← Løgtingsmál

52-027/2023

Dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 25. sep. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
027.23 Svar frá M. Stórá til B. Hammer - Dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 25. sep. 2023

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 25. september 2023
HMR j. nr. 23/18373-4
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-027/2023 eftir § 52 a í tingskipanini viðvíkjandi dialysuviðgerð á
Suðuroyar sjúkrahúsi, frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni.
Spurningurin var soljóðandi:
1. Nær ber til at fáa dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi?
Svar:
Til spurning 1
Undir viðgerðini av fíggjarlógini fyri 2022, kom eitt politiskt ynski fram um, at dialysusjúklingar
búsitandi í Suðuroynni, skulu hava møguleikan at fáa dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi. Játtan
á eina mió. kr. varð sett av til endamálið í 2022, og Sjúkrahúsverkið fór í hesum sambandi undir at
kanna, hvussu viðgerðin kann skipast í Suðuroy.
Tað er greitt, at fyri einstaka sjúklingin er tað ein vinningur, um hann sleppur undan drúgvari
ferðing tríggjar ferðir um vikuna. Summir dialysusjúklingar eru frammanundan veikir og tá kennist
tíðin heimanífrá, við nógvari siglingartíð, sum steinur omaná byrðu. Tó er tað avgerandi fyri
leiðsluna í Sjúkrahúsverkinum, at staðbundna viðgerðin er skikkað og á sama støði, sum viðgerðin á
Landssjúkrahúsinum.
Í fíggjarlógini fyri 2023, sum Løgtingið samtykti 30. mars 2023, var játtan til at skipa ein
sonevndan dialysusatellitt á Suðuroyar sjúkrahúsi. At talan er um dialysusatellitt merkir, at eindin á
Suðuroyar sjúkrahúsi er ein partur av dialysueindini á Landssjúkrahúsinum, og at viðgerðin í
Suðuroy verður framd undir læknafakligari ábyrgd av serlæknum í nýrasjúkum, sum starvast á
Landssjúkrahúsinum.
Í okkara grannalondum er ikki óvanligt at hava dialysueindir uttanfyri meginsjúkrahúsini, men
hesar eru altíð skipaðar undir ella í samstarvi við sjúkrahús, sum hava nýradeild og serlæknar í
nefrologi/nýrasjúkum. Eisini eru greið visitasjónskrøv til teir sjúklingar, sum eru knýttir at smærru
dialysueindunum.

-- 1 of 2 --

Í Sjúkrahúsverkinum varð avtalað, at Suðuroyar sjúkrahús skuldi standa fyri at útvega hóskandi
hølir og fáa neyðugu útgerðina til vega, meðan Landssjúkrahúsið skuldi standa fyri læknafakliga
partinum og seta starvsfólkini. Ætlanin var, at farast skuldi undir dialysuviðgerð í heyst.
Suðuroyar sjúkrahús er nú klárt við nútímans vælinnrættaðum hølum og nýggjastu tøknini til at
geva dialysuviðgerð, og mánadagin 18. september vórðu tólini tendraði fyri fyrstu ferð.
Sjúkrahúsverkið hevur eisini lýst eftir sjúkrarøktarfrøðingum at manna dialysusatellittin. Tíverri bar
setanartilgongdin ikki á mál, og tí er nýggj tillagað lýsing gjørd, sum var løgd út týsdagin 19.
september. Freist at søkja størvini er 3. oktober. Settu starvsfólkini fáa síðani upplæring í
dialysusjúkrarøkt á Landssjúkrahúsinum og lutvíst á donskum sjúkrahúsi.
Sjúkrahúsverkið hevur vónir um, at skikkaðir umsøkjarar vera til størvini og eydnast
setanartilgongdin, verður farið í gongd við at veita dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi um
ársskiftið.
Heilsumálaráðið, 25. september 2023
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
027.23 spm til M. Stórá frá B. Hammer - Dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 13. sep. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi
Spurningar:
1. Nær ber til at fáa dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi?
Viðmerkingar:
Tað hevur verið eitt brennandi ynski í áravís at fáa dialysuviðgerð í Suðuroynni. Nógvar royndir eru
gjørdar, men tíverri hava heilsumyndugleikarnir í miðstaðarøkinum valt ikki at raðfesta hesar
ætlanir.
Dialysusjúklingar, ið hava verið búsitandi í Suðuroynni, hava tískil, skuldu teir fáa viðgerð, verið
noyddir av oynni tríggjar ferðir um vikuna, í øllum veðri, norður á Landssjúkrahúsið.
Tað er óskiljandi, at viljin ikki hevur verið til staðar at geva hesum heilsubótina á staðnum, tá tað er
øllum kunnugt, hvussu sjúk tey kunnu vera, og hvussu strævin túrurin til Havnar er hjá teimum.
Nøkur hava longu valt at flyta av oynni, frá hús og heimi, tí tey ikki orkaðu meira.
Fyri at koma hesum sorgarleiki til lívs hevur politiska skipanin, av sínum eintingum, oyramerkt
pening á fíggjarlógini til dialysutól og rakstur. Útgerðin er sett upp á Suðuroyar sjúkrahúsi og er
klár at seta í gongd 18. september í ár.
Tí er sera umráðandi, at viðgerðin ikki verður forhálað longur. Okur mugu fáa at vita, júst nær
dialysusjúklingar, búsitandi í Suðuroynni, kunnu vænta at fáa dialysuviðgerð á Suðuroyar
sjúkrahúsi.
Á Løgtingi, 13. September 2023
Bjarni Hammer

-- 1 of 1 --