52-025/2023
Føroya Sílaveiðifelag og alistøðin hjá P/F Fiskaaling við Áir
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 25. sep. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
025.23 Svar frá H. Hoydal til J. Dahl - Føroya sílaveiðurfelag og alistødin við Air.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 26. sep. 2023
Sjá útdrigin tekst
1 / 1 Uttanríkis- og vinnumálaráðið Løgtingið Tórshavn, 25. september 2023 Journal nr.: 23/18367 Svar upp á fyrispurning frá Jóhan Dahl, løgtingsmanni, um Føroya Sílaveiðufelag og alistøðina hjá P/F Fiskaaling við Áir, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52 a), nr 52-025/2023 Fyrispurningur 1. Nær móttók Fiskaaling umsókn frá Sílaveiðifelagnum um leigu av parti av hølunum hjá Fiskaaling við Áir? 2. Nær fær Føroya Sílaveiðifelagið eitt svar upp á umsóknina um at leiga ein part av hølunum hjá Fiskaaling við Áir til at reka sítt virksemi? 3. Hví hevur tað drigið út at geva Sílaveiðifelagnum eitt svar? Svar Spurningur nr. 1 Fiskaaling hevur ikki móttikið umsókn frá Føroya Sílaveiðufelag. Umhvørvis- og vinnumálaráðið móttók 12. desember 2022 umsókn frá Sílaveiðufelagnum um loyvi at brúka alistøðina hjá Fiskaaling við Áir til at menna útseting av laksafiskasmolti og ynguli. Spurningur nr. 2 og nr. 3 Umsóknin varð móttikin beint eftir løgtingsvalið, men áðrenn nýggj samgonga varð skipað. Tíverri hevur Føroya Síluveiðufelag ikki fingið svar uppá umsóknina. Upplýsast skal tó, at fundir høvdu verið millum táverandi Umhvørvis- og vinnumálaráð og Føroya Sílaveiðufelag fyri at Føroya Sílaveiðufelag sendi Umhvørvis- og vinnumálaráðnum umsóknina. Føroya Síluveiðufelag er tí vitandi um, at P/F Fiskaaling hevur leigað alistøðina við Áir út til P/F Bakkafrost í sambandi við lívfiskaarbeiðið at menna ta føroysku laksastammuna. Føroya Síluveiðufelag átti at hava fingið svar frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, og verður tað gjørt sum skjótast. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 25. september 2023 Høgni Hoydal landsstýrismaður -- 1 of 1 --
025.23 spm. til H. Hoydal frá J. Dahl - Føroya sílaveiðurfelag og alistødin við Air.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 13. sep. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum Evni: Føroya Sílaveiðifelag og alistøðin hjá P/F Fiskaaling við Áir Spurningar: 1. Nær móttók Fiskaaling umsókn frá Sílaveiðifelagnum um leigu av parti av hølunum hjá Fiskaaling við Áir? 2. Nær fær Føroya Sílaveiðifelagið eitt svar upp á umsóknina um at leiga ein part av hølunum hjá Fiskaaling við Áir til at reka sítt virksemi? 3. Hví hevur tað drigið út at geva Sílaveiðifelagnum eitt svar? Viðmerkingar: Síluveiðifelagið hevur søkt Fiskaaling um at reka sítt virksemi í einum parti av hølunum hjá Fiskaaling við Áir. Felagið hevur enn onki svar fingið. Alistøðin (smoltstøð) hjá P/F Fiskaaling við Áir er ein sokallað feskvatns-alistøð, har dentur verður lagdur á teoretiska gransking um t.d. lús o.a. sum hevur við alivirksemi at gera. Sílaveiðifelagið hevur m.a. sum endamál at vísa vegin fyri síla- og laksaaling. Vit kunnu staðfesta eina afturgongd av síla- og laksastovninum. Villlaksur hevur nakrar serligar ílegur og stammur; arvur sum gongur aftur í somu áum – og laksur sloppin út í alibrúkunum kann hava við sær tær avleiðingar, at bland kemur í ílegurnar, og røttu arvaeginleikarnar detta tá burtur. Sílaveiðifelagið kann hava stýr á kleking, og at besti laksurin og sílini verða sett út í okkara áir - ætlað til vanligan laksa- og sílafiskiskap. Eisini kann arbeiðið hjá felagnum virka fyri at fremja frítíðarfiskarí ella turistfiskarí og harvið menna okkara ferðavinnu. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 13. september 2023 Johan Dahl -- 1 of 1 --