← Løgtingsmál

52-029/2023

Heilivágsnýtsla og burturbeining

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. okt. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
029.23 Svar frá M. Stórá til L. Weihe - Heilivágsnýtsla og burturbeining.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 3. okt. 2023

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 2. oktober 2023
HMR j. nr. 23/18872-9
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-029/2023 eftir § 52 a í tingskipanini viðvíkjandi heilivágsnýtslu og
burturbeining, frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu.
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu nógv er heilivágsnýtslan vaksin tilsamans í Føroyum seinastu 5 árini í nøgd og
kostnaði?
2. Hvussu stóran lut eigur sjúkrahúsverkið í hesum vøkstri?
3. Hvussu nógvur heilivágur verður burturbeindur í Føroyum?
4. Hvussu stórum parti av hesum stendur sjúkrahúsverkið fyri?
5. Hvørjar mannagongdir eru fyri at minka um heilivágsnýtsluna og fyribyrgja, at heilivágur
fer til spillis?
Svar:
Til spurning 1 og 2
Í talvuni niðanfyri sæst, hvussu heilivágsnýtslan í Føroyum er vaksin tilsamans í nøgd og kostnaði í
tíðarskeiðinum 2017-2021. Eisini vísur talvan, hvussu stóran lut sjúkrahúsverkið eigur í hesum
vøkstri. Sambært apoteksverkinum eru tølini fyri 2022 ikki tøk enn.

-- 1 of 3 --

Heilivágur (nøgd)
Apoteksverkið
søla
Av hesum til
Sjúkrahúsverkið
1.000 pk % 1.000 pk %
2021 975 65
2017 865 59
Vøkstur 110 11,3 6 9,2
Heilivágur (mió. kr.) 1)
Apoteksverkið
søla
Av hesum til
Sjúkrahúsverkið
Mió. kr. % Mió. kr. %
2021 186,5 83,1
2017 144 58,3
Vøkstur 42,5 22,8 24,8 29,8
1) Hetta er søluprísurin uttan MVG og møgulig reseptgjøld.
Í talvuni er nøgdin av heilivági gjørd upp í pakkum. Talið skal tí takast við einum ávísum fyrivarni,
tí sambært apoteksverkinum eru pakkarnir ymiskir í stødd og heilivágurin kann hava ymiska styrki.
Hóast hetta verður mett, at nøgdirnar í talvuni geva eina ábending um, hvussu gongdin hevur verið í
áðurnevnda tíðarskeiði.
Til spurning 3 og 4
Í viðmerkingunum til fyrispurningin sipar spyrjarin til eitt átak í Danmark, sum var eitt tíðarskeið,
har apotekini skrásettu heilivág, sum varð burturbeindur. Slíkt átak hevur ikki verið fyriskipað í
Føroyum, og tí kunnu vit ikki á sama hátt siga nakað við vissu um burturbeining av heilivági.
Hinvegin fevndi átakið í Danmark ikki um sjúkrahúsheilivág, og sambært Sjúkrahúsverkinum
verður leysliga mett, at tað sum heild er á hesum øki, at mesta virði fer fyri skeytið.
Tað verður ikki skrásett hvat verður burturbeint, hvørki á apotekunum ella sjúkrahúsunum.
Fólk koma inn á apotekini og lata heilivágin inn uttan pakning. So tað eru leysar tablettir ella hylki.
Heilivágurin verður koyrdur á brennistøð og brendur.

