← Løgtingsmál

52-030/2023

Dalstunnilin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 6. okt. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
030.23 Svar frá D. Holm til S. E. Nolsøe - Dalstunnilin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 6. okt. 2023

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
6. oktober 2023
Mál: 23/19141-2
Tygara skriv: 52-030/2023
Svar til fyrispurning nr. 52-030/2023 frá Sólvit E. Nolsø, løgtingsmanni, settur
Dennis Holm, landsstýrismanni í fiskivinnu- og samferðslumálum, um
Dalstunnilin
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær verður Dalstunnilin skotin ígjøgnum?
2. Hvørjar eru ætlanirnar við vegunum í Dali og í Húsavík?
Svar til spurning 1
Arbeiðið við Dalstunlinum hevur sum heild gingið væl. Fyrsta skotið fyri tunlinum var latið
5. november 2020, og gongur eftir ætlan verður tunnilin skotin ígjøgnum í november í ár
(2023). Tunnilin verður 2.165 metrar og tilhoyrandi vegagerð 300 metrar. Harumframt
verður ein partur av verandi vegum breiðkaður.
Í 2024 verður hildið áfram við arbeiðinum inni í tunlinum við at gera tunnilsvegin
(veguppbygnaðin), tryggja tunnilin til almenna ferðslu og annað.
Svar til spurning 2
Ætlanin er at breiðka verandi vegir báðumegin tunnilin, soleiðis at tað verður høgligari at
koyra.
Partur av vegnum í Húsavík er breiðkaður, men arbeiðið er ikki liðugt enn. Ætlanin er fyrst
at breiðka vegin, har landið longu eigur økið fram við vegnum. Hetta merkir, at vegurin
ikki fær fulla breidd allan vegin. Tó er møguleiki at gera hetta seinni, um tørvur er á tí.
Dennis Holm
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
030.23 spm. til D. Holm frá S. E. Nolsøe - Dalstunnilin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 25. sep. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sólvit E. Nolsø, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Dalstunnilin
Spurningar:
1. Nær verður Dalstunnilin skotin ígjøgnum?
2. Hvørjar eru ætlanirnar við vegunum í Dali og í Húsavík?
Viðmerkingar:
Pengar vórðu settir av til at skjóta Dalstunnilin ígjøgnum í ár og gleðiligt at síggja, at
byrjað er uppá tunnilin í Dali. Komið er í seinasta enda av árinum, og tí er áhugavert
at fáa at vita, um tíðarætlanin heldur, og tunnilin verður skotin ígjøgnum í ár.
Eitt annað, sum fleiri hava spurt um, eru vegirnar til tunnilsmunnarnar í Dali og í
Húsavík. Nøgdin av gróti, sum kemur úr ein slíkum tunli, er stór, og upplagt er at
hugsa, at tað m.a. verður brúkt at breiðka vegir í Dali og í Húsavík, so høgligari
verður at koyra til tunlarnar.
Á Løgtingi, 25. september 2023
Sólvit E. Nolsø

-- 1 of 1 --