52-031/2023
Heimleys
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 6. okt. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
031.23 Svar frá S. Stenberg til S. E. Nolsøe - Heimleys.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 4. okt. 2023
Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn (+298) 30 40 00 • ammr@ammr.fo • www.ammr.fo Løgtingið 4. oktober 2023 Tinghúsvegur 1-3 J.nr: 23/19165 110 Tórshavn Tygara skriv: Viðgjørt: AKSS Nr. 52-031/2023 Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-031/2023 eftir tingskipanini § 52a til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, frá Sólvit E. Nolsøe, løgtingsmanni, um heimleys. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvat verður gjørt fyri at bøta um umstøðurnar hjá heimleysum? 2. Sambært lóg hoyrir økið til landið, men kann talan vera um samstarv millum land og kommunur um at loysa trupulleikan? Svar: Til nr. 1 Almanna- og mentamálaráðið arbeiðir støðugt við teimum avbjóðingum, ið eru innan heimleys økið. Orsøkin til heimloysi er samansett og hongur neyvt saman við støðuni hjá tí einstaka. Talan verður tí ongantíð um eina loysn. Tvørturímóti er neyðugt at arbeiða á fleiri ymsum mótum, og at finna samansettar loysnir. Tríggir sjálvbodnir felagsskapir fáa í dag stuðul til at veita serlig bútilboð til hendan málbólk. Blái Krossur í Havn, Gloria í Klaksvík og Frelsunarherurin í Havn. Av teimum í alt 35 búplássunum til heimleys, ið hesir felagsskapir hava, eru bert tvey herbergspláss. Talið av herbergsplássum stendur ikki mát við tørvin, ið merkir at fleiri sova úti. Sum landsstýriskvinna havi eg sett mær fyri, at ongin skal mangla song fyri náttina. Fyrsta stig á leiðini er at útvega fleiri herbergspláss. Tí er avgjørt at hækka játtanina til stuðul til fyriskipanir fyri heimleys á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024 við 1,5 mió. kr. Játtanin er markað til at útvega fleiri herbergspláss. Ásannandi at veturin er í nánd, hava Almanna- og mentamálaráðið, Almannaverkið og Frelsunarherurin saman tikið stig til beinanvegin at økja talið av herbergsplássum á -- 1 of 2 -- A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Síða 2 av 2 Herberginum úr tveimum upp í átta. Við hesum økist samlaða talið av búplássum til heimleys til 41. Økta talið av herbergsplássum er fyrsta stig á vegnum at bøta um umstøðurnar hjá heimleysum. Í næstum verður farið undir eina tilgongd, saman við avvarðandi pørtum, at finna fram til, hvørji onnur átøk skulu gerast fyri at bøta um umstøðurnar hjá heimleysum. Neyðugt er eitt nú at arbeiða við støðuni hjá eldri røktarkrevjandi heimleysum, støðuni hjá ungum við rúsevnismisnýtslu, hvørji átøk skulu gerast fyri at fyribyrgja og tálma rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu, avbjóðingin hjá heimleysum at fáa nøktandi bústað, eins og sosialpolitikki og fyribyrging sum heild. Heildarætlanin um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum verður tikin við í hetta arbeiðið. Til nr. 2 Í Føroyum er tað ikki ein geiri, sum einsamallur hevur ábyrgd av heimleysum. Siðvenja er, at sjálvbodnir felagsskapir veita tilboð til hesar borgarar, og fáa stuðul frá bæði landi og kommum til endamálið. Trupulleikarnir hjá heimleysum eru samansettir, og tí er neyðugt, at fleiri partar lyfta í felag. Almanna- og mentamálaráðið er í støðugum samskifti við kommunur og aðrar viðkomandi partar um at finna loysnir uppá avbjóðingarnar og um at gera nøkur felags átøk, við tí fyri eygað at bøta um umstøðurnar hjá heimleysum. Tórshavn, 4. oktober 2023 Sirið Stenberg landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
031.23 spm. til S. Stenberg frá S. E. Nolsøe - Heimleys.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 25. sep. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Sólvit E. Nolsø, løgtingsmaður Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum Evni: Heimleys Spurningar: 1. Hvat verður gjørt fyri at bøta um umstøðurnar hjá heimleysum? 2. Sambært lóg hoyrir økið til landið, men kann talan vera um samstarv millum land og kommunur at loysa trupulleikan? Viðmerkingar: Tað eru fleiri, sum dagliga arbeiða við heimleysum og gera sítt til at hjálpa teimum, sum eru uttan bústað. Herbergið í Havn og Gloria í Klaksvík eru tvey dømir. Hóast hetta hoyrist, at trupulleikin við heimloysi er vaksandi, og tað eru fleiri, sum ikki hava eitt uppihald um náttina, men heldur reika ella sova úti. Fleiri yngri fólk leggjast afturat teimum heimleysu, og tað er at stúra um. Hjá einum landi, sum brúkar so nógvar pengar uppá vælferðartænastur, ber illa til at verja støðuna, og tað átti at verið gjørligt at útvega eitt stað, har heimleys kundu sovið um næturnar. Sambært lóg eigur landið ábyrgdina, men hetta er ein støða, sum kommunurnar og serliga størru kommunurnar helst hava ein vilja at loysa. Tí er upplagt at spyrja, um nakað samskifti ella samstarv er millum aðalráðið og kommunur at finna eina loysn uppá trupulleikan. Á Løgtingi, 25. september 2023 Sólvit E. Nolsø -- 1 of 1 --