← Løgtingsmál

52-028/2023

Góðsking og víðarivirking av laksi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 30. sep. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
028.23 Svar frá H. Hoydal til M. Rasmussen - Góðsking og víðarivirking av laksi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 2. okt. 2023

Sjá útdrigin tekst
1 / 1
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Løgtingið Tórshavn, 2. oktober 2023
Journal nr.: 23/18717
Svar upp á fyrispurning frá Magnusi Rasmussen, løgtingsmanni, um góðsking og
víðarivirking av laksi, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum, Høgna
Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52 a), nr. 52-028/2023
Fyrispurningur
1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at loysa avbjóðingarnar við, at arbeiðspláss eru í
vanda fyri at detta niðurfyri í alivinnuni?
2. Nær kann roknast við, at hesar loysnir verða settar í verk?
Svar
Spurningur nr. 1 og 2 verða svaraðir undir einum
Undir viðgerðini á løgtingi, tá ið nýggja tøkugjaldið varð samtykt, boðaði landsstýrið frá, at
tað fór at viðgera ávísar avbjóðingar, sum reistar vórðu undir viðgerðini og síðani alment.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur síðani arbeitt við hesum og lagt tað til politiska viðgerð.
Niðurstøðan verður gjørd sum skjótast.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 2. oktober 2023
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
028.23 spm til H. Hoydal til frá M. Rasmussen - Góðsking og víðarivirking av laksi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. sep. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Magnus Rasmussen, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Góðsking og víðarivirking av laksi
Spurningar:
1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at loysa avbjóðingarnar við, at arbeiðspláss eru í vanda fyri
at detta niðurfyri í alivinnuni?
2. Nær kann roknast við, at hesar loysnir verða settar í verk?
Viðmerkingar:
Tá tað munandi hækkaða tøkugjaldið var til viðgerðar í Løgtinginum í vár varð víst á stóru
avbjóðingina viðvíkjandi framleiðslu av liðugvøru úr laksi, sum økta tøkugjaldið fór at hava á
hendan partin av alivinnuni. M.a. varð víst á, at stórur vandi var fyri arbeiðsplássunum á
góðskingarvirkinum á Glyvrum og hvørjar avleiðingarnar kundu verða fyri starvsfólkið, økið har á
leið, og so sanniliga eisini á føroyska samfelagið.
Á heimasíðuni hjá KVF stendur 18. september 2023 m.a. at lesa, at nýggju tøkugjøldini taka
grundarlagið undan virkseminum hjá Bakkafrosti á Glyvrum og at ivasamt er, um tey 300-400
fólkini á virkinum hava nakað arbeiði eftir 1. januar. Orsøkin er, at virkið á Glyvrum ikki longur er
kappingarført orsakað av nýggju tøkugjøldunum.
Hetta eru ófrættakend tíðindi.
Men tað hevur ligið á ljóði, at landsstýrismaðurin arbeiðir við loysnum á hesum avbjóðingum, og
tað er í tí sambandi, at hesin fyrispurningur verður settur.
Á Løgtingi, 19. september 2023
Magnus Rasmussen

-- 1 of 1 --