-- 2 of 3 --

Á sjúkrahúsunum verður heilivágurin burturbeindur sum ”kliniskt risikoaffald” (gular
spannir/posar) saman við øllum øðrum kliniskum váðaburturkasti, sum síðani verður latið
brennistøðini.
Til spurning 5
Sum áður nevnt, verður tað mett, at tað sum heild er í Sjúkrahúsverkinum, mesta virði av heilivági
fer fyri skeytið.
Seinastu árini hevur tað í Føroyum verið gjørt eitt átak fyri at tryggja eina skynsama nýtslu á
sjúkrahúsunum og fyri at minka um spill av heilivági. Hetta hevur havt við sær, at seingjardeildirnar
í Sjúkrahúsverkinum í dag hava heilivágstænastu frá apoteksverkinum. Endamálið við hesi tænastu
er fyrst og fremst at tryggja eina so skynsama nýtslu av heilivági sum gjørligt.
Ein meginregla í hesi tænastu er, at einstaka deildin hevur neyðuga heilivágin til taks, so viðgerast
kann rættstundis. Í heilivágstænastu liggur, at hugt verður at nýtsluni árliga, og so verður ein
úrvalslisti - íroknað goymslustødd - gjørdur m.a. í mun til:
• nýtsluna á einstøku deildini
• tørv á akuttheilivági
• prís
• metan av sonevndum synonymum /analogum heilivági
• hvat kann lánast frá øðrum deildum
Eisini er mannagongdin, at deildir eggja borgarum at taka egnan heilivág við sær – bæði til akutta
og planlagda nýtslu. Endamálið við hesum er, at læknin lættari kann meta um heilivágstørvin hjá tí
einstaka við innleggjan, og at viðgerð kann gevast rættstundis. Hetta verður gjørt fyri at minka mest
møguligt um spill.
Tá ið tað kemur til apoteksverkið, so avgreiða tey reseptir og handa viðskiftafólkunum heilivágin. Í
hvønn mun viðskiftafólkini taka heilivágin, kann apoteksverkið ikki vita, men tað verður væntað, at
læknarnir eru skynsamir í teirra útskriving soleiðis, at tað samstundis verður ein skynsom nýtsla av
heilivági. Í hesum sambandi er eisini vert at nevna, at í føroyska heilsuverkinum hava vit tann
fyrimun, at allar upplýsingar um sjúklingar eru savnaðir í somu talgildu heilsuskipan (THS). THS er
felags sjúklingaskrá og samskiftisskipan í føroyska heilsuverkinum. Uttan mun til um ein fer til
kommunulækna, serlækna, ella verður innlagdur á sjúkrahúsi, eru allar heilsuupplýsingar hjá tí
einstaka tøkar. Eisini nær hvør einstakur hevur fingið heilivág ávístan. Hetta er við til at tryggja eina
meira skynsama nýtslu av heilivági.
Heilsumálaráðið, 2. oktober 2023
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 3 of 3 --
029.23 spm. til M. Stórá frá L. Weihe - Heilivágsnýtsla og burturbeining.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 20. sep. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Heilivágsnýtsla og burturbeining
Spurningar:
1. Hvussu nógv er heilivágsnýtslan vaksin tilsamans í Føroyum seinastu 5 árini í
nøgd og kostnaði?
2. Hvussu stóran lut eigur sjúkrahúsverkið í hesum vøkstri?
3. Hvussu nógvur heilivágur verður burturbeindur í Føroyum?
4. Hvussu stórum parti av hesum stendur sjúkrahúsverkið fyri?
5. Hvørjar mannagongdir eru fyri at minka um heilivágsnýtsluna og fyribyrgja, at
heilivágur fer til spillis?
Viðmerkingar:
Í summar komu nýggj tøl út frá “Danmarks Apotekerforening”, sum vístu, at donsku
apotekini beina heilivág burtur fyri yvir 400 mió. kr. um árið. Tá er burturkastið frá
sjúkrahúsum, framleiðarum og søluliðnum ikki tikið við, men er fyrst og fremst frá
borgarum. Mett verður, at umleið ein fjórðingur av hesum eru burturspiltar
skattakrónur, tí danski staturin, eins og í Føroyum, veitir tilskot til heilivág. Altso verða
umleið 100 milliónir krónur koyrdar í skrell á hvørjum ári – bara á apotekunum.
Eisini í Føroyum brúka bæði tað almenna og borgarar milliónir av krónum upp á
heilivág, og nýtslan er vaksandi. Áhugavert er at vita, hvussu nógv av hesum heilivági
fer í skrell, og eisini hvussu stóran lut sjúkrahúsverkið eigur.
Nú landið brúkar so nógvar pengar upp á heilivág er eisini áhugavert at vita, hvat verður
gjørt fyri at minka um heilivágsnýtsluna og ikki minst at fyribyrgja, at heilivágur fer til
spillis.
Tí hesar spurningar.
Á Løgtingi, 20. september 2023
Liljan Weihe

-- 1 of 1 --