1. Er nakað eftirlit matvøruprísum í Føroyum? Síðani kappingarlógin kom í gildi og seinni er broytt, hevur eftirlitið við matvøruprísum verið bygt á grundreglurnar í lógini um at tryggja og hava eftirlit við kapping eftir marknaðartreytum – t.e. við grundarlagi í útboði og eftirspurningi og at marknaðarstøður ikki verða misnýttar ella prísir og vinningur avtalað v.m. Vit mugu tó ásanna, at í einum lítlum marknaðarbúskapi sum tí føroyska eru avbjóðingar við at skapa virkna kapping, sum tryggjar røttu prísirnar fyri brúkaran. Kappingarlógin hevur sum endamál við virknari kapping at fremja eina fulldygga samfelagsliga tilfeingisnýtslu til gagns fyri fyritøkur og brúkarar. Kappingareftirlitið hevur við heimild í lógini ávís amboð at gera inntriv í marknaðir við tí endamáli at skapa virkna kapping. Í mun til príslegu kann Kappingareftirlitið í sambandi við kartellvirksemi ella misnýtslu av ráðandi marknaðarstøðu m.a. geva boð um at farast kann ikki upp um tilskilaðar prísir. Fortreytin fyri at geva slík boð er, at tað frammanundan er staðfest brot á lógina, og hetta kann taka drúgva tíð. Í sambandi við uppskoti til samtyktar um at seta á stovn eitt føroyskt príseftirlit varð hugt nærri at kappingarlógini, og í løtuni verður arbeitt við at veita Kappingareftirlitinum fleiri heimildir og víðka um virkisøkið í kappingarlógini til tess at hava betri eftirlit við prísum og betri amboð at regulera møgulig brot. 2. Hvussu tryggja vit okkum, at inflatiónin ikki rakar óneyðuga hart? Eingin ivi er um, at príshækkingarnar (og rentuhækkingar) seinastu árini eru sera tyngjandi fyri gerandisdagin hjá føroysku húsarhaldunum og ikki minst hjá lág- og miðalintøkum. Løgtingið samtykti í vár uppskot frá landsstýriskvinnuni í almannamálum um at víðka bráðfeingis hjálpina til ringast sperdu fólkini og familjurnar. Nú verður arbeitt við øðrum átøkum. Høvuðsmálið hjá samgonguni er at -- 1 of 2 -- 2 / 2 lætta um gerandisdagin hjá fólki, og m.a. verður í løtuni arbeitt við uppskoti um skattalætta, ið serliga skal lætta um hjá lág- og miðalinntøkum. Betri eftirlit við prísum og kapping er annar lutur í at hava betri amboð og átøk í mun til inflasjónina. 3. Nær verður lógarbroytingin í kappingarlógini borin í Løgtingið Uttanríkis- og vinnumálaráðið arbeiðir í løtuni við uppskotið til broyting í løgtingslóg um kapping. Eftir ætlan verður lógin borin í Løgtingið í november 2023. 4. Hvørjar broytingar verða gjørdar í lógini? Arbeitt verður við ásetingum um eftirlit við prísi og ásetingunum í revsipartinum og amboðunum í lógini. Í mun til eftirlit við prísi verður serliga hugt at §§ 6, 11 og 29. § 6 fevnir um forboð móti kappingaravlagandi avtalum, undir hesum avtalur um at áseta keypsprísir, søluprísir og líknandi, og § 11 fevnir um forboð móti at misnýta ráðandi marknaðarstøðu við m.a. beinleiðis ella óbeinleiðis at noyða órímiligar keypsprísir ella søluprísir ella aðrar órímiligar handilstreytir á einhvønn. Revsingin fyri brot á §§ 6 og 11 varð herd í vár til revsing í upp til eitt ár og seks mánaðar. § 29 heimilar kappingareftirlitinum at gera kanningar av vinnugreinum ella av ávísum sløgum av avtalum innan fyri ymiskar vinnugreinar – við tí endamáli at fáa kunnleika til ella innlit í kappingarstøðuna innan fyri ávísu vinnugreinina ella ávísu vinnugreinirnar. Innan karmarnar í kappingarlógini er ætlanin at veita Kappingareftirlitinum fleiri heimildir og víðka um virkisøkið í kappingarlógini. Talan er um eina tilgongd, har atlit sjálvsagt eisini verður tikið fyri avbjóðingum í mun til rættartrygdina hjá fyritøkum og veitarum. Neyðugt verður eisini at tryggja fígging til øktu uppgávurnar hjá Kappingareftirlitinum. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 9. oktober 2023 Høgni Hoydal landsstýrismaður -- 2 of 2 --
032.23 spm. til H. Hoydal frá L. Weihe - Gerandisvørur og príseftirlit.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 28. sep. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum Evni: Gerandisvørur og príseftirlit Spurningar: 1. Er nakað eftirlit við matvøruprísunum í Føroyum? 2. Hvussu tryggja vit okkum, at inflatiónin ikki rakar óneyðuga hart? 3. Nær verður lógarbroytingin í kappingarlógini borin í Løgtingið? 4. Hvørjar broytingar verða gjørdar í lógini? Viðmerkingar: Brúkaraprístalið heldur á at vaksa – hóast tað í seinastuni veksur eitt sindur spakuligari. Landsbankin vísir á, at í øðrum ársfjórðingi 2023 vaks brúkaraprístalið við 4,4%, og tað er munandi lægri, enn vøksturin í brúkaraprístalinum hevur verið síðani annan ársfjórðing 2022. Sambært Landsbankanum eru tað tó serliga hækkaðir matvøruprísir, sum toga brúkaraprístalið upp. Nakað, sum øll húsarhald í Føroyum merkja í løtuni. Serliga meint rakar tað tey lág- og miðalløntu, tí talan er um neyðsynjarvørur. Tað tykist sum, at tað er skjótt at hækka prísirnar, men gongur meira striltið at lækka teir aftur. Í vár var uppskot um at seta á stovn eitt føroyskt príseftirlit til viðgerðar í Løgtinginum. Uppskotið fall, men við teimum viðmerkingum, at nevndu økir eiga at fáa hægri raðfesting og eiga at skrivast inn í “lógina um kapping”, heldur enn at skipa nevndu økir í eini “nýggjari lóg og einum nýggjum stovni”. Nevndu økini, sum Vinnunevndin í álitinum legði dent á, eru, at í vinnugeirum við avmarkaðari kapping eigur kappingarlógin at hava víðari virkisøki og størri heimildir. Mælt varð til, at broytingar í lógini vórðu framdar í seinasta lagi í heyst. Tí hesar spurningar. Á Løgtingi, 28. september 2023 Liljan Weihe -- 1 of 1 --