52-026/2023
Søla av Sjódeplinum hjá P/F Fiskaaling í Nesvík
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 25. sep. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
026.23 Svar frá H. Hoydal til J. Dahl - Sjódepilin í Nesvík.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 26. sep. 2023
Sjá útdrigin tekst
1 / 1 Uttanríkis- og vinnumálaráðið Løgtingið Tórshavn, 25. september 2023 Journal nr.: 23/18381 Svar upp á fyrispurning frá Jóhan Dahl, løgtingsmanni, um søluna av Sjódeplinum hjá Fiskaaling í Nesvík, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52 a), nr. 52-026/2023 Fyrispurningur 1. Hvat hendir í løtuni við ætlaðu søluni av Sjódeplinum hjá Fiskaaling í Nesvík, og er ætlanin framvegin at selja bygningin ella leiga hann út? 2. Hvussu nógvir keyparar hava víst áhuga fyri at keypa bygningin? 3. Eru møguliga aðrar ætlanir við bygninginum? Svar Spurningur nr. 1 P/F Fiskaaling, ið er ein granskingarstovnur, sum arbeiðir við at menna og ráðgeva innan aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni, eigur alistøðina í Nesvík. Felagið hevur framvegis ætlanir um at selja alistøðina. Í løtuni verður arbeitt við at fáa seinastu formligu viðurskiftini upp á pláss í sambandi við at fremja søluna. Spurningur nr. 2 12 møguligir keyparar hava víst áhuga fyri at keypa alistøðina í Nesvík. Spurningur nr. 3 Landið, ið eigur P/F Fiskaaling, hevur ikki ætlanir fyri alistøðina í Nesvík. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 25. september 2023 Høgni Hoydal landsstýrismaður -- 1 of 1 --
026.23 spm. til H. Hoydal frá J. Dahl - Sjódepilin í Nesvík.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 13. sep. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum Evni: Søla av Sjódeplinum hjá P/F Fiskaaling í Nesvík Spurningar: 1. Hvat hendir í løtuni við ætlaðu søluni av Sjódeplinum hjá Fiskaaling í Nesvík, og er ætlanin framvegin at selja bygningin ella leiga hann út? 2. Hvussu nógvir keyparar hava víst áhuga fyri at keypa bygningin? 3. Eru møguliga aðrar ætlanir við bygninginum? Viðmerkingar: Í juli mánaða í 2022 stóð Sjódepilin hjá Fiskaaling til almenna sølu, men enn er bygningurin ikki seldur. Sjódepilin hjá P/F Fiskaaling í Nesvík hevði m.a. til endamáls at gera royndir við toski, kalva o.ø. Bygningurin stendur við streymasjógv, og tí kann sjógvur pumpast upp til at gera royndir við yngli o.ø. Gjørdar eru stórar íløgur gjøgnum tíðirnar í Sjódepilin í Nesvík, og stór virði standa í løtuni óbrúkt uttan nakra ætlan fyri bygningin. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 13. september 2023 Johan Dahl -- 1 of 1 